Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 24 KNÚT EYSTURSTEIN S kotski filmsleikstjórin Mike Day hevur leik­stjórn­ að, upptikið og framleitt filmin yvir eitt fýra ára tíðarskeið. Hesi árini gjørdi hann fleiri ferðir til Føroyar, og hann er so­statt komin at kenna samfelagið og fólk higani væl. Filmurin er ein visuelt og frásagnarliga hug­ bindandi uppliving við grinda­ drápi­num sum reyðum tráði. Søgan er persónsdrivin og heldur seg tætt uppat grindadrápinum, so­leið­is sum tað gongur fyri seg í før­oyska samfelagnum. Føroyingar í Edinburgh Í sambandi við evropeisku frum­ sýningina vóru fleiri føroyingar stadd­ir í Edinburgh. Pál Weihe, arbeiðs­medisinari, er ein av høvuðs­persónunum í filminum og var har saman við konuni Sáru og starvsfeløgum. Filmurin var sýnd­ur tvinnar ferðir, fríggjakvøld og sunnudag. Báðar ferðir var stúgv­andi fult og aftaná var ein “Q&A” (Questions and Answers) session, har orðstýrari hevði sam­ røðu við leikstjóran við spurn­ ingum úr salinum. Weihe kom eisini upp og prátaði við Day, og teir báðir svaraðu síðani spurn­ ing­um. Fólk vóru eldhugað og spurdu um bæði Føroyar, grinda­ dráp, samfelagsviðurskifti og eisini um ymiskt av meira films­ tøkni­lig­um slag. Filmurin hevur vakt altjóða ans, og í vikuni hevur Day verið í Washington, USA, har hann hevur fundast við kongressina og senatorar um um­ hvørvis­dálking í høvunum. Hann er eisini boðin í Hvítu Húsini at kjakast um tær avbjóðingar, ið Føroyar standa yvirfyri hvat við­ víkur vandamiklum nøgdum av toksinum í siðbundna mati­num. Aftaná frumsýningina fríggja­ kvøld var eftirveitsla hildið á barr­ ini Henry’s Cellar Bar, har tón­leika­ bólkurin Sakaris, ið telur Sakaris Emil Joensen, Per I. Højgaard Peter­sen og undiritaða, var boðin at spæla. Ein hugbindandi filmsuppliving Tú verður beinavegin hugtikin av sann­førandi myndasíðuni í The Islands and the Whales. Filmurin inni­heldur nógvar bergtakandi panoram­iskar upptøkur av før­ oysku náttúruni, ið hóska seg væl sum bakteppi til eina søgu um grindadráp. Temu í filminum eru støðan millum menniskju og náttúru, burðardygg veiða, um­ hvørvis­dálking o.a., og stórslignu náttúru­myndirnar hóska afturvið eini slíkari frásøgn. Filmurin vísir grindadráp og fuglaveiðu tætt uppá og uttan at blunka. Hetta kann óivað vera herskin kost­ur fyri útlendingar, men sum før­oy­ingur fegnast tú um, at Day vísir tingini “sum tey eru” og ikki pakk­ar nakað inn. Tí grindadráp, fugla­veiða, fletting av seyði o.a. hevur verið ein partur av føroyska gerandis­ degnum í øldir, og er tað jú enn. Søgugongdin fylgir nøkrum úrvald­ um persónum tætt. Pál Weihe er ein høvuðspersónur, ið umboðar kritiska og sakliga sjónarmiðið, har mælt verður frá at eta grind orsaka av heilsuvandanum, ið kemur av øktari kvikksilvurdálking. Ein familja úr Hvívík umboðar hina síðuna, og kortini rúma tey báðum sjónarmiðum. Pápin er grinda­maður og setur eina æru í at veiða fugl og fisk sum part av sínum samleika. Vit frætta eisini frá abba hansara, ið sigur frá søgum úr gomlum døgum. Kona grindamannin er útbúgvin sjúkra­systir og er sostatt tilvitað um møguligu vandarnar við at eta grind, og vit síggja tey bæði kjakast. Bæði sjónarmið eru so­statt umboðað innanhýsis í hesi familju­ ni. Hetta er eisini í tráð við hvussu eg meti nógvar føroyingar hugsa rættiliga dialektiskt um grinda­ dráp anno 2016. Tað er ein stórur missur í at veitra farvæl til eina elli­gamla siðvenju, men hinvegin er tað heilt einfalt ikki skilagott at eta dálkaða føði. Sea Shepherd Day hevur fingið fótin innum í føroyska samfelagnum og held­ ur seg rættiliga treytaleyst til innanhýsis frásagnina. Uttan úr heimi koma tó Sea Shepherd á teirra sonevndu “Grindstop” her­ ferð í 2014. Tey fylla ikki nógv í savnaðu søgugongdini men eru har so leingi tað varir. Upptøkur eru frá tá bilar koma í land, tá skip og bátar sigla millum oyggj­ar­nar og frá tíðindafundum, ið felags­ skapurin helt í Føroyum. Annar tíðinda­fundurin er niðri á kaiini og telur trý umboð frá Sea Shepherd. Seinni tíðindafundurin er á Hotel Før­oyum, tá fyrrverandi Baywatch sprund­ið Pamela Anderson vitjaði. Í báðum førum tykist mær, at felagsskapurin ger seg fyri skomm­ um. Day hevur ikki skuldina av hesum. Hann spælir flugan á veggi­ num, er hjástaddur og filmar tað, ið fyriferst. Men tá Pamela ikki megnar at svara basalum spurn­ ingum og tá útsagnir eru ridlandi og ósannførandi, ja so er savnaða mynd­in ikki serliga sterk. Á ein hátt er tað næstan spell, at anti-grinda­ dráp síðan ikki hevur fingið onkrar gløggari ambassadørar enn henda snøgt sagt fjákuta felagsskap. Spurningurin, ið vit sjálvi mugu svara Day vitjaði fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og seinasta vitjanin í sambandi við filmsupptøkur var í november 2014. Sostatt liggur ein ørgrynna av arbeiðstímum, fyrireikingum og upptøkum til grund fyri filmin. Hann er komin at kenna sera nógv fólk í Føroyum, og tá tú tosar við hann, kennir tú eisini á tær, at hann hevur ein serligan tokka til Føroyar og føroyingar. Tó er filmurin ikki óneyðuga partískur ella moraliserandi á nakran hátt. Viður­skiftini vera lýst uttan støðu­ tak­an, og hyggjarin má sjálvur meta um. Gamaní eru nakrar Farna vikuskiftið hevði heimildarfilmurin The Islands and the Whales evropeiska frumsýning á Edinburgh International Film Festival í Skotlandi. EIFF er størsta filmsstevnan á okkara leiðum, og hevur í ár 70 ár á baki. Frammanundan hevur filmurin hjá Day havt norðuramerikanska frumsýning, har hann eisini fekk góð ummæli THE ISLANDS OYGGJARNAR OG HVALIRNIR