Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 25 estet­iskar og stilistiskar avgerðir tikn­ar. Søgugongdin fylgir sum áð­ur nevnt úrvaldum persónum, ið so ella so hava við grindadráp at gera, og tað skortar ikki uppá stór­ slignar náttúrumyndir. Føroyar huld­ar í támi og voice-over røddir, ið hugleiða um fólkatrúgv úr for­ nari tíð. Vit kenna stílin aftur, men hetta er serstakliga væl úr hond­um greitt, á altjóða støði, og tað hongur væl saman. Tosið um huldu­fólk er í lagi, tí tey gerast ein meta­forur fyri javnvágina millum menniskja og náttúru. Javnvágina, ið vit hava mist aftaná ta innrás av tøkni og elektrisiteti, ið fór yvir landið miðskeiðis í 20. øld. Hesin spenningur millum forna sið­venju og lívið í seinmodernaða sam­felag­ num er sostatt afturvendandi. So hvørt sum søgan gongur, koma alt fleiri brigdi í hesum lítla oyggjasamfelagi undan kavi. Mið­ savnandi spurningurin um grinda­ dráp verður standandi ósvaraður. Skulu vit gevast at drepa grind og missa eina elligamla siðvenju, ið er inngrógvin í okkara samleika? Ella skulu vit halda áfram at drepa og eta grind og lata børn okkara eitrast av kvikksilvuri og aðrari dálk­ing í havinum? Hetta er ein spurn­ingur, ið vit sjálvi mugu svara. Til Føroya Mike Day letur frætta, at ítøkiligar ætlanir eru um at sýna filmin í Føroyum í summar, og stóra mál­ið, ið toymið handan filmin ar­beið­ir fram ímóti, er at útvega stuðul til at fáa filmin sýndan í bio­grafum kring allan heim. Um hetta eydnast verður talan um fyrsta føroysktmælta film, ið fær sýn­ing­ar víða hvar kring knøttin. Ynski­ligt hevði verið um henda søgan var varpa uppá á stóru al­ tjóða skíggjarnar. WWW.FACEBOOK.COM/THEISLANDSANDTHEWHALES