Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juni 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016 SOSIALURIN 72 26 Óli Jacobsen RESTORFF HEVUR HANDLAÐ Í 160 ÁR Handilin hjá Andreas í Vágsbotni byrjaði M.C. Restorff í 1856, og hann »livir« enn 2. partur Longu dagin eftir at vit fingu fríhandil tann 1. januar 1856 fekk M.C. Restorff annað av teimum fyrstu handilsloyvunuum, sum vórðu givin. Tað tók sína tíð at niðurlaga einahandilin, men Christoffer M. Olsen skrivaði í síni dagbók 30. juni 1856, at »i Aften ophørte den Kongelige Monopolhandel, og Frihandelsen er uindskrænket.« Tann 31. august skrivar hann: »I morgen om Gud vil skal jeg tage Tjeneste hos Kjøbmand Restorff som Bestyrer af hans Handel.« Restorffættin hevur síðan tá havt fleiri handlar umframt annað vinnuvirksemi. Í dag er ein handil eftir í ættini, og tað er hjá Andreas í Vágsbotni. Hann er framhald av øðrum handlum í ættini og hevur tískil 160 ár á baki í hesum døgum. Johan Restorff Jacobsen, sonur Andreas, greiðir frá, at undan Andreas var tað Zacharias Heinesen, sum hevði hendan handilin. Hann var giftur við Carolinu, abba­dóttir gamla Restorff. Hendan handil keypti Andreas tann 30/11-1953 frá búnum hjá Zacharias Heine­ sen. Tíðirnar vóru vánaligar fyrst í 1950- unum. Men við sparsemi, sliti, nógvum ar­beiði og góðum treysti fór Andreas at handla. Stuðlaður fyrst og fremst av kon- uni, Gudrun, og børnunum fekk hann hand- ilin at ganga. Andreas hevði drúgvar royndir sum handilsmaður. Hann hevði havt við handilsskap at gera alt sítt lív og hevði havt samband við nógv fólk, bæði í Havn og av bygd. Hann dugdi væl at fara við fólki, var fyrikomandi og gav sær altíð stundir at práta. Hetta gjørdi óivað sítt til, at hann hevði fólkaeydnu. Ein gummiskógvasøga Andreas hevði nógvar góðar kundar úti á bygd, eins og hann hevði tað í Havn. Fleiri av hesum, sum høvdu havt sína gongd í Vágs­ botni, bæði meðan Restorff og Heinesen handlaðu har, komu nú aftur at handla hjá Andreas. Tá størri brúdleypir ella veitslur skuldu haldast sum í Klubbanum, var tað vanligt at mest sum alt ið nýtast skuldi, varð keypt frá honum. Umframt allar kolonialvørur, hevði Andreas eisini stórt úrval av gummistivlum, gummiskóm, oljuklæðir og aðra útgerð til sjómenn. Hetta við at selja gummiskógvar var nakað, sum Zacharias Heinesen fekk í lag, tá hann varð í Amerika í 1927. Hetta var tá ið hann fór til Vancouver í Canada eftir líkinum á soninum, Heina, sum var deyður har yviri. Tá tryggjaði hann sær einkarrætt til at selja gummistivlar og gummiskógvar av merkinum »Baal Band«, sum varð ógvuliga væl umtókt í Føroyum fyri slitstyrki. So kom kríggið og forðaði fyri lever­ ing­um. Men aftaná krígslok í 1945 kom ein sending aftur til Føroyar. Men tá kostaði hetta so nógv, at tað var ikki lønandi longur. Andreas fekk lánt einar brúktar gummi­ skógvar, og hann fór so niður til Prag í Tjekkoslovakínum við teimum. Her fekk hann eina verksmiðju at framleiða gummi­ skógvarnar, soleiðis sum vit kenna teir í dag. Teir eru framvegis væl umtóktir, ikki minst til børn. Rúturin, sum gjørdist søga Andreas provianteraði eisini fleiri føroysk og útlendsk skip og seldi útgerð til mann­ ingina. Um heystarnar tók hann ímóti seyða­skinnum, ull og ullintum klútum, sum fólk aftur keyptu vørur fyri. Hildið var uppat við at selja kolonialvørur miðskeiðis í 1970-unum. Heldur varð gjørt meiri við sølu av gummistivlum, gummi­ skóm, regnklæðum, arbeiðsklæðum. Eisini verður nú nógv selt til útlendsk ferðafólk. Nú er tað Jóna, dóttir Andreas, sum rekur handilin. Inni hjá Andr. í Vágsbotni andar av søgu. Eitt sera áhugavert minni frá fortíðini er eitt spegl við undirskriftum á viðskiftafólki heilt frá seinast í 1800-talinum. Í handlinum lá ein glaspláta, har fólk við einum diamanti kundu skriva sítt navn. Hesar undirskriftir vórðu seinni flutt­ar yvir á eitt spegl, sum varð sett upp í handl­ inum. Tískil kunnu hesar undir­skriftir fram­vegis síggjast í hesum sera hugnaliga handli. Tað ber væl til at staðfesta nógv av hes­ um fólkum. Her er fyri ein stóran part talan um fólk í Restorffættini. Í summum førum er sett eitt árstal við undirskriftina og í øðrum førum eisini ein dagfesting. Millum undirskriftirnar eru William Heinesen, longu í 1906, Frants Restorff, Valde­mar Lützen, Anthon Degn og J. F. Jacob­sen, abbi rithøvundan við sama navni. Í handlinum er eisini eitt gamalt kassa­ apparat, sum stavar frá 1898. Hetta tykist at vera sera framkomið við kundateljara. Framleiðarin hevur í hvussu er verið fram­ skygdur. Tað kundu sláast upp kr. 299,99 á kassaapparatið. Tað hevur í nógv ár verið ivaleyst. Sigast kann at handilin hjá Andreas í Vágs­botni er eina vitjan verd! Systurbørn hjá Restorff Tað vóru trý børn hjá Mariu Andersen, systir M.C. Restorff, sum fingu tilknýti til Føroyar. Jacobina – framúr songkvinna Jacobine giftist við Frants, son gamla Restorff. William skrivar m.a. um hana: Jacobine skulde oprindeligt lige som sin Søster Anna have været Operasangerinde, men måtte opgive enhver Drøm om at frem­ træde på Scenen, af den simple grund, at hun var for kolossal. Det var ikke hendes Stemme, der var noget i Vejen med. »Tante Bine« havde en ganske enestående pragtfuld, Siðsøga Handilin hjá Andreas í Vágsbotni. Beint við er Miðlahúsið, sum eisini var partur av Restorff handlinum Andreas í Vágsbotni SIÐSØGA Gummiskógvarnir hava sína serligu søgu Jóna Holm er 5. lið frá M.C. Restorff