hósdagur 23. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
30
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Sylvia Holm
Heinesen, Yviri við Strond
95, 100 Tórshavn, fødd
tann 25.03.1941, deyð
tann 29.03.2016, og
eftirsitandi hjúnarfelaga
Zacharias Heinesen, verða
við hesum biðin um innan
3 mánaðar frá kunngerð
av hesi lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv síni
fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvikið,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
119/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 21. juni 2016.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Torfinn
Hansen, Húsabrekka 13,
370 Miðvágur, skrás.nr.
5051, sks.nr. 3-16/2016,
verður hildin endaligur
skiftifundur hósdagin
tann 18. august 2016
kl. 09:15, á skrivstovuni
hjá skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 63,7124 %
til vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 20. juni 2016
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Herborg
Vilhelmine Sofie
Mortensen, Bóndatún 11,
827 Øravík, fødd tann
14.08.1927, deyð tann
29.12.2015, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Niels Petur
Mortensen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
Yviri við Strond 4, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
9/2016, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 10. juni 2016.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f DMD,
Sóljubrekka 2, 620
Runavík, skrás.nr. 4575, sks.
nr. 3-14/2016, verður hildin
endaligur skiftifundur
hósdagin tann 18. august
2016, kl. 09:30, á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 34,21669
% til vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 20. juni 2016
Bjørghild Djurhuus
Býráðslimur í Tórshavnar
Kommunuri Sambandsflokkin
Eg vil í stuttum
greiða frá míni
støðu, og grundar
lagnum fyri míni
avgerð um fram-
haldsdeild í Sankta
Frans skúla.
Mín støða er tikin við støðu í
tveimum punktum.
Punkt eitt: eg havi tikið undir við
framtíðar skúlabygnaði, saman við
einum einmælt samdum býráði.
Framtíðar
skúlabygnaðurin
Skúlin á Fløtum, umfatar Tórs
havnar Kommunuskúla, Venjing
arskúlan og 8., 9. Flokk frá Sankta
Frans.
Eg havi lurta og tikið til eftir
tektar, hvat skúlafólk, kommuna
og Mentamálaráðið hava viðmælt
og ráðført innan hetta, og meti eg,
at hesin bygnaður er rættur. Ein
framtíðarskúli, við eini 5 sporaðari
framhaldsdeild, sum merkir at tað
verða 5 flokkar í 8. og 9. Flokki í
Skúlanum á Fløtum.
Punkt tvey: eg eri sannførd um,
at teir allar flestu næmingarnir
fáa gagn av øllum teim mongu og
fjølbroyttu tilboðum, sum ein so
fjølbroytt framhaldsdeild hevur
at bjóða. Her hugsið eg fakliga og
sanniliga eisini trivnaðarliga.
Kunnu tit ímynda tykkum, so
nógvur ungdómur samlaður á ein
um og sama stað, hvussu stuttlig og
mennandi hendan tíðin er fyri tey,
tannáringar í besta blóma, við best
møguligum lestrarmøguleikum og
ikki minst møguleikan at knýta
vinarbond fyri lívið.
Eg veit, at tað eru næmingar,
sum av eini ella aðrari orsøk ikki
trívast og teimum skyldar skúlin
sjálvsagt at lofta og taka sær av,
uttan mun til hvørjum skúla tey
koma frá. Hetta er uppgávan hjá
øllum skúlum, stórum sum lítlum.
Eg meti tað eisini umráðandi,
at skúlin tekur væl ímóti nýggjum
næmingum, og hevur ein góðan
sameiningarpolitik.
Tit foreldur, sum nú í seinastuni
hava borið fram sjónarmið og ynsk
ir um framhaldsdeild havi eg stóra
virðing fyri, men mín støða er greið.
Avgerðin er tikin, tilboð um
framhaldsdeild verður í Skúlanum
á Fløtum, og ongin framhaldsdeild
verður í Sankta Frans, sum nú er.
Hetta er skilagóð loysn, og eri eg
spent uppá at fáa roynt hesa skip
anina fyrst og fremst.
Hvat framtíðin hevur at bjóða
vita vit ikki, og eri eg altíð sinnað
at taka málið upp aftur, um ynski
er til tess.
Niðurstøða mín er eisini tengd
at verandi kørmum í Sankta Frans
skúlanum. Tað er ikki rúm fyri
framhaldsdeild í skúlanum sum er,
og um tilboð um framhaldsdeild
skal verða har, skal kommunan tí
skil eisini játta eina størri upphædd
til umbyggingar, umframt at vit
byggja Skúlan á Fløtum fyri umleið
350 milliónir krónur.
Eisini skal havast í huga, at
í somu løtu ein framhaldsdeild
verður játta í Sankta Frans, koma
tað umleið 100 næmingar færri
í Skúlan á Fløtum, og hetta fær
eina natúrliga avleiðing fyri byggi
ætlana á Fløtum.
Vit kunnu ikki byggja ein yvir
dimensioneraðan skúla fyri skatta
pengarnar hjá borgaranum.
Uppskot er komi um, at seta ein
arbeiðsbólk at viðgerða framtíðar
skúlabygnaðin í miðbýnum, og hes
um taki eg undir við.
Eg
undrist sum politikkari
yvir, at ávísir politikkarir eru
so heitir fyri framhaldsdeild í
Sankta Frans, nú tað brádliga er
so umráðandi at hava skúlabørn í
miðbýnum. Hesi somu fólk kann
eg spyrja, hví stuðlaðu tit ikki
okkum fáu býráðslimum, sum á
sinnið stríddist fyri, at varðveita
Tórshavnar Kommunuskúla, sum
ein miðbýarskúla. Tá bar onki til, og
hoydi eg tá orðavalini, rívið skúlan
niður, nei, tá var als ongin vilji til
staðar.
Tá vóru vit allir býráðslimir
samdir um, hvussu áhugaverdur
hesin framtíðarskúlin á Fløtum
er, og so øll tey einastandandi
góðu tilboðini, og ein felags fram
haldsdeild, tað besta av tí besta vit
kunnu bjóða ungdóminum í Tórs-
havnar kommunu.
At enda vil eg undirstrika,
Sankta Frans er ein góður barna
skúli við dugnaligum starvsfólkið,
og skulu vit sjálvsagt alla tíðina
gera neyðugar ábøtur, og geva
skúlanum,
starvsfólkunum
og
næmingunum allarbestu sømdir
at mennast og virka í.
Eg eri so heppin at hava mítt
dagliga
yrki
sum
skúlaheilsu
frøðingur, og í tí sambandi havi
eg gjøgnum mong ár tosað um
trivnað við skúlabørnini, eisini
næmingarnar frá Sankta Frans,
og havi eg hoyrt tey mangar ferðir
siga, at teimum dámar væl skiftið
frá Sankta Frans, at koma í ein
nýggjan skúla og nýtt umhvørvið.
Fakliga kenni eg tí ikki aftur tey
sjónarmið, sum foreldrabólkurin
nú hevur ført fram.
Til kunningar vil eg nevna, at
tað er Mentamálaráðið sum tekur
endaliga avgerð um framhaldsdeild
skal verða ella ikki í Sankta Frans
skúla.
Við vón og ynski um eina bjarta
framtíð fyri okkara ungdóm og
framhaldsdeild í Skúlanum á Fløt
um.
Framhaldsdeild ella ikki?
KJAK
Sjáldan hava so fá knarrað so nógv um nakað, sum als ikki nýtist at vera ein trupulleiki
Arbeiði
Arbeiði verður gjørt
Mála, pussa, grava, smíða,
stoypa, urtagarð. Fleiri
ara royndir. Tilboð givin.
Goymsluhøli við stórari hurð til
leigu. 224910
BETONGSAGING.FO TLF.
560056
Vit saga út fyri vindeygu,
hurðum,garageportur,garðar,
o.a,ring og fá ein góðan prís,
betongsaging.fo 560056
Býli í Føroyum
Ung familja søkir íbúð
Ung barnafamilja søkir ibúð í
Havn, 2 vaksin, 2 børn. Hvørki
roykja ella drekka, fara væl um
tingini og gjalda altíð til tíðina.
Ring á 250002
Hús ella stór íbúð ynskjast til
leigu
Hús ella stór íbúð ynskjast til
leigu – helst í Havn, til friðarliga
familju, sum fer væl um. 244173
Søki at leiga Í Tórshavn
Lítil hús/íbúð 80-90 kvm.
Søki roykfrí hús/íbúð í góðum
standi uml.80-90 kvm.við 2
kømurum í(helst í miðbýnum)
Tórshavn.Royki ikki,drekki
ikki,friðarlig,fari væl um,ikki
húsdjór Ring 268030
Fundir
Eyka-hagafundur
Lýst verður til eyka hagafund
fyri ytra part í Skálafjalli í
skúlanum 10.07.2016,kl.16.00
Skrá: Val av hagastýri, ymiskt.
Hagastýrið
270216
Eyka-hagafundur
Ognarhagin á Mýrunum, Toftir,
hevur eyka-hagafund í hølum
hjá Fiskam.Føroya týsd.5.juli
kl.18.30. Skrá: Umsókn keyp av
grundøkjum, Ymiskt. Hagastýri
Innbúgv
Kolkomfýrur til sølu
Komfýrurin er av merkinum
ESSE og er frá 1947. Hevur verið
brúktur til kol. Hann er í góðum
standi. Gev eitt boð.
227603
Matur
Ræstur fiskur
Góđur ræstur fiskur frá trolara
til sølu
533267
LÝSINGARTORGIÐ