hósdagur 23. juni 2016síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
29
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Ikki við:
Semir Hadzibulic
(farin í summarfrí)
Ikki við:
Kristoffur Jakobsen (leikbann)
Ikki við: Kári Nielsen og Dion
Splidt (burturstaddir)
Dimitrije Jankovic og Sørin
Samuelsen (leikbann), Dan í
Soylu, Karstin Højgaard, Gunnar
Haraldsen, Andri Freyr Bjørnsson
og Gert Drangastein (skaddir)
Ivasamur: Sandri Færø
(vegna sjúku)
Við aftur:
Teitur Justinussen
(eftir leikbann)
Allir mans tøkir
Ikki við:
Pauli G. Hansen
(mjødnin, ógreitt hvussu leingi)
verið fimm stig, og vit hava sjálvs
álit, nú vit taka ímóti ÍF, sigur
Andras Gango, Skála málverjin,
sum fyri tíggju árum síðani flutti
úr Ungarn og til Fuglafirðar og
vardi ÍF málið 2006-2009.
– Tað var eingin katastrofa, at
tað endaði 1-1 á Svangaskarði, men
vit iðra okkum um, at tað ikki
eydnaðist at skora sigursmálið í
seinna hálvleiki, men nú halda vit
okkum hava møguleika at vinna
fulla úrtøku og vónandi at taka
okkum longri burtur frá niður
flytingarstrikuni, sigur Skála mál
verjin.
Hjá ÍF hevur tað roynst væl
seinastu ferðirnar. Talvan sigur,
at úrtøkan burtur úr fýra teimum
seinastu umførunum er tveir
sigrar og tveir javnleikir.
– Málið er at vinna øll stigini
á Skála. Vit halda okkum hava
dygdir at vera við til at kappast
um europeisku plássini, og skal tað
eydnast, so mugu vit vinna í kvøld,
sigur Dánjal á Lakjuni, ið var vón
brotin um, at tað ikki eydnaðist at
vinna á heimavølli ímóti TB:
– Vit vóru omaná, men tað
tørnaði ikki út okkum til fyri
munar, tá ið vit mistu Poul Nolsøe
Mikkelsen, sum fór skaddur av
vøllinum, og tá ið vit síðani mistu
Kristoffur Jakobsen, sum varð
útvístur, sigur Dánjal á Lakjuni.
Jan er fegin
HB-B68: PETUR REINERT
FRÍGGJADAGIN KL. 18.00
Lættin var ógvuliga stórur í HB
leguni, tá ið tað sunnudagin loksins
eydnaðist aftur at seta trý stig á
kontuna. 1-0 sigurin var ógvuliga
søtur:
– Hetta var ógvuliga gott. Vit
vóru væl betri enn AB síðsta
sunnudag, og nú hyggja vit fram
eftir. Fýra tær næstu ferðirnar fara
vit at spæla í Gundadali. Vit ætla
okkum at vinna fulla úrtøku, og
tað vil siga tey fyrstu trý stigini í
kvøld ímóti B68, sigur HB venjarin
Jan C. Dam.
Tá ið B68 var í Gundadali
20. apríl, leyp næstan einki av
hjá heimaliðnum. Jóhan Troest
Davidsen skoraði einsamalla málið,
tá ið tað restaðu fimm minuttir.
Uppflytararnir í B68 eru illa
sperdir. Higartil hevur tað ikki
eydnast at vinna fulla úrtøku.
Ímóti Skála endaði tað fyri sjeyndu
ferð við javnleiki. Dysturin í kvøld
verður tann síðsti hjá Hákuni
Edmundson fyri barndómsfelagið
í hesum umfarinum. Nú fer hann til
Danmarkar og Vendsyssel at spæla.
– Vit halda fokus á næstu av
bjóðingini, og vit hava álit á,
at tað fer at gleppa, sigur Páll
Guðlaugsson, venjari hjá B68.
Víkingur er í aldudalinum
TB-VÍKINGUR: DAGFINN FORNÁ
FRÍGGJADAGIN KL. 18.30
Sigfríður Clementsen hevur ikki
tapt, síðani hann tók við venjara
starvinum á Tvøroyri. Eftir sigur
á heimavølli ímóti NSÍ endaði tað
javnt í Fuglafirði sunnudagin.
– Vit vóru stinnir taktiskt í
Fuglafirði, og tað eiga okkara rós
fyri. Setningurin er tann sami, sum
hann var, tá ið eg tók við. Hann er
at TB skal enda á 26 stigum, sum
ivaleyst verður nóg mikið fyri at
varðveita plássið í fremstu røð. Vit
hava vunnið fýra stig, og nú eru tað
tólv stig fram til 26, sigur Sigfríður
Clementsen.
Tú kennir Víkinga spælararnar
væl?
– Eg var saman við teimum í
tvey og eitt hálvt ár, so eg kenni teir
ógvuliga væl. Men teir fáa einki
fyri einki her suðuri. Vit halda
okkum hava góðan møguleika
at vinna úrtøku, sigur Sigfríður
Clementsen.
Setningurin hjá nýggja Víkinga
venjaranum, Sámali Erik Hentze,
var og er saman við spælarunum
at vinna fyrsta FM heitið til felagið.
Víkingur er næstfremst, men tað er
dragnað fram til oddasessin:
– Eftir tap ímóti KÍ og NSÍ
mugu vit ásanna, at vit eru í lítlum
aldudali. Tað ræður um at reisa
seg nú beinanvegin. NSÍ hevur
verið í aldudali, og B36 er kanska í
aldudali. Klaksvíkingar eru raskir,
men tað kann vera, at teir eisini
fara í aldudal, og so ræður um
hjá okkum at vera klárir, sigur
Sigfríður Clementsen.
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
15
11
2
2
28-10
+18
35
2
Víkingur
15
8
4
3
30-20
+10
28
3
NSÍ
15
9
0
6
34-25
+9
27
4
B36
15
7
5
3
24-14
+10
26
5
HB
15
6
4
5
20-17
+3
22
6
ÍF
15
6
4
5
26-30
-4
22
7
TB
15
3
5
7
16-24
-8
14
8
Skála
15
3
5
7
13-21
-8
14
9
AB
15
1
6
8
15-22
-7
9
10 B68
15
0
7
8
14-37
23
7
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
NSÍ - B36
HB - B68
TB - Víkingur
Skála - ÍF
KÍ - AB
KENDI TIPPARIN
Jóhanna á Bergi
Stjóri í Atlantic Airways
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði fyrrverandi
landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen
Hann hevði tveir rættar av fimm. HB bjargaði honum
annað stigið, meðan hin rætti var javnleikurin hjá
heimamonnunum á Toftum móti Skála.
Jógvan Martin Olsen tippaði: NSÍ-Víkingur X (4-2), ÍF-TB 1
(2-2), B36-KÍ X (0-1), B68-Skála X (1-1) og AB-HB 2 (0-1)