hósdagur 23. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JUNI 2016
SOSIALURIN 72
28
Ikki við:
Tórður Thomsen (skaddur)
Ikki við:
Arnbjørn T. Hansen
(knæ, langtíðarskaddur)
Pál M. Joensen (knæ, ivasamt)
Ikki við:
Hanus Jacobsen
(Fipurspreinging,
ógreitt hvussu leingi)
Heðin Hansen (Leikbann)
Ikki við: Jann Benjaminsen
(brotið fingurin, 3 vikur)
Jens Joensen (leikbannaður)
Einar Tróndargjógv,
burturstaddur)
Haraldur R. Højgaard (mjødnin,
langtíðarskaddur)
Andras Frederiksberg (lærkrikin,
langtíðarskaddur)
Ikki við:
Niklas Poulsen (Skaddur í økslini,
ógreitt hvussu leingi),
Jóhan Dávur Højgaard
(Leikbann)
JÓANNES HANSEN
Í
kvøld fer landskappingin
í summarfrí. Sekstanda
umfar er á skrá. Í gjárkvøldið
spældu og NSÍ og B36, sum
í dag fer av landinum við kós
ímóti Malta, har fyrsta royndin í
europeisku meistarakappingini
verður týsdagin.
Næstu vikurnar skulu eisini
Víkingur, NSÍ og HB royna seg
í altjóða avbjóðingum. Fyrstu
dystirnir hjá teimum vera
hóskvøldið.
KÍ eigur ongar altjóða uppgávur
í summar. Harvið er møguleiki hjá
teimum á toppliðnum at halda frí í
nakrar dagar, áðrenn teir fara undir
spennandi avbjóðingina heima á
landi. Støðutalvan sigur, at hon er
at vinna fyrsta FM heitið í seytjan
ár og at vinna fyrsta finalusigurin í
steypakappingini í seytjan ár.
Um tað er teimum, sum fara at
taka lut í europeisku kappingini, til
fyrimunar, at tey fáa dystarvenjing
næstu vikurnar, ella um tað verður
KÍ til fyrimunar at halda frí fæst
at vita, tá ið landskappingin um
ólavsøkumundið kemur úr aftur
summarfrí.
Í kvøld fæst at vita, hvussu nógv
stigini verða, sum avbjóðararnir hjá
KÍ skulu vinna seg inn á toppliðið,
um tað skal eydnast at forða fyri,
at gullið endar í Klaksvík.
Metini
Síðstu vikurnar ella rættari
mánaðirnar hevur tað gingið sum
eftir ánni í Klaksvík. Í átta lands
kappingardystum á rað hevur
liðið vunnið fulla úrtøku. Tað er
ikki met. Eitt nú vann B36 í fjør á
leiðini ímóti FM tíggju dystir á rað.
KÍ liðið hevur ikki tapt tólv
tær seinastu ferðirnar ella í eitt
heilt fjórðingsár. 20. mars var
verjuspælið ikki sannførandi, tá
ið HB vann 4-2 á KÍ í Gundadali.
Síðani er alt koppað á høvdið, og
KÍ verjan er nú sum bergið. Seks
tær seinastu ferðirnar er einki
mál farið ígjøgnum hjá Kristiani
Joensen. Tað er met. Ongantíð
áður hevur eitt lið spælt seks
landskappingardystir á rað, uttan
at nakað mál er farið ígjøgnum.
Síðsta málið ímóti KÍ varð skorað
í Klaksvík fyrsta mai, tá ið Kristian
Anton Andreassen legði B68
framum 1-0 (KÍ vann 4-1). Tað málið
varð skorað í 31. minutti, og harvið
hevur Kristian Joensen ikki verið
í meskunum eftir bóltinum í 600
minuttir!
Stigatalvan sigur, at toppliðið
hevur 35 stig. Tvær ferðir áður
hevur toppliðið havt fleiri stig
enn so eftir fimtan umfør. Í báðum
førum var talan um B36, sum við
kós ímóti FM í bæði 2011 og 2014
hevði 37 stig eftir fimtan umfør. Í
fyrra førinum var tað núverandi KÍ
venjarin, Mikkjal Thomassen, sum
saman við John Petersen hevði
ábyrgdina.
AB fær illa mannað lið
KÍ-AB: RÚNI GAARDBO
FRÍGGJADAGIN KL. 19.00
Tað kemur illa við millum fótbólts
glaðu norðoyingarnar, at lands
kappingin í kvøld fer í summarfrí.
Teimum hevði líkað betur, um tað
var spælt fleiri ferðir um vikuna!
Punktum undan summar
steðginum verður sett ímóti AB:
– Vit hava vunnið ímóti øllum
liðunum uttan ímóti AB. Í kvøld
verður talan um øðrvísi avbjóðing,
enn tað var ímóti B36 í Gundadali.
Serliga í seinna hálvleiki dúvaðu
vit tá nógv upp á kontra. Soleiðis
verður tað neyvan ímóti AB, sigur
Jóannes Bjartalíð.
Í Gundadali var tað serbiski
miðvallarin Semir Hadzibulic, ið
var einsamallur málskjútti. Hann
er farin til Serbia í summarfrí
og verður tískil ikki við í kvøld.
Tað eru nógvir um boðið at loysa
av. Súni Olsen hevur tvær tær
seinastu ferðirnar fingið eitt
sindur av dystarvenjing. Onnur
boð eru Heðin Klakstein og Dávid
Langgaard, sum saman við Tórur
Justesen og Niels Paula Danielsen
spældi allar 90 minuttirnar á
næstbesta liðnum mikudagin í
Vági.
Tølini siga, at tað ofta roynist
væl í Klaksvík hjá AB, sum fyrr í
ár megnaði 1-1 á heimavølli ímóti
KÍ. Í fjør vann AB annan dystin í
Klaksvík 3-1, meðan KÍ vann hin 2-1.
Hóast AB er undir strikuni og
hevur tapt átta ferðir, so hevur
talan ongantíð verið um stórtap.
Felags fyri øll tapini er, at tey hava
verið við einum máli.
– Vit eru vónbrotnir eftir tapini
á Skála og ímóti HB. Stóri trupul
leikin er, at álopsspælið er ikki
nóg gott. Tað endar sum oftast við
longum sendingum, og tað vita vit
nyttar einki ímóti KÍ, sigur Dion
Splidt, sum er ein av monnunum,
ið eru komnir aftur til AB og skulu
vera við til at bjarga plássinum í
bestu deildini.
Dion verður ikki við í kvøld.
Sum tað sæst longri niðri á síðuni,
so er AB listin við spælarum, sum
ikki eru tøkir so langur, sum tað
sjáldan er at síggja. Tað eru avboð
í verju, á miðvølli og í álopi. Tað
er ikki víst, at talið verður fult á
dómaraseðlinum! Ein uggi er tað,
at Símun Hansen er tøkur at vera
við í álopinum.
Skulu reisa seg
eftir vónbrot
SKÁLA-ÍF: RANSIN N. DJURHUUS
FRÍGGJADAGIN KL. 18.30
Felags fyri skálamenn og fugl
firðingar er, at teirra lið sunnudagin
vóru partar av javnleikum, og
at bæði liðini kendu seg at hava
góðan møguleika at vinna fulla
úrtøku.
– Tríggjar tær seinastu ferðirnar
hava vit ikki tapt. Úrtøkan hevur
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
VÍKINGUR
NSÍ
B68
FÓTBÓLTUR Tað er neyvan komið fyri áður er
tað komið fyri, at eitt lið hevur spælt seks ferðir
á rað, uttan at mótstøðuliðið hevur skorað
Upptakt
ÍTRÓTTUR
KRISTIAN HEVUR
HILDIÐ TÆTT Í 600
MINUTTIR