Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Bjørghild djurhuus Kjak síða 10 Fram­ haldsdeild ella ikki Helena dam á neystabø Kjaks síða 10 Framtíð í yrkis­út­ búgvi­ng Orrustan í Bretlandi í kjalar­vørr­i­ num á fólka­atkvøðuni um at loysa frá ES hósdagin er gott dømi um vánalig politisk avrik. Úrslitið vísir eisini, at ein fólka­ at­kvøða ikki er at spæla við hjá pol­ it­ik­ar­um, sum einki meina við tað kortini. Tað var undan seinasta tjóð­ar­ tings­vali í Bretlandi í fjør, at Dav­id Cameron, forsætisráðharri, lov­aði eina fólkaatkvøðu um ES spurn­ ing­in. Orsøkin til tess var, at UKIP, flokk­urin, sum virkar fyri at fáa Bret­land úr ES, tyktist hava vind í seglu­num. Fyri at vinna atkvøður aft­ur til Konservativa flokkin, lov­ aði Cameron fólkaatkvøðuna. Vit kunnu siga, at David Cam­e­r­ on soleiðis hevur offrað bæði sína per­són­ligu politisku yrkisleið og kanska eisini sameinda kongaríkið Bret­land við síni hálvhjartaðu støðu. Ivaleyst væntaði David Camer­ on at vinna fólkaatkvøðuna, og at fólk­ið fór at velja ES til heldur enn frá. Tað sama hevur Labour leiðsl­ an ivaleyst hildið. Men hóast leiðslan í Kon­ser­v­a­ tiva flokkinum, leiðslan í Labour, leið­andi vinnulívsfólk og nógv onn­ ur úr elituni mæltu fólkinum til at varð­veita bretska ES limaskapin, so hjálpti einki, tí fólkið valdi tað øv­ugta. Tað er týðuligt, at fólkið ikki hevur lurtað eftir politikarunum – helst tí at fólkið troyttast av politikarum. Og tá so er, so hava politikararnir mist trúvirði. Sjálvandi er tað eitt misálit á forsætismálaráðharran, at hann tapir eina fólkaatkvøðu, tí var einki annað væntandi, enn at hann fór at leggja frá sær. Timburmenninir hjá í Labour snúgva seg eisini um hjálvhjartaða inn­sats­in hjá Jeremy Corbyn, floks­for­manni, sum eins og David Cameron ikki hevur tikið fólka­at­ kvøð­una í nóg stórum álvara. Men fólkið hevur talað, og fólkið vil, at Bretland skal úr ES. Tað er sjálvsagt ein avgerð, sum skal virðast. Tá fólkið verður spurt, so skal svarið sjálvandi viðrast. Men í hesum føri, so hava leiðandi politikararnir ætlað, at svarið skuldi vera tað øvugta. Vit kunnu hava ymsar meiningar um bretska ES limaskapin. Men lærdómurin má vera, at skulu vit hava fólkaatkvøður, so skal tær fyrireikast væl og virðiliga. Størst­ an týdning hevur tað tó, at politiska skip­anin tekur fólkaatkvøðuna í álv­ara, tí svarið skal altíð virðast. Høvuðsmaðurin í Bretlandi hev­ ur tó stungið halan millum beini, tí úrs­lit­ið ikki hóvaði honum. Timburmenn í bretlandi Tað vóru fleiri túsund fólk í Vágs­botni í sunnunáttina í sambandi við tón­leika­til­ tak­ið Voxbotn. Men tað var ser­liga ein maður, sum vakti ans. Tað vóru fleiri, sum hildu tað vera stuttligt at fara upp á húsatekjur í mið­ býnum fyri at síggja bet­ur og sostatt sótu fólk uppi á tekjuni á Sirkus, og á Ting­ hús­u­num høvdu tveir mans eisini klintrað upp á tak­ið eftir byggipallinum, sum stendur upp eftir húsi­num í sambandi við um­væl­ing­ar­ ar­beið­i. Men so var tað eisini hann, sum var farin heilt upp á tak­ið á Hotel Tórshavn. Hann var farin upp ígjøgnum brand­trappuna, heilt upp á tak­ið og har setti hann seg púra skilaleyst á kantin við bein­inum dinglandi útav fyri at síggja betur. Løgreglan sigur, at vakt­ ar­hald­ið á Voxbotni var væl skip­að, og tey fingu hann nið­ur­aftur, áðrenn skaði hendi. Men var hann á­halds­ in, so at hann fór útav, hevði hann ikki borið boð í bý, tí tað eru fimm hæddir niður í veg­in. Fleiri fangaði tankaleysa mann­in í myndatólinum, áðr­enn hann fekst nið­ur­ av­aft­ur, og her er ein mynd av honum, har hann situr á kantinum, við beinunum útav. Hesin heldur at lívið er at spæla við Cameron fekk ikki tað svarið, hann ætlaði – og rýmir Í summar verður gamla san­a­toriið í Hoydølum karm­ur um eina pop-up mat­stovu. Leif Sørensen er heil­in handan eina matskrá við fimm føroyskum rætt­ um í nýggjum, lekrum hami. Toskurin skal ikki long­ur langtíðarbaða í kók­ andi vatni, laksurin verð­ur klæddur í grønt, og ræsti fiskurin verður end­ur­fødd­ ur í einari risotto. Insanetorium verður eitt stað, har tað skal vera stutt­ligt, lekkurt og ódýrt at eta góðan føroyskan mat. Karm­arnir verða óformligir og hugn­a­ligir, og maturin ein­falt borðreiddur. Aft­ur­ við matinum kann ein vín- ella djússkrá veljast afturat. Matstovan verður op­in ávísir dagar í tíð­ar­skeið­ num 30. juni – 6. august. Leif Sørensen poppar upp Í summmar fer Leif Sørensen, kokkur, at hava eina sonevnda »pop up« matstovu á gamla sanatoriinum í Hoydølum