mánadagur 27. juni 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HETTA ER TANN BERI
ILLVILJI FRÁ BÝRÁÐNUM
Áki Bertholdsen
Tann 15. januar í fjør brunnu
eini summarhús við Sunds
vegin í Havn, í grund.
Men nú er eigarin fangað
ur í eini fellu, tí nú sleppur
hann kanska ikki at ikki at
byggja húsini upp aftur.
Eigarin hevur søkt Tórs
havnar Býráð um loyvi til at
byggja húsið uppaftur við
nøkrum broytingum, soleiðis
at tey verða eitt sindur størri.
Men verður tað ikki góð
tikið, hevur hann í øðrum lagi
biðið um loyvi til at byggja
eini sama slag hús uppaftur
sum tey, ið brunnu í grund.
Men tað gongur illa hjá
honum at fáa byggiloyvi, og
málið skal nú viðgerast í um
sitingini í býráðnum einaferð
enn.
Umsitingin hjá býráðnum
mælir býráðnum frá at geva
teimum loyvi til at byggja
nakað upp aftur á stykki
num.
Umsitingin visir á, at
ongin kloakk er løgd til økið
og at eftir reglunum kann
kommunan ikki geva byggi
loyvi til eini hús, uttan at
kloakk er til tey.
–
Eftir
reglunum
hjá
kommununi er ein kloak
skipan ein treyt fyri at fáa
byggiloyvi til eini hús, sigur
umsitingin.
Harafturat kemur, at í
byggisamtyktini er økið, har
húsini standa, ikki byggiøki.
Tað er nevniliga sett av til
at vera urtagarðsøki, og tað
mesta, sum er loyvt at byggja
har, eru amboðsskúrðar upp
á í mesta lagi 10 fermetrar. Og
á hesum stykkinum er longu
ein skúrður, sum er níggju
fermetrar til støddar.
Annars vóru sjálv húsini,
sum brunnu í grund, góðar 40
fermetrar til støddar
Luktar langt vekk
Tá ið býráðið viðgjørdi málið
herfyri, harmaðist Tróndur
Sigurðsson, formaður í byggi-
og býarskipanarnevndini um
støðuna.
Men hann kann ikki koma
til nakra aðra niðurstøðu,
enn býráðið hevur onkran
ampa av málinum, tí hann
heldur, at hetta luktar langt
vekk av at vera tann beri
illvilji frá býráðnum.
Hann
sigur,
at
hann
hevur kannað málið, og
hann staðfestir, at býráðið
kann ikki nokta eigarunum
at byggja eini sama slag hús
upp aftur, sum tey í brunnu.
Hann vísir á, at húsini eru
bygd fult lógliga í fýratiárun
um, áðrenn nøkur byggisam
tykt var, og tí er er einki sum
forðar eigarunum at byggja
eini sama slag hús upp aftur
sum tey í brunnu.
Í byggisamtyktini stendur
eisini, at hon er ikki til
hindurs fyri, at hús, sum
longu vóru lógliga bygd,
verða varðveitt, ella at hildið
verður fram við lógligari
nýtslu av eini ogn.
Men tað er ikki loyvt at
vaksa um hús við at byggja
um ella at taka tey til aðra
nýtslu, sum er ímóti í byggi
samtyktini.
Í leigusáttmálanum ímill
um tey, sum eiga summar
húsið, og Føroya Jarðarráð,
stendur, at tey hava ikki loyvi
til at byggja urtagarðshús
á stykkinum og heldur ikki
aðrar bygningar, uttan við
serstøkum loyvi.
Men tað stendur eisini
viðmerkt, at eini summarhús
standa á stykkinum, ið loyvi
er givið til.
Umsitingin
hjá
Býráð
num sigur, annars, at hóast
tey hava leitað væl í skjala
goymsluni hjá býráðnum, er
einki loyvi at finna til hetta
summarhúsið.
Umsitingin vísir eisini
á, at mál, ið líkjast hesum,
hava áður verið til viðgerar í
býráðnum, og tá varð byggi
loyvi ikki givið, tí uppaftur
bygging var ikki í samsvar
við byggisamtyktina. Tann
avgerðin varð síðani stað
fest í kærunevndini í lendis
málum.
Hava fullan rætt
Tá ið málið var til viðgerar
í Byggi- og byarskipanar
nevndini hjá býráðnum, sam
tykti ein minniluti, Jákup
Dam og Bjørghild Djurhuus,
at halda seg til tilmælið frá
umsitingini, og at nokta
byggiloyvi.
– Vit hava eitt rættiliga
greitt tilmæli frá umsitingini,
og eg plagi at halda meg
til tey tilmæli, vit fáa frá
umsitingini, og søgan er ikki
longri enn so, sigur Jákup
Dam, og tað var Bjørghild
Djurhuus samd í.
Hinvegin mælti meiri
lutin í nevndini, Tróndur
Sigurðsson,
Annfinn
Brekkstein og Helena D. á
Neystabø, til at ganga um
sóknini um byggiloyvi á møti.
– Tey, sum eiga húsini,
hava fullan rætt at byggja
eini sama slag hús uppaftur,
men tað noktar býráðið
teimum, og tað er ikki ílagi,
tí tað hevur kommunan ikki
loyvi til, staðfesti Tróndur
Sigurðsson.
Eisini Annfinn Brekkstein
staðfestir,
at
umsøkjarin
hevur fullan rætt til at
byggja húsini uppaftur í
sama líki sum húsini, ið stóðu
har frammaundan.
Marin
Katrina
Frýdal
vísir á, at húsini vórðu bygd,
áðrenn byggisamtyktin varð
sett í verk, og sostatt eru tey
lóglig. Og tá ið eini lóglig hús
brenna, er loyvt at byggja
eini sama slag hús uppaftur
og tað heldur hon eisini, at
hesi fólkini skulu fáa loyvi til.
Annars eru tað summir
býráðslimir, sum halda tað,
at tað er ikki nógv urtagarðs
brúk í sokallaða urtagarðs
økinum við Sundsvegin, og
tí halda teir, at tað tað besta
hevði verið at broytt byggi
samtyktyktina og at gera tað
til eitt byggiøki, kanska til
summarhúsøki, og at leggja
kloakk til økið.
Men tað er eitt heilt annað
mál, sum krevur eina viðger
fyri seg.
HETTA LUKTAR
Tey, sum átti eini summarhús í Havn, sum brunnu í grund í fjør, sleppa kanska ikki at byggja tey uppaftur
– Tey hava fullan rætt at byggja eini sama slag hús uppaftur, men tað noktar býráðið teimum,
og tað er ikki ílagi, staðfestir Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini
Fyri einum hálvum øðrum ári síðani brunnu hesi summarhúsini í Havn, í grund, men
nú forða lógir og reglur kanska fyri, at eigarin sleppur at byggja tey uppaftur
FANGAÐ Í FELLUNI
IKKI Í LAGI
Býráðið hevur
onkran ampa av
málinum
Tað hevur kommunan
ikki loyvi til