Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Tann 21. apríl 2016 Ein dagur, sum broytti valds­býtið í stóra milliarda­ sam­tak­inum við høvuðs­sæt­ inum á Konga­brúnni. Aðal­ fundurin hjá Ognarfelag Tryggingar­takarana hendan dagin í apríl avgjørdi hvør skuldi eiga valdið í felag­num við teimum dýru sess­unum. Eingin ivi var um, hvørju liðini vóru, sum hendan dagin dystaðust um at­ kvøður­nar hjá Umboðs­ráðs­ limum og eingin ivi er um, hvat lið vann. Gunnar vs. Arna Málið er komplekst og orsøk­ ir­nar til stríðið nógvar. Men givið er tað, at skulu vit finna ein av høvuðsorsøkunum til, at Regin Hammer í vikuni misti høvdið, so skulu vit leita aftur til stríðið millum bæði liðini í TF Holding sam­ tak­inum áðrenn aðalfundin í apríl. Vit byrja afturi í 2015. Seinasta árið hevur staðið at kalla á jøvnum í nevnd­ini hjá TF Holding. Ósemjur hava týðiliga verið, tí í seksmanna nevndini hev­ur ikki eydnast at velja ein for­ mann. Trý-trý varð støðan eftir aðalfundin í 2015, tá ið nývalda nevndin skuldi velja sær formann fyri nevndina, sum stýrir TF. Maðurin við roynd­unum og drúgvu tíð­ini í TF, Gunnar í Liða, møtti einum avbjóðara og í Arna Brattabergi var tætt við, at Gunnar mátti leggja kongin eftir aðalfundin í 2015. Men tá javnt stóð mill­ um sitandi formannin og av­ bjóð­aran, ja so varð valt, at for­mansins atkvøða í hesum førinum skuldi telja meira enn hinar atkvøðurnar, og tí varð Gunnar sitandi sum formaður. Tað er eis­ini vanligt í øðrum saman­hang­ um – stendur á jøvnum, so er tað formansins atkvøða, sum eigur avgerandi orðið. Men hetta gekk ikki leingi. Í februar í ár kom Skráseting Føroya eftir, at tað ikki var rætt, at formansins at­kvøða í hesum føri taldi meira enn hinar og tí skuldi luta­ kast vera um, hvørt Arni Brattaberg ella Gunnar í Liða skuldu virka sum formaður fram til næsta aðalfundin 21. apríl 2016. Og lutakastið broytti valdsjavnvágina, tí Arni dróg longra strái. Umboðsráðið avgerandi týdning Um sama mundi sum, at Skráseting Føroya fyrr í ár broytti heitið á formann­ inum í TF Holding, var um­ boðs­ráðsval á skránni í TF Holding. 18 fólk skuldu velj­ ast til valið, sum síðsta freist at greiða atkvøðu til, var 29. februar. Sama Umboðsráð – harav helmingurin vóru vald hend­an dagin í februar, summi nývald onnur TF HOLDING Kantarnir vóru hvasst teknaðir, tá ið Umboðsráðið skuldi velja nýggja nevnd í TF Holding. Ein avgerð, sum ivaleyst er ein av orsøkunum til, at stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum varð sendur til hús í farnu viku VALDSBÝTI BROYTIR MILLIARDA- SAMTAKIÐ TF Holding – tann nevndin, sum avgerð valdið í samtakinum Arni D. Brattaberg  formaður Ingeborg Godtfred, næstforkvinna Karl Birgir Isaksen, nevndarlimur Birgir Nielsen, nevndarlimur Annika Waag, nevndarlimur Annika Thomsen (starvsfólkavald) Sverri Justinussen (starvsfólkavaldur) Helgi Nielsen (starvsfólkavaldur) Tryggingarfealgið Føroyar Lars Bonde, nevndarformaður Ingunn Eiriksdóttir, næstforkvinna Ingeborg Godtfred, nevndarlimur Karl Birgir Isaksen, nevndarlimur Teitur Samuelsen, nevndarlimur, óheftur, førleikar innan roknskap  Sonni L. Petersen, nevndarlimur (starvsfólkavaldur) John Eystberg, nevndarlimur (starvsfólkavaldur) Selinda í Heiðunum, nevndarlimur (starvsfólkavald) Gunnar í Liða og Jákup Egholm sótu sum nevndar­ formaður og næstformaður í Trygginarfelagnum Føroyum, áðrenn aðalfundin í TF. Í teirra stað eru komin Lars Bonde og Ingunn Eiriksdóttir. Eik Torben Nielsen, formaður Arni D. Brattaberg Birgir Nielsen Marion á Lakjuni Kristian Østergaard, starvsfólkaumboð Magnus Emil Poulsen, starvsfólkaumboð Margreth D. Djurhuus, starvsfólkaumboð Arni D. Brattaberg og Birgir Nielsen eru nýggir í nevndini í Eik. Áðrenn aðalfundin hjá TF í apríl, vóru tað Gunnar í Liða og Jákup Egholm, sum áttu hesar sessirnar – Jákup misti sessin tá hann ikki varð aftur­ valdur til nevndina í TF, meðan Gunnar í Liða legði alt frá sær, tá ið hann ikki longur var í meiriluta í TF. Betri Pensjón Á heimasíðni hjá Betri Pensjón stendur Regin Hammer framvegis til at vera nevndarformaður. Vit ganga tó út frá, at tað eisini er broytt. Súni Schwartz Jacobsen, næstformaður Heini Joensen, nevndarlimur Herálvur Jacobsen, nevndarlimur Bogi Petursson Nielsen, nevndarlimur, óheftur, førleikar innan roknskap og grannskoðan  Broytingar í nevndunum Nevndarsamansetingarnar í TF Holding samtakinum eru broyttar seinastu mánaðirnar og valdið er skift frá tí eina vonginum til hin. Summir lyklapersónar eru skiftir út, meðan aðrir eru komnir inn. Her er yvirlit yvir nevndirnar hjá TF samtakinum.