Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 TF HOLDING afturvald – skuldu síðani velja tríggjar nevndar­ limir í TF Holding nevnd­ ina 21. apríl, tá ið aðal­fund­ urin var á skránni. Eins og við Umboðsráðnum, so er nevndarvalið til TF Holding skipað á tann hátt, at trý fólk verða vald í nevndina á hvørjum árið, og tey verða vald fyri tvey ár í senn. Tað merkti so í praksis, at tá ið Umboðsráðið skuldi velja teir tríggjar nevndar­ limir­nar í TF Holding nevnd­ ina í apríl, ja so vóru tað hvørki Gunnar í Liða, Arni Brattaberg ella Ingeborg Goftfred (stuðul hjá Arna Brattaberg), sum stóðu fyri valið. Tískil vóru tað stuðlar teirra, sum skuldu veljast í nevnd­ina, og harvið var Gunnar í Liða í minniluta frá byrjanini. Sum flestum kunnugt gjørd­ist tað Arni Brattaberg, sum fekk stuðulin til aðal­ fundin í apríl í og við, at tað vóru hansara stuðlar, sum fóru avstað við teimum trim­ um sessunum í TF Holding nevndini. Vald vórðu Annika Waag, Birgir Nielsen og Karl Birgir Isaksen – trý fólk, sum sama kvøld peikaðu á Arna Brattaberg sum for­ mann í nevndini og Ingeborg Godtfred sum næst­for­ kvinnu. Sostatt var eingin ivi um, at Gunnar í Liða hend­ an dagin misti allar sínar stuðl­ar. Tey, ið stóðu fyri valið vóru Annika Waag, Jan Muller og Jákup Egholm, har av bert tann, ið framman­ undan stuðlaði Arna Brattabergi – Annika Waag – var afturvald, meðan hinir báðir fullu. Hvat merkir bygnaðarbroytingar? Síðani nýggja nevndin hevur tikið við og Arni Brattaberg formelt er valdur sum formaður, hevur orðið »bygnaðar­broytingar« javn­ an verið at hoyrt úr TF sam­ tak­inum. Seinastu árini hava at­finningar­somu røddirnar verið nógvar í tali, tá ið um­ ræður bygnaðin, sum TF Holding hevur. Her verður ser­stak­liga sipað til, at tey somu fólkini ganga aftur í nevndum og fyritøkum hjá TF samtakinum og greiðasta dømið um tað eru ymisku heitini hjá forstjóranum í TF Holding og Eik Banka, Súna Schwartz Jacobsen. Men nakað bendir nú á, at orðið »bygnaðarbroytingar« hevur ein annan týdning enn tann, sum upprunaliga hildið av mongum, tá ið nývaldi for­maðurin tók tað á tungu eftir aðalfundin í apríl. Meðan mong skiltu hetta sum, at talan var um at fáa fleiri álitis­fólk í TF samtakið og harvið fáa greiðan skilna mill­um ymisku aktørarnar í sam­takinum, so letur til, at tað kanska er okkurt annað, sum er undir uppsigling í sam­tak­inum hjá føroysku tryggingar­takarunum. Tí fyrstur at missa høvdið varð stjórin í Tryggingar­ felag­num Føroyum, Regin Hammer, og grundgevingin frá nevndini í TF Holding var, at man ynskti at samansjóða eindir­nar í TF – hvat so enn tað í praksis merkir. Tað hevur tó ljóðað, at tá Gunnar í Liða og hans­ara stuðlar mistu takið á sam­tak­ inum, ja so merkti tað beinan vegin eina ótrygga framtíð fyri fleiri av lykla­persón­ unum í samtakinum. Og ein teirra, sum eftir øllum at døma kundi kallast Gunnar stuðul, var júst frákoyrdi tryggingar­stjórin. Valdsbýti í TF samtak­ inum er broytt og tað hevur ikki bara merkt broyt­ingar í stjórasessinum í Tryggingar­ felagnum. Tað sæst eisini aftur á nevndar­saman­ seting­unum, sum tú kanst síggja aðrastaðni á síðuni. barbara@sosialurin.fo Ognarfelag Tryggingartakaranna TF Holding P/F Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen Regin Hammer (frákoyrdur stjóri) Tryggingarfelagið Føroyar P/F Fyribils forstjóri: Mortan Poulsen Betri pensjón P/F Stjóri: Mortan Poulsen TF Ognir Sp/F Stjóri: Súni Schwartz Jacobsen TF Íløgur Sp/F Stjóri: Súni Schwartz Jacobsen Faroese Insurance Company Guernsey Ltd Eik Banki P/F Forstjóri: Súni Schwartz Jacobsen Inni P/F Súni Schwartz Jacobsen, formaður Øssur Skeel Nolsøe Kristine Ellingsgaard Faroe Insurance Company Guernsey Alan Merrien Regin Mittún Petersen Súni Schwartz Jacobsen TF Ognir Eingin nevnd sæst, men Súni Schwartz Jacobsen stendur til at vera stjóri TF Íløgur Eingin nevnd sæst, men Súni Schwartz Jacobsen stendur til at vera stjóri Savnsmynd