mánadagur 27. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orkusparingar skulu fáa
pengar til viðlíkahaldið
ORKUSPARINGAR
Árni Gregersen
Sum víst á í aðrari grein her
á síðunum, so verður alt
ov lítið av pengum sett av
til at viðlíkahalda mongu
almennu bygningarnar, sum
verða brúktir av almennum
stovnum.
Landsverk hevur av álvara
tikið hendan spurningin upp
og víst á, at verður onki gjørt,
so forfella almennu bygning
arnir og standa ikki til at
bjarga.
Landsverk hevur eisini
loysnir fyri, hvussu hetta
kann gerast.
Fyrst og fremst hevur
stjórin á Landsverk skotið
upp, at almennir stovnar
gjalda húsaleigu fyri at
brúka almennar bygningar.
Hesin peningurin kann
so brúkast at viðlíkahalda
bygningarnir fyri.
Í løtuni verða bert 22
milljónir settar av til við
líkahald.
Akutti
tørvurin
– altso tað sum skal gerast
her og nú – er 124 milljónir
krónur.
Tí má okkurt gerst nú.
Orkutak
Landsverk sigur seg vilja
ganga á odda, so eitt nøkt
andi støði verður hildið við
viðlíkahaldi.
Tískil er alneyðugt at
hugsa nýtt og velja loysnir,
ið onkursvegna kunnu fáa
verandi
viðlikahaldsjáttan
at røkka longst møguliga.
Eitt boð upp á eina loysn,
ið sjálvandi ikki loysir allar
trupulleikar,
men
sum
við vissu er eitt stig rætta
vegin við stórum møgu
leika fyri sparingum, er
at orkuumvæla almennar
bygningar.
Í hesum árinum verður
farið undir verkætlanina
»Orkutak«, har Landsverk
saman við avvarðandi stovn
um fíggjar neyðugar orku
umvælingar í bygningunum,
sigur Landsverk.
Orkutak hevur við sær,
at bygningar verða bjálvaðir
eftir nútíðar standardum,
men eisini at bygningarnir
verða hitaðir á skilabestan
hátt. Tað vil siga, at tær
skilabestu loysnirnar fyri
upphiting skulu veljast fyri
einstøku bygningarnar.
Hetta kann hava við sær,
at slagið av upphiting verður
broytt. Hetta fer sjálvandi at
kosta eitt sindur, men uppá
longri sikt fer hetta at geva
avlop, sum so kann gera, at
peningurin til viðlíkahald
røkkur longri enn hann ger
í dag.
Alneyðugt er at hugsa
nýtt og velja loysnir, ið
onkursvegna
kunnu
fáa
verandi viðlíkahaldsjáttan at
røkka longst møguliga, sigur
Landsverk.
Eitt boð upp á eina loysn,
ið sjálvandi ikki loysir allar
trupulleikar,
men
sum
við vissu er eitt stig rætta
vegin við stórum møgu
leika fyri sparingum, er
at orkuumvæla almennar
bygningar.
Í hesum árinum verður
farið undir verkætlanina
»Orkutak«, har Landsverk
saman
við
avvarðandi
stovnum fíggjar neyðugar
orkuumvælingar í bygning
unum.
Landsverk hevur gjørt
eitt roknstykki, sum ger at
stovnarnir, sum taka lut í
»orkuátakinum« skulu gjalda
95 prosent av tí, sum stovn
arnir hava brúkt til orku
seinastu fimm árini.
Hetta lættir um rakstrar
útreiðslurnar, men Lands
verk roknar við, at stovnarnir
fara at spara 20 prosent av
orkuútreiðslunum.
Tey 15 prosentini, sum
so leypa av, er ætlanin so
at brúka til viðlíkahald av
bygningunum.
Landsverk
hevur
tí
ætlanir um at seta í verk og
miðsavna eina húsavarðar
tænastu undir Landsverki,
ið skal taka sær av dagligu
uppgávunum
í
almennu
bygningunum.
Hetta
er
nakað,
sum
onkrar av størru kommunun
um longu hava gjørt við góð
um úrsliti.
Eitt
viðlíkahaldstoymi,
samansett av handverkarum
við ymiskum førleikum, sum
Landsverk
samskipar
og
gagnnýtir eftir tørvi, hevði
sett gongd á dagliga viðlíka
haldið og tryggjað, at virðið
í framdum íløgum ikki fellur.
Fáir bygningar hjá landin
um hava í dag nakran fastan
húsavørð.
Trupulleikin við at hava
ein húsavørð er, at hesin
má loysa allar uppgávur.
Hevur tú hinvegin eitt fak
liga samansett toymi og
eina miðsavnaða stýring,
er lættari at senda rætta
viðkomandi avstað til ávísu
uppgávurnar .
Ov lítið av pengum verður sett av til at viðlíkahalda almennar bygnignar og stovnar
Evald Kjølbro, stjóri á Landsverk, heldur at almennir stovnar eiga at gjalda húsaleigu
Hetta er ein av bygningunum,
sum gevur nógvar fermetrar
afturat til viðlíkahald