Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ORKUSPARINGAR Árni Gregersen Ognirnar hjá føroyskum almennu stovnum forfalla, tí tær ikki verða viðlíkahildnar nóg væl. Stjórin fyri Landsverk, Evald Kjølbro, staðfestir, at við­líka­haldið av almennum bygningum er langt afturút og at alt ov lítið av pengum verður avsett til hetta arbeiðið. Tørvurin nú er 124 milljónir krónur og hetta er bert fyri at gera tað, sum burdi verið gjørt fyrr. Stjórin á Landsverk stað­ festir ikki bert, at peningur manglar til hetta arbeiðið, men hann hevur eisini upp­ skot til eina loysn, sum í veru­leikanum eisini fer at verða ein sparing fyri stovnarnar og landskassan. Uppskotið gongur út uppá, at almennir stovnar skulu gjalda leigu fyri teir bygningar, stovnarnir húsast í. Sum er nú, so gjalda stovnarnir ikki húsaleigu fyri bygningar, sum landið ella stovnarnir sjálvir eiga. Tað vil siga, at alt ov lítið verður sett av til viðlíkahald, staðfestir Landsverk. – Í dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leig­ar­ar ikki rinda leigu í teimum bygningum, sum landið eigur. Hin­vegin rinda eitt nú Lands­verk og aðrir almennir leigarar leigu, har onnur enn landið eiga bygningarnar. Eitt nú til útleigarar á privata marknaðinum. – At munur so­leiðis verður gjørdur á, um al­ment virk­semi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella hjá øðrum út­leigara, er beinleiðis kappingar­av­ lagandi, sigur Evald Kjølbro, stjóri á Landsverk. Gjøgnumskygni Umframt at hesin mátin, sum verður brúkt­ur nú, er bein­ leiðis kappingaravlagandi, so forðar hann eisini fyri neyðugum gjøgnumskygni. Um tað var soleiðis, at almennu stovnarnir skuldi gjalda fyri húsaleigu, so hevði veruligi kostnaðurin eisini sæst betur. Harafturat hevði peningur komið inn til við­líka­hald. At almennu stovnarnir ikki eru í nóg góðum standi sæst av metingunum hjá lands­verk. Stovnurin vísir á, at sum støðan er í dag, so mangla 124 milljónir krónur til viðlíkahald, so átti at havt verið gjørt. Landsverk hevur ábyrgd at við­líka­hald almennar bygning­ar, sum til­samans eru 230.000 fermetrar. Tað vísir seg eisini, at hetta er nakað sum veksur rættu­liga skjótt. Mett verður, at tá ið vit koma til 2020, tá eru 300.000 fermetrar av bygningum, sum Landsverk skal viðlíkahalda. Stóru bygningarnir sum koma afturat eru H-bygningurin á Lands­ sjúkra­húsinum og stóri bygning­ur­in hjá Glasir í Markna­gili. – Við at kravt inn leigu hevði eisini borið til at fingið eina hóming av, hvat veru­ligu út­reiðslur­nar hjá tí almenna eru innan hetta økið. Tí hóast einki leigu­ gjald, sum nú er, minkar virðið á hesum bygningum støðugt orsakað av vantandi viðlíkahaldi. – Tað er bert spurningur um tíð, til ein ikki við­líka­ hildin bygningur er for­fallin so nógv, at hann nærum gerst virðisleysur og ikki stend­ur til at bjarga, sigur Evald Kjølbro. Vegir og bygningar Umframt at viðlíkahalda almennar bygningar, so skal lands­verk eisini við­líka­ halda lands­vega­kervið, men tað vísir seg, at meðan tað gerast færri kilo­metrar av almennum vegi at við­líka­ halda, so veksa bygnigns­ fermetrarnir. Nýggi skúlin í Marknagili og H-bygningurin á Lands­ sjúkrahúsinum eru nevndir, men fleiri íløgur eru gjørdar í til dømis sambýlir, skúlar og annað. Fyri at fyribyrgja for­falli, hevur Lands­verk í hyggju í størri mun at miðsavna við­ líkhaldið við at gera nýtslu av eini húsavarðartænastu, sum skal hava við­líka­halds­ uppgávur um hendi. Hetta fer at forða fyri forfalli, tí við eini slíkari tænastu, kann haldast eyga við við­líkhalds­støðuni á bygning­um og í røttum tíma seta inn, tá neyðugt er við størri ella smærri um­ vælingum. Landsverk arbeiðir somu­ leiðis við einum orku­átaki – nevnt Orkutakið – sum fer at minka um orku­nýtsluna og harvið minka rakstrar­ út­reiðslurnar av teimum bygningum undir landinum, ið verða orkuumvældir. Hetta fer við framtíðini í huga at bera í sær sparingar. Húsaleigu at gjalda viðlíkahaldið við Almennir stovnar eiga at gjalda húsaleigu, so peningurin kann brúkast til at viðlíkahalda bygningsarnar við, heldur Landsverk Skúli í Marknagili kemur við sløkum 20.000 fermetrum afturat, sum skulu viðlíkahaldast. Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at hann hevur ikki ráð at siga nei til góð hugskot, sum kunnu geva betri viðlíkahald – Eg havi biðið um, at vit fáa eitt neyvt yvirlit yvir, hvørjar nygningar almennir stovnar brúka – og hvussu nógvar fermetrar almennu stovnarnir hava brúk fyri. Henrik Old, landsstýrismaður við samferðslumálum, er heilt samdur við Landsverk, at okkurt má gerast, so peningur fæst til vega at viðlíkahalda almennar bygningar fyri. Men hann vil eisini hava at vita nágreiniliga, hvør stovnur brúkar hvat og hvussu nógvum fermetrum, stovnarnir í veruleikanum hava brúk fyri. -Vit vita øll, at hava vit fyrst vænt okkum tila t hava gott pláss, so gerst tað eitt krav. Tí má ein nágreinilig kanning gerast, so vit fáa eitt yvirlit, sigur Henrik Old. Hann sigur, at tað finst eitt yvirlit, men hann hevur biðið um, at hetta verður dagført og nágreinað. Landsstýrismaðurin tekur fult undir við, at almennu stovnarnir skulu gjalda húsaleigu. -Eg havi ikki ráð til at siga nei til góðu hugskotini, tí viðurskiftini eru ov vánalig og viðlíkahaldið er siglt afturút, sigur hann. Orkusparing Umframt at áleggja almennu stovnunum húsaleigu, hevur Landsvefrk eisini eina verkætlan, sum tey kalla Orkutak. Tað gongur út uppá, at almennir bygningar skulu eftirkannast fyri orkunnýtslu. Har forbrúkið er ov stórt verða broytingar gjørdar, og so skal ein partur av sparingunum brúkast til viðlíkahald annars. – Hatta havi eg eisini hoyrt um. Teir hava roynt handan vegin einaferð fyrr uttan at nakað kom burtuúr, men sum sagt, so havi eg ikki ráð at siga nei til góð hugskot, sigur Henrik Old, landsstýrismaður. Havi ikki ráð til at siga nei til góðu hug­skotini Landsstýrismaðurin við samferðslumálum,Henrik Old, Javnaðarflokkurin, tekur undir við upplegginum frá Landsverk