Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tá miðvingar vaknaðu í morgun, bar ikki til at sleppa undir brúsu. Sambært heima­ síðuni hjá kom­munu­ni – www.vaga.fo – høvdu íbúgv­ar í Mið­vági einki vatn í morgun. – Ein feilur á pumpu­ støðini  við Leitis­vatn gjørdi, at einki vatn kom niðan til reinsi­ verkið í Miðvági. Eingin brúsa - Í morgun var lítið og einki vatn, tá fólk í Mið­vági skuldu gera seg klár til eina nýggja arbeiðs­viku. Tað visti heimasíðan hjá Vága kommunu í morgun at siga. – Feilurin er nú rættað­ur, og skip­an­ in koyrir aftur, sum hon eigur. Tað kunnu tó ganga nakrir tímar, áðrenn van­lig vatn­nøgd verður aftur í kranan­ um. – Vit heita á borg­ar­ar­ nar um at halda okkum til góðar, verður lagt aftrat í Vága kommunu í morgun. – Vit heita á borgararnar um at halda okkum til góðar, sigur Vága kommuna í morgun, tá brúsurnar í Miðvági vóru mest sum turrar Miðvingar sluppu ikki undir brúsu Í summar letur Gallarí Glæman upp í hølunum hjá El- Talvuvirkinum í Norðragøtu, og tað verður Hildigunn Tausen, sum fer at hava málningaframsýning í hølunum frá 6. juli til 1. september Lítil botnfiskaveiða er undir Føroyum í løtuni, og fiskiskapurin við troli roynist einki serligur Sjey partrolarapør eru til fiski­skap. Flestu fiska upsa, men okkurt parið fiskar svart­kalva á djúpum. Tvey pør koma inn at landa í dag, og væntandi kemur okkurt par seinni í vikuni. Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er einki serligur. Trý partrolarapør eru á gull­laksa­veiði, og tað vera tey væntandi til einaferð í heyst. Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski. Annar landar í dag, men ivasamt er, um hin landar í vikuni. Ein djúpvatnstrolari fisk­ ar svartkalva í Eystur­grøn­ landi. Fríggjadagin var ein trolbátur á landleiðini og ein á Íslandsrygginum. Trol­ báturin á landleiðini landar væntandi í dag. Veiðan er ein blandingur av toski og flatfiski. Trolbáturin, sum fiskar á Íslandsrygginum, hevur mest av toski og nakað av blá­longu, konga­fiski og svart­ kalva. Hesin kemur vænt­andi inn at landa siðst í vikuni. Í løtuni er bara eitt garnaskip til fiskiskap, men veiðan roynist einki serligt. Garnaskipið kemur inn at landa í dag. Eitt annað garnaskip hevur lagt fyri summarið vilmund@sosialurin.fo Onkur fær nakrar fiskar á floti. Hin 25. juni var hetta fongurin hjá vágbinginum í Saltangará, Eli Lassen Fólk og frásagnir Hóskvøldið 30. juni klokkan 20 letur Ása av Reyni Jøkladal málningaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði, og framsýnin verður opin allan juli mánaða. Hetta er aðru ferð, at Ása av Reyni Jøkladal, sum er dóttir kenda listarmannin, Ingálv av Reyni, sála, sýnir fram sína list. Mamman er Elsa av Reyni, fødd Thomsen úr Porkeri. Elsa livir enn, og hon er 95 ára gomul. Ása av Reyni Jøkladal er útbúgvin námsfrøðingur og hevur meginpartin av lívi sínum arbeitt við børnum í barnagarði. Eitt stutt skifti gekk hon á Københavns Kunstskole, og í tveimum umførum hevur hon verið í listaskúlanum, Ignatius á Nørrebrúgv. Fyrsta framsýningin, sum Ása av Reyni Jøkladal hevði, var í gamla atelierinum hjá pápa sínum, sum var hansara málarastova í meira enn 40 ár. vilmund@sosialurin.fo vilmund@sosialurin.fo Trolveiðan roynist vánalig Tað kemur illa við, tá tú ein mánamorgun stendur undir brúsuni, og einki vatn er