mánadagur 27. juni 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Havrannsóknarskipið
Magnus Heinason er júst
liðugur við árliga svart
kalvatúrin.
Í einari fyribilsfrágreiðing,
sum Petur Steingrund, fiski
frøðingur, hevur skrivað,
vísir hann á, at minni var at
fáa av svartkalva í ár í mun
til í fjør, sum annars var eitt
gott ár.
– Úrslitið skal tó takast
við fyrivarni, tí Magnus
Heinason
hesaferð
bert
gjørdi átta hál, og eisini varð
hesin túrur gjørdur um
leið tríggjar vikur seinni á
árinum enn vanligt.
Veksur seint
Eins og í fjør varð eisini í
ár ein roynd gjørd at lesa
aldurin í svartkalvanytrum.
– Hesi úrslit vísa, sigur
Petur
Steingrund,
at
svartkalvi veksur seint. Tann
minsti svartkalvin (umleið 48
cm. langur) var umleið sjey
ára gamal, meðan tann stóri
svartkalvin (umleið 60 cm.)
var umleið 12 ára gamal.
Fiskifrøðingurin vísir á,
at hesi úrslitini í 2015 og 2016
samsvara væl, hóast onkur
frábrigdi eru.
– Svartkalvi í føroyskum
sjógvi veksur harvið umleið
2,5 sentimetrar um árið.
Lítið av smáum
Fyribilsúrslitini
vísa,
at
lítið ella einki er til av heilt
smáum
svartkalva
undir
Føroyum, men nógv er til av
smáum svartkalva eystan
fyri Svalbard.
Umleið 75 prosent av
svartkalvanum á túrinum
hjá Magnusi Heinasyni var
rognafiskur.
– Henda túrin varð roynt
við troli, men viðmerkjast
skal, at svartkalvi, veiddur
við
gørnum,
vanliga
er
munandi
størri
enn
trolveiddur
svartkalvi,
sigur
Petur
Steingrund,
fiskifrøðingur.
Øll
frágreiðingin
hjá
honum kann lesast á heima
síðuni - www.hav.fo
Vilmund Jacobsen
Eitt
ísfiskalínuskip
er
nýliga byrjað í íslendskum
sjógvi, men ivasamt er, um
tað landar hesa vikuna.
Eitt føroyskt frystilínuskip
fiskar eisini í íslendskum
sjógvi í løtuni.
Tvey línuskip eru á
Byrenbanka
og
fiska
svartkalva,
tosk
og
blálongu.
Annað
skipið
kemur inn at landa í dag, og
hitt kemur væntandi seinni
í vikuni.
Trý føroysk línuskip
eru
til
fiskiskap
á
Íslandsrygginum.
Tey
eru nýliga farin og koma
neyvan inn at landa hesa
vikuna.
Streymurin
verður
hampiliga
góður
alla
vikuna, og veðrið verður
brúkiligt.
Tí
verður
roknað útróðrarfiski, mest
snellufiski.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at útróðurin
roynist einki serligur í
løtuni, tí hetta er vánalig
fiskitíð.
Tað er lítil roynd við línu
undir Føroyum í løtuni, men
helst fara fleiri línuskip út
aftur, sum dagarnir ganga
Í seinastu viku stóðu hesir
tríggir MEST-garparnir
sveinaroyndina sum
maskinsmiðir, f.v.: Carl
Rasmussen, Beinir Højgaard og
Tóki Hjartarson
Nú summarið er
komið, og skúlabørn
hava fingið frí,
koyrir Eysturleiðin
hjá Eysturkommunu
seks túrar hvønn
gerandisdag í vikuni
Ein øðrvísi
varmakelda
Í ár verður
varmakelduvikuskiftið
eitt sindur øðrvísi enn
vanligt í Fuglafirði.
Hóskvøldið 30. juni
klokkan 20 verður
fernisering í Gallarí
Ribarhúsi, og hetta
vikuskiftið hava Ribarhús
og Piddasahandil
eisini opið longri enn
vanligt við lítlari kafé í
hugnaligum umhvørvi.
Havsbrún fylti 50
ár hin 1. apríl, og í
hesum sambandi verður
rundvísing fríggjadagin
1. juli klokkan 16, eins
og móttøka verður
klokkan 17.30.
Klokkan 19
fríggjakvøldið 1. juli
bjóðar Havsbrún til stóra,
spennandi og ókeypis
konsert í spildurnýggju
tunlunum í berginum
á havnarlagnum.
Við á forkunnuga
tónleikatiltakinum
verða Fuglafjarðar
Hornorkestur, VEGA,
Tórshavnar Manskór,
Lena & Niclas, Marius
Ziska og Punjab.
Hetta er ein serstakur
møguleiki, sum neyvan
kemur aftur!
Eftir konserttiltakið
í tunlunum verður
opið bæði á John’s
og í ovara sali í
Mentanarhúsinum, har
kafé við eitt nú góðum
kaffi verður at fáa.
Fyrrapartin leygardagin
2. juli frá klokkan 10-16
verður marknaðardagur á
Dugna á Kambsdali. Her
verður eisini hoppiborg,
fiskibrunnu r og kafé.
Leygardagin 2. juli er
kappróðrardagur í Vági,
har Mentanarhúsið fer
at vísa stroymingina
av kappróðrinum.
Leygarkvøldið klokkan
18 verður felagsmáltíð
í Mentanarhúsinum.
Fólk taka sjálvi mat
við, bjóða burtur av
og smakka frá øðrum,
akkurát sum hugurin er.
Kklokkan 22
leygarkvøldið verður eins
og mong undanfarin
ár hugnalig felagsløta
rundan um bálið úti
við Varmakeldu, har
Kristian Martin Petersen
fer at halda røðu
vilmund@sosialur
Línuskip
fiska á
ymiskum
leiðum
– Lítið ella einki er til av heilt smáum svartkalva undir
Føroyum, sigur Petur Steingrund, fiskifrøðingur
Svartkalvi
veksur seint
- Svartkalvi, veiddur við gørnum, er vanliga munandi størri
enn trolveiddur svartkalvi, sigur Petur Steingrund