mánadagur 27. juni 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Helena Dam Neystabø
Háttvirda
samkoma,
góðu
Byggi
tøkningar
og
byggifrøðingar,
góðu
tilvirkisatstøðingar
og
góðu
klædnaatstøðingar,
góðu
lærarar,
góðu starvsfólk og leiðsla og øll tit
avvarðandi.
Tá ið eg hevði skrivað hesar fyrstu
reglur av røðu mínari, so hugsaði eg, at
nú hevði eg í grundini longu sagt alt,
sum sigast skal.
Tí tit prógva at nógv meira ber
til í Føroyum, enn tey flestu halda
– og at tað eru nógv fleiri góðar og
grundleggjandi útbúgvingar at taka
í Føroyum, enn mann skuldi trúð,
um mann bara lurtaði eftir almenna
orðaskiftinum í fjølmiðlunum.
Tit sita her í dag við góðum prógvi
innan fýra umráðandi yrki. Tit kunnu
velja annaðhvørt at fara víðari á
útbúgvingarleiðini, ella tit kunnu fara
beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin – tann
føroyska ella altjóða arbeiðsmarknaðin.
Og eg veit, at kursurin á tykkum og á
tykkara útbúgving er høgur. Í dag og í
framtíðini.
Og hyggja vit okkum í kring her
úti í Smiðjugerði og í Marknagili, so
eru uppaftur fleiri týdningarmiklar
førleikagevandi útbúgvingar í at velja á
Glasum – fyrrverandi Tekniska Skúla og
Handilsskúla. Framhaldsútbúgvingar
eftir miðnám.
Og tað skal vera mín vón, at júst tit
prógva, at tær almennu Føroyar - skulu
gera so nógv nógv meira við at skipa
styttri og meðallangar yrkisrættaðar
og handverksrættaðar útbúgvingar í
Føroyum. Tað er bara hugflogið sum
setur mark fyri møguleikunum. Er viljin
til staðar, so kundu vit ivaleyst bjóðað
einum 100 ungdómum fleiri eina góða
og førleikagevandi útbúgving her úti í
Marknagili um árið!
Men
tann
sum
einans
lurtar
eftir fjølmiðlunum kann halda, at
her ber als einki til í Føroyum, tí vit
hoyra bara um, at tað eru ov fáir
útbúgvingarmøguleikar, og at tey ungu
rýma av landinum, og koma ikki aftur.
Tað er gott at fáa flog undir veingirnar
og at síggja, hvussu onnur hugsa og
loysa sínar avbjóðingar. Men tað er
eisini gott at taka eina hond í heima hjá
sær sjálvum.
Kanska er tað bara ein spurningur
um
betri
marknaðarførslu
–
tí
møguleikarnir eru nógvir – og eg hugsi
at tit kunnu skriva undir uppá, at teir
eisini eru góðir.
Tess fleiri sum síggja týdningin av
verkligum, vinnuligum og ástøðiligum
útbúgvingum, tess fleiri tilboð kunnu
vit seta á stovn. Skúlin sum verður
bygdur her við síðuna av letur upp fyri
hópin av nýggjum møguleikum.
Fyrstu tilvirkisatstøðinar
í Føroya søgu
Tit
sum
í
dag
fáa
prógv
sum
tilvirkisatstøðingar eru teir fyrstu
føroysku
tilvirkisatstøðingarnir
yvirhøvur (stavikongtrollin hjá mær
kendi als ikki orðið). Og tað er við einari
serligari kenslu og gleði, at eg í dag
beri júst tykkum eina heilsu. Eg var so
heppin at sita sum landsstýriskvinna
í mentamálum eitt skeið frá 2008 til
2011, og setti mær fyri, at slóða fyri
fleiri og fjølbroyttari yrksirættaðum
útbúgvingum, og sum eisini høvdu ein
profil, sum kvinnur hava áhuga fyri.
Á námsferð í Íslandi varð tað
greitt, at vit skuldu blíva betri til
at taka hond um okkara ymisku og
siðbundnu tilfeingi – men við nútímans
arbeiðshættum og sniði. Og vit gjørdu
av, at fara undir hesa útbúgving, sum tit
hava valt, tilvirkisfrøði.
Møguleikarnir eru óendaligur, bæði
hjá tykkum, og hjá okkum at menna
útbúgvingarnar enn meira. Skjótt
fer Setrið undir hægri listfrøðiliga
útbúgving, og burturúr samstarvi
millum partarnar, kunnu góð úrslit
spyrjast burturúr.
Tað skal vera mín vón, at vit ikki
einans hava tryggjað tykkum eina
útbúgving, men at vit eisini hava
kveikt ein vilja og ein áhuga í tykkara
barmi at fara víðari – heilt út har, sum
mann kanska stúrir fyri ikki at grynna.
Tá kunnu kollveltandi úrslit spyrjast
burturúr.
Tíðin fer frá Hennes og Mauritz
Klædnaatstøðingaútbúgvingin hevur
nakað fleiri ár á baki – men hesar báðar
útbúgvingar ganga hond í hond. Og
tað hava tit eisini fleiri ferðir prógvað,
at snið, design, klædnaframleiðsla og
tilfeingi eru meira forvitnislig í dag, enn
hesi yrki hava verið leingi.
Eg rokni við at tíðin fer frá
Hennes og Mauritz – og at tíðin
er við slow clothing, siðbundnum
tilvirkingarhættum
av
nýmótans
klæðum og pløggum. Fleiri og fleiri
íverksetarar spretta innan tykkara yrki,
og tað fegnist eg um hvønn einasta dag.
Tí einki er so gevandi sum at evna til
lutir og pløgg við sínum egnu hondum
og úr egnum høvdi. Og ongantíð betri
um mann samstundis loysir onkran
átrokandi
umhvørvistrupulleika.
Kaga vit í siðsøguna er tað so ótrúliga
nógv spennandi at byggja á. Minnist
eina
søgu
úr
Letlandi.
Har
var
búskaparkreppa og arbeiðsloysi har
á leiðini. Siðbundna handverkið var
at knipla. Men tað vóru ikki nógvir
pengar í tí. Men so fann eitt genalt
høvd uppá at evna tey lekrastu og mest
eggjandi kvinnu undirklæði burturúr
kniplingunum - og tað var ein góð
forrætning.
Tit hava fingið gott í beinið og í
hendurnar – og eg vóni at eisini tit fara
at troyta og at brúka tykkara hugflog,
so at vit finna loysnir á til dømis
endurnýtslu avbjóðingini, sum vit ikki
høvdu droymt um.
Heimurin liggur fyri tykkum opin
Og so til tykkum byggitøkningar og
byggifrøðingar.
Arbeiðsmarknaðurin
hungrar og skríggjar eftir tykkum. So
fyri tykkum liggur heimurin opin. Eg
vóni, at tit ikki bara velja tann lætta
og ókompliseraða vegin, og tær løttu
loysnirnar. Men at tit seta tykkum
høg mál – til dømis at fyribyrgja øllum
hugsandi byggigølum og soppagølum
í framtíðini í Føroyum. At tit taka
saman lógvatak við tey, sum hava hug
at granska og finna fram til tann rætta
byggiháttin í føroyskum veðurlagi og
umhvørvi. Byggihættir, sum sameina
avbjóðingar frá veðurlagi, mentan,
fagurfrøði, umhvørvisvernd, fígging og
gerandisdegnum í dag. At tit finna fram
til røttu og sjálvsøgdu orkuloysnirnar
og bjálvingarloysnirnar í búseting og
vinnu í Føroyum.
Ja, tað er í grundini ikki endi á
spurningum, sum krevja eitt kompetent
svar. Og tit kunnu svara, um tit vilja
brýggja tykkara høvur – hvør sær og
eisini saman.
Eg havi hug at leggja afturat, at tað á
altjóða arbeiðsmarknaðinum er stórur
tørvur á førleikum innan øll tykkara
yrki. Tað kundi verið spennandi og
mennandi, um tit eisini vera við til at
menna nýggjar útflutningsfyritøkur,
sum kunnu gera samhandil okkara við
umheimin meira fjølbroyttan, og at tit
kunnu selja tænastur innan tykkara
yrki út um landoddarnar.
Í nýggjari støðu eru eisini nýggir
møguleikar
Dagurin í dag er sjáldsamur á
mangan hátt. Bretland hevur júst
atkvøtt seg úr ES, og Føroyar eru ikki
limir í ES.
Tað hevur verið spátt, at júst henda
avgerð breta, kann koma millum annað
Føroyum illa við. Nú er hjá øllum
klókum høvdum og klókum hondum
at síggja teir møguleikarnar, sum tey á
Parnassinum ikki hava sæð enn.
Tí í hvørjari einastu nýggjari støðu
eru eisini nýggir møguleikar – hvussu
truplir teir kunnu vera at fáa eyga á í
fyrsta eygnabrá. Eg seti mína vón til, at
tit síggja hesar møguleikar, og at tit seta
tykkum fyri at troyta teir.
Eg seti eisini mína vón til, at
tað fer at riva fyri eygunum, og
at fleiri og fleiri ung fara at velja
yrkisútbúgvingarleiðina gjøgnum lívið.
Tí í dag er tilveran lívlong læra.
Tann sum í dag heldur seg vera liðugt
útbúnan er helst meira liðugur enn
útbúgvin. Og soleiðis fer tað eisini at
vera í tykkara lívi. Eg vænti at síggi
fleiri tykkara – her úti í Marknagili í
einum hvørjum útbúgvingarørindum
næstu árini. Ella at tit leita út í heim
at nema tykkum vitan, erfaring og
sjónarring.
Hjartaliga
tillukku
til
tykkum
øll
36
byggitøkningar,
byggifrøðingar, klædnaatstøðingar og
tilvirkisatstøðingar við próvnum.
Sum sagt teldutøka orðabók mín
kendi ikki hesi heiti tilvirkisatstøði,
klædnaatstøði og byggitøkni.
Fari tit út og geri hesi heiti kend og
ómissandi.
Bjørghild Djurhuus
Býráðslimur í Tórshavnar
Kommunu.
Javnaðarflokkurin
Eg vil í stutt
um greiða frá
míni
støðu,
og
grundar
lagnum
fyri
míni avgerð um framhaldsdeild í Sankta
Frans skúla.
Mín støða er tikin við støðu í
tveimum punktum.
Punkt eitt: eg havi tikið undir við
framtíðar skúlabygnaði, saman við
einum einmælt samdum býráði.
Framtíðar skúlabygnaðurin Skúl
in á Fløtum, umfatar Tórshavnar
Kommunuskúla, Venjingarskúlan og 8.,
9. Flokk frá Sankta Frans.
Eg havi lurta og tikið til eftirtektar,
hvat
skúlafólk,
kommuna
og
Mentamálaráðið hava viðmælt og
ráðført innan hetta, og meti eg, at hesin
bygnaður er rættur. Ein framtíðarskúli,
við eini 5 sporaðari framhaldsdeild, sum
merkir at tað verða 5 flokkar í 8. og 9.
Flokki í Skúlanum á Fløtum.
Punkt tvey: eg eri sannførd um, at
teir allar flestu næmingarnir fáa gagn
av øllum teim mongu og fjølbroyttu
tilboðum,
sum
ein
so
fjølbroytt
framhaldsdeild hevur at bjóða. Her
hugsið eg fakliga og sanniliga eisini
trivnaðarliga.
Kunnu tit ímynda tykkum, so
nógvur ungdómur samlaður á einum
og sama stað, hvussu stuttlig og
mennandi hendan tíðin er fyri tey,
tannáringar í besta blóma, við best
møguligum lestrarmøguleikum og ikki
minst møguleikan at knýta vinarbond
fyri lívið.
Eg veit, at tað eru næmingar, sum
av eini ella aðrari orsøk ikki trívast og
teimum skyldar skúlin sjálvsagt at lofta
og taka sær av, uttan mun til hvørjum
skúla tey koma frá. Hetta er uppgávan
hjá øllum skúlum, stórum sum lítlum.
Eg meti tað eisini umráðandi,
at skúlin tekur væl ímóti nýggjum
næmingum,
og
hevur
ein
góðan
sameiningarpolitik.
Tit foreldur, sum nú í seinastuni
hava borið fram sjónarmið og ynskir
um framhaldsdeild havi eg stóra virðing
fyri, men mín støða er greið.
Avgerðin
er
tikin,
tilboð
um
framhaldsdeild verður í Skúlanum
á Fløtum, og ongin framhaldsdeild
verður í Sankta Frans, sum nú er. Hetta
er skilagóð loysn, og eri eg spent uppá
at fáa roynt hesa skipanina fyrst og
fremst.
Hvat framtíðin hevur at bjóða vita
vit ikki, og eri eg altíð sinnað at taka
málið upp aftur, um ynski er til tess.
Niðurstøða mín er eisini tengd
at verandi kørmum í Sankta Frans
skúlanum. Tað er ikki rúm fyri
framhaldsdeild í skúlanum sum er, og
um tilboð um framhaldsdeild skal verða
har, skal kommunan tískil eisini játta
eina størri upphædd til umbyggingar,
umframt at vit byggja Skúlan á Fløtum
fyri umleið 350 milliónir krónur.
Eisini skal havast í huga, at í somu
løtu ein framhaldsdeild verður játta
í Sankta Frans, koma tað umleið 100
næmingar færri í Skúlan á Fløtum, og
hetta fær eina natúrliga avleiðing fyri
byggiætlana á Fløtum.
Vit kunnu ikki byggja ein yvir
dimensioneraðan skúla fyri skatta
pengarnar hjá borgaranum.
Uppskot er komi um, at seta ein
arbeiðsbólk at viðgerða framtíðar
skúlabygnaðin í miðbýnum, og hesum
taki eg undir við.
Eg undrist sum politikkari yvir,
at ávísir politikkarir eru so heitir fyri
framhaldsdeild í Sankta Frans, nú
tað brádliga er so umráðandi at hava
skúlabørn í miðbýnum. Hesi somu fólk
kann eg spyrja, hví stuðlaðu tit ikki
okkum fáu býráðslimum, sum á sinnið
stríddist fyri, at varðveita Tórshavnar
Kommunuskúla, sum ein miðbýarskúla.
Tá bar onki til, og hoydi eg tá orðavalini,
rívið skúlan niður, nei, tá var als ongin
vilji til staðar.
Tá
vóru
vit
allir
býráðslimir
samdir um, hvussu áhugaverdur hesin
framtíðarskúlin á Fløtum er, og so øll
tey einastandandi góðu tilboðini, og
ein felags framhaldsdeild, tað besta av
tí besta vit kunnu bjóða ungdóminum
í Tórshavnar kommunu.
At enda vil eg undirstrika, Sankta
Frans
er
ein
góður
barnaskúli
við dugnaligum starvsfólkið, og
skulu vit sjálvsagt alla tíðina gera
neyðugar ábøtur, og geva skúlanum,
starvsfólkunum
og
næmingunum
allarbestu sømdir at mennast og virka í.
Eg eri so heppin at hava mítt dagliga
yrki sum skúlaheilsufrøðingur, og í
tí sambandi havi eg gjøgnum mong
ár tosað um trivnað við skúlabørnini,
eisini næmingarnar frá Sankta Frans,
og havi eg hoyrt tey mangar ferðir siga,
at teimum dámar væl skiftið frá Sankta
Frans, at koma í ein nýggjan skúla og
nýtt umhvørvið.
Fakliga kenni eg tí ikki aftur tey
sjónarmið, sum foreldrabólkurin nú
hevur ført fram.
Til kunningar vil eg nevna, at tað er
Mentamálaráðið sum tekur endaliga
avgerð um framhaldsdeild skal verða
ella ikki í Sankta Frans skúla.
Við vón og ynski um eina bjarta
framtíð
fyri
okkara
ungdóm
og
framhaldsdeild í Skúlanum á Fløtum.
Framtíð í Yrkisútbúgvingarleiðini
Framhaldsdeild ella ikki?
Helena Dam á Neystabø var
gestarøðari í sambandi við
prógvhandan á Tekniska skúla í
Havn fríggjadagin 24. juni 2016.
(Byggitøkningar, byggifrøðingar,
tilvirkisatstøðingar og
klædnaatstøðingar)