Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Hesa ferð eru ikki færri enn níggju spælarar frá KÍ á ársins liði. Einasta orsøkin at teir ikki eru fleiri er, at Sølvi Vatnhamar og Klæmint A. Olsen hava avrikað ótrúliga væl í ávikavist Víkingi og NSÍ. Her er enn ein roynd hjá Ítróttar Sosialinum at seta eitt ársins lið. Hesa ferð fyri fyrru hálvu í landskappingini 2016. Liðið er sett í eina 4-4-2 spæliskipan. Málverji: KRISTIAN JOENSEN (KÍ) Hevur hildið málið reint í áleið 700 minuttir fram til AB skoraði eitt týdningarleyst mál fríggjakvøldið. Hevur gjørt alt tað hann skal sum mál­verji hjá KÍ. Hevur fingið góða hjálp frá verjuni, men tá boð hava verið eftir honum, so hevur hann gjørt bjarg­ingar­nar. Høgri bakk: SØRMUNDUR KALSØ (KÍ) Hevur pilkað ein mót­støðu­ mann niður og annan eftir. »Bangin« syngja KÍ áskoð­ arar­nir í skemti eftir spæl­ ar­unum, ið royna at sleppa fram­við KÍ bakkinum. Sterk­ ur og skjótur, men spælir nú eisini við einum ordans sjálvs­áliti. Miðverji: JONAS F. RASMUSSEN (KÍ) Liðskiparin hjá KÍ gongur á odda, tá tað skal verjast. Hevur góðar eginleikar at stýra liðnum, men ger so sann­iliga eisini sín part á vøll­inum. Vinnur eitt ótal av tví­dyst­um og er ikki til at koma framvið í løtuni. Eitt upp­lagt væl í miðverjuni. Miðverji: AHMED MUJDRAGIC (KÍ) Stóð ikki so sterkur í myndini fyrstu dystirnir, men hevur spælt seg upp saman við restini av KÍ liðnum. Er drúgvari í luftspælinum, enn hæddin og styrkin gevur ábendingar um. Undir liðini á Jonasi hevur hann stýrt KÍ verjuni við harðari hond. Vinstri bakk: MAYOWA ALLI (KÍ) Veikasta plássið á liðnum er á vinstra bakki, har tað ikki er nakað upplagt val. Stóri og sterki Mayowa Alli hevur bara spælt nakrar 600 minuttir í ár, men avrikini hava verið sannførandi seinastu dystirnar. Tí vinnur hann sær plássið á vinstra bakki. Høgri vongur: JÓANNES BJARTALÍÐ (KÍ) Her er eingin ivi. Jóannes Bjartalíð hevur kanska verið besti spælarin í allari kapp­ ing­ini hilgartil. Er so av­ger­ andi, at í stóru dyst­unum hev­ur kunna spælt við fimm í verjuni og fram­vegis skapt nógvar møgu­leikar. Er skarp­ ur sum fáur framman­fyri mál­inum. Miðvøllur: SEMIR HADZIBULIC (KÍ) Spældi ikki so nógv fyrstu umførini, men nú sæst hvat KÍ hevur keypt í Semir Hadzibulic. Hann er ein miðvallari, sum allatíð er í gongd í maskinrúminum. Vil allatíð hava bóltin og hevur til tíðir eisini dirvið at koma fram og avgerða dystir. Millum annað stórdystin í Gundadali móti B36. NÍGGJU MANS Á Landskappingin er farin í summarferiu og tí er aftur høvi at gera eitt ársins lið higartil. Tað er einki at siga til, at KÍ eigur nógv flestu spælararnar á liðnum, eftir at liðið hevur vunnið níggju dystir upp í slag