Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvøllur: SØLVI VATNHAMAR (VÍKINGUR) Hevur verið sannførandi á miðvøllinum hjá Víkingi í ár. Hevur átikið sær ein leiðara­ leiklut og vil sleppa at avgera fótbóltsdystir. Hevur lyft seg eitt stig síðani hann fekk sítt gjøgnumbrot á landsliðnum. Vonstri vongur: HJALGRÍM ELTTØR (KÍ) Er sum endurføddur á vong­ inum hjá KÍ. Tuskar aftur og fram, men ger tað við skilið. Hann er ein av orsøkunum, at pressspælið hjá KÍ hevur riggað so væl higartil í ár. Hevur gott nokk ikki skotið so nógv mál, men eigur lut í mongum máli hjá KÍ higartil. Áleypari: KLÆMINT A. OLSEN (NSÍ) Toppskjúttin í føroyskum fót­bólti er enn eina ferð á árs­ins liði hjá okkum. Er topp­skjútti við 17 málum í 16 dystum, men tað er bara ein partur av søguni, tí lið­skip­ arin hjá NSÍ arbeiður altíð hart og gevur liðnum nógv. Áleypari: PÁLL A. KLETTSKARÐ (KÍ) Er eisini ein lyklaspælari hjá KÍ í pressspælarinum. Eins og Klæmint A. Olsen, so ar­ beið­ur hann altíð hart og legg­ur verjuna undir trýst. Hevur kanska ikki skotið ein nógv mál og onkur annar, men hevur framvegis stóran leik­lut á liðnum. Millum ann­ að sum spælistatión. Venjari: MIKKJAL THOMASSEN (KÍ) Hevur staðið á odda fyri KÍ í hálvt annað ár nú. Málið er at fáa KÍ at verða eitt topp- felag í føroyskum fótbólti. Tann málsetningurin er rokk­ið fyri í ár. Spurnngurin er bara um tað verður við gull um hálsin. Í løtuni er tor­ført at ímynda sær annað. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR ÁRSINS LIÐI HIGARTIL KRISTIAN JOENSEN SØRMUNDUR KALSØ JÓANNES BJARTALÍÐ MAYOWA ALLI HJALGRÍM ELTTØR JONAS F. RASMUSSEN AHMED MUJDRAGIC SEMIR HADZIBULIC SØLVI VATNHAMAR KLÆMINT A. OLSEN PÁLL A. KLETTSKARÐ Myndir: Álvur Haraldsen Ikki færri enn níggju spælarar frá KÍ eru á ársins liði higartil