Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. juni 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú gjørdi straffi hóskvøldið imóti NSÍ við hondini. Hvat hendir í støðuni? – Pól Jóhannus ger eina tunnel við Gest og leggur inn fyri, har eg og Klæmint fara í eina luftduel, og bólt­urin dettur á hondina. Nú eru 12 stig upp til odda­sessin í Effodeildini. Er FM farið fyri í ár? – Tad verður ringt at taka KÍ nú, men um vit koma í ein góðan stima, og teir missa nøkur stig, so skuldi tað ikki verið ómøguligt. Eg trúgvi so upp á tað, so leingi tad er ein teoretiskur møguleiki fyri tí. Ert tú komin aftur á sama støði sum áður eftir tín drúgva skaðasteðg? – Nei, tað haldi eg ikki. Skaðin darv­ar enn, tá ið eg spæli, men tad verður betri fyri hvørja viku. Tit eru forrestin á Malta beint nú. Hvussu er at vera har? – Her er øgiliga lekkurt! Um­ støður­nar eru góðar og veðrið er fan­tastiskt, men tað er kanska í so heitt til at spæla fótbólt. Hvat endar dysturin hjá tykkum týskvøldið ímóti Valletta? – Vit fara eftir at hava eitt gott út­ gangsstøði til heimadystin, so vit skulu helst fáa eitt mál ella bæði tvey. Men vit eru á útivølli, og her er øgiliga heitt. Eg tippi 0-1 til B36. Vikan ið fór KÍ vinnur 5-1 á AB í seinasta umfarinum fyri summarsteðgin. KÍ liggur nú sjey stig fremst í Effo-deildini, nú tá tað eru spæld 16 av 27 umførum Brandur Hendriksson Olsen hyggur nærrri at Lillestrøm í Norra, men enn er einki skifti upp á tal. Hann hevur boðað frá, at spælitíð er tað týdningarmesta. HM og EM lutakast er til hondbóltslandsliðini. Kvinnurnar møta Eysturríki, Íslandi og Makedonia. Hjá monnunum er mótstøðan Grikkaland og Kýpros Í EM endaspælinum í Fraklandi vinnur Ísland seg víðari úr bólkaspælinum við 2-1 sigri á Eysturríki. Ísland skal nú møta Onglandi í 1/8 finaluni Torkil Veyhe blívur nummar níggju í DM í einkult­starti. Hann hevur havt eitt framúr kappingarár í Danmark. Lionel Messi boðar frá, at hann hevur spælt sín seinasta landsdyst fyri Argentina, hóast hann bara er 29 ára gamal. Hann hevur tapt fýra finalur í landsliðstroyggjuni ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR World Soccer er eitt blað, sum kemur út eina ferð um mánaði. Blaðið hevur nógv ár á baki og er fyri somu avbjóðingum sum øll onnur bløð. Internetið hevur langt síðani yvirhálað blaðið í ferð, so World Soccer roynir eins og eitt nú FourFourTwo at halda blaðið viðkomandi. Tað eydnast faktist væl, tí blaðið er áhugavert og sera væl upp­sett. Blaðið, sum ummælið tekur útgangsstøðið er mars út­ gavan, ið lokkar við 500 teimum týdningar­mestu spælarunum í heim­inum. Tað er ljóðar av nógv­ um, men uppseting og stutta – men góða – skrivingin ger tað lætt at halda skil á. Eisini hevur World Soccer fleiri góðar síður, sum eru upplýsandi. Ein nú »People on the move«, ið er ein samanumtøka av spælarum, venjarum og øðrum, ið skifta felag ella gevast. Alt hevur verið skrivað fyrr, men tað er fínt at fáa eitt yvirlit. World Soccer hevur eisini fleiri góðar skrivarar, ið hava hvør sína klummu í blaðnum. Fleiri áhuga­ verdir tankar og meiningar eru at finna har. Blaðið roynir at fevna um allan heimin og tað kann tykjast eitt sindur torført, at halda øllum til yvir alt blaðið. Tað gongur nú væl og blaðið er upplýsandi og dugur væl at leita aftur í tíðina til stórar og spennandi fótbóltshendingar. Eitt framúr blað at hava við á eitt nú ferð. LES HANA UM: Tú er fótbólts­ áhugaður og hevur hug at sleppa ein túr um fótbóltsheimin. IKKI LESA UM: Tú væntar at fáa tað nýggjasta nýggja áðrenn heimasíðurnar HVUSSU ER AT LESA: Væl skrivað og ikki minst væl sett upp HVAT SIGUR TÚ: Eg keypi næstan altíð blaðið, tá eg skal flúgva og ferðast. Super til tað trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge ummælir... ★★★★★★ FAKTA World Soccer kom út fyri fyrstu ferð í 1960. Blaðið leitar seg eisini á netið, har framtíðin er Lionel Messi takkar fyri seg á argentinska landsliðnum, eftir at liðið tapur fyri Kili í finaluni í Copa Amerika Íslendski frásøgumaðurin, Gummi Ben, tá Ískalnd skoraði til 2-1 móti Eysturríki – Nú eru tað fýra finalur, men eg haldi ikki hetta er fyri meg. Eg havi roynt alt eg kann og hetta var tað eg vildi mest, men tað hevur ikki eydnast. Eg haldi hetta er endin hjá mær. Ja! Jaaaaaaaaaaaaaaaaaaaaaaa aaaaaaaaaaaaaaaaaaahhhhhhh hhhhhhhhhhhhhhhhhhhhhhh... Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Hørður Heðinsson Askham Aldur: 21 Ítróttur: Fótbóltsspælari (B36) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1 Hvør vann Copa America finaluna, sum var í gjár? 2 Hvør vann NBA finaluna? 3 Hvussu eitur landsliðsvenjarin hjá Íslandi? 4 Hvussu oftani hevur Ongland vunnið EM í fótbólti? 5 Hvør dømdi aftur fyri fyrstu ferð í hálvt annað ár í Effo-deildini fríggjadagin? 6 Hvør skoraði sigursmálið hjá Portugal moti Kroatia um vikuskiftið? 7 Hvørjum leikvølli verður EM finalan spæld á? 8 Hvør er fjaldi spælarin á myndini? ? 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1: Kili 2: Cleveland Cavaliers, 3: Lars Lagerbäck, 4: Ongantíð, 5: Ransin N. Djurhuus, 6: Ricardo Quaresma, 7: Stade de France, 8: Lionel Messi Fótbóltsblað: World Soccer ÍTRÓTTAR UMMÆLI