mánadagur 27. juni 2016síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. juni 2016 · Nr. 73
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
Pætur
E. Jensen
Sjáldan hava føroysk landslið fingið so
gott lutakast, sum kvinnu- og mans
landsliðini í hondbólti fingu fríggjadagin,
tá kvinnurnar komu í bólk saman við
Eysturríki, Íslandi og Makedonia í síni
komandi HM-undankapping og menninir
komu í bólk saman við Grikkalandi og
Kypros í síni komandi EM-undankapping.
Útlitini fyri góðum ítróttarligum úrslitum
eru avgjørt til staðar, og í báðum førum
var talan um ynskilutakast.
Samstundis kunnu komandi dystir
nir hjá A-landsliðunum báðum vera sum
ein trýstroynd av endurreista landsliðs
arbeiðinum hjá Hondbóltssambandinum,
sum av álvara er vaknað til lívs aftur,
eftir at tað í mong ár var so, at tað var
í gongd viðhvørt og viðhvørt ikki. Av tí
sama kundu føroyskir hondbóltsspælarar
ongantíð telja landsliðið við, tá teir skuldu
seta orð á sínar ambitiónir, og tað er enntá
gingið so vítt hjá onkrum, at danska lands
liðið er blivið alternativið. Tað er so ongan
tíð ein ynskistøða, men tíbetur bendir
einki á, at tað valið endurtekur seg í bræði.
Hondbóltssambandið hevur síðstu tvey
árini fingið ferð á landsliðs- og menningar
arbeiðið, so tað gongur heilt frá teimum
yngstu og nú eisini upp til A-landsliðini.
Talan er um eina føroyska loysn og ein
føroyskan leist, ið gongur aftur allan
vegin upp ígjøgnum rekkjurnar, og tí er
talan nú um landsliðsarbeiði við einum
reyðum tráði. Saman við eini føroyskari
venjaraútbúgving ber til at skipa tingini
heilt niður í smálutirnar, so sum mest
kann fáast burtur úr tí stóra, góða og
evnaríka tilfeingi, vit væl eru vitandi um,
at føroyskur hondbóltur eigur.
At menningin er byrjað við teimum
yngstu og at so verður arbeitt uppeftir, er
júst rætti mátin, tí bara tá ber til at leggja
langsiktaðar ætlanir fyri framtíðina.
Samstundis er umráðandi, at børnini og
tey ungu hava eldri landslið at síggja upp
til, og tí kunnu vit bara fegnast um, at
aðrar umstøður eisini tykjast virka við, so
bæði kvinnu- og manslandsliðið í komandi
undankappingum sleppa at vísa seg frá
síni bestu síðu og veruliga geva okkara
komandi spælarum nakað at síggja fram
til.
Hond-
bólturin á
rættari kós
KLUMMAN
Hilmar Jan sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Talan er um 20 ára gamla
vinstra vongin, Rói Berg
Hansen, ið fer at royna eydn
una uttanlands. Í august skal
hann royndarvenja við heili
fýra donskum feløgum.
– Feløgini, ið eg skal
royndarvenja
við,
eru
Skanderborg, Odder, Skov
bakken og HEI, sigur Rói
Berg Hansen.
HEI og Skovbakken spæla
í triðbestu hondbóltsdeildini
í Danmark, meðan Odder
spælir í næstbestu. Skander
borg, sum eisini er fyrr
verandi felagið hjá Jóhan á
Plógv Hansen, spælir í bestu
deildini.
Rói Berg Hansen fortelur,
at tað er bretskt/danski venj
arin hjá Neistanum, Scott
Harrington, ið hevur fingið
royndarvenjingarnar í lag.
Ongin feria fyri Róa
Sum tað tó er við nógvum
øðrum í lívinum, so má
ymiskt veljast frá onkuntíð.
Rói Berg ætlaði sær at fara
til Mallorca at ferðast í juli
mánaði við nógvum vinfólki,
men hann hevur valt ferðina
frá, tí at hann ikki metir, at
hann kann halda sær í nóg
góðum formi á fjarskotnum
breiddarstigum.
– Eg skuldi á eina tvær
vikur langa feriu í Mallorca
við vinfólkum, sum eg tí
verri mátti avlýsa. Orsøkin
er, at tíðin frá tí, at eg komi
heimaftur, til eg skal niður
at royndarvenja, er ov stutt
til eg kann koma í form aftur,
sigur Rói Berg Hansen.
Rói Berg Hansen fer niður
2. august, tá ið royndarvenj
ingarnar eru á skránni. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at hann
royndarvenur
uttanlands.
Í fjør var hann og royndar
vandi við Team Køge, sum
spælir í næstbestu deildini.
sosialurin@sosialurin.fo
Stórskjúttin hjá Neistanum, ið
skoraði 132 mál í farna kappingar
ári, skal til Danmarkar til alskyns
royndarvenjingar. Tað váttar
hann í samrøðu við in.fo
RÓI SKAL ROYNA
SEG Í DANMARK
B36 LENDIR Á MALTA
Tróndur Arge
Týskvøldið skal B36 spæla
fyrra undan undankapp
ingardystin
í
Champion
League
móti
meltesiska
meistaraliðnum, Valletta.
Ferðalagið fór úr Føroy
um fríggjamorgunin og um
vegis Edinbourg og London,
lendi ferðalagið á Malta
fríggjakvøldið. Tað eru yvir
30 hitastig á feriuoynni og
tað er ein avbjóðing.
Millum annað skal drekk
ast minst fýra til fimm litrar
av vatni, bara fyri at halda
veskujavnvágina.
Úr B36 fegnast tey um, at
spælararnir nú hava nakrar
dagar at venja seg við hitan.
Trupulleikar
við
ferðing
gjørdu, at liðið mátti fram
skunda dystin móti NSÍ,
so ferðast kundi tíðliga í
gjár. Liðið hevur nú tríggjar
dagar at venja seg við hitan
á Malta.
Spæla á Hibernians
Stadium
Av tí, at vanliga stadium hjá
Valletta F.C. verður umvalt
í løtuni, so verður dysturin
týskvøldið í undan umfar
inum til UEFA Champions
League spældur á Hibernians
Stadium.
Hesin leikvøllurin tekur
áleið 2.500 fólk, og tað er
nakað minni enn vanliga
stadion, Ta' Qali National
Stadium, har tað er pláss fyri
næstan 20.000.
Maltesar rokna við, at tað
verður útselt til dystin, har
tað eisini vera nakrir før
oyskir áskoðarar.
trondur@sosialurin.fo
Hitin er ein av
bjóðing undan
Champions
League dystinum
Mynd: www.b36.fo