mikudagur 8. september 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 170 - 8. september 2004
Nr. 170 - 8. september 2004
3
Heldur íløgur
uttanlands
Í norsku fíggjarvinnuni
fýlast tey á, at norskar
ídnaðarfyritøkur flyta ov
nógvar pengar av land-
inum heldur enn at gera
íløgur heima í Noregi.
Í einari frágreiðing,
sum bleiv almannakunn-
gjørd mánadagin, stend-
ur, at avlopið hjá ídn-að-
inum er vaksið nógv tað
seinasta árið, men at
fyritøkurnar eru givnar
at gera íløgur í fram-
leiðslutól. Sagt verður,
at íløgurnar minkaðu
meiri enn 16 prosent í
fjør, gongdin er tann
sama í ár, og næsta ár
verður minkingin um-
leið sjey prosent minni
enn í ár.
Harafturímóti veksa
tær norsku íløgurnar í
útlondum skjótt. Í fjør
gjørdu fyritøkurnar íløg-
ur fyri meiri enn 20
milliardir krónur uttan-
lands, samstundis sum
tær rindaðu skuldina í
Noregi niður heldur enn
at gera íløgur har. Bú-
skaparfrøðingarnir
í
fíggjarvinnuni siga í
frágreiðingini, at hendan
gongdin
kann
koma
norska ídnaðinum aftur
um brekku í framtíðini,
kemur ikki vend í.
Valstríðið byrjað
Um ein mánað sleppa
afghanar fyri fyrstu ferð
at velja forseta, og í gjár
fór valstríðið í gongd.
10,6 milliónir fólk
hava valrætt, og tær
næstu
fýra
vikurnar
skulu Hamid Karzai,
forseti, og hini 17 val-
evnini sannføra veljarar-
nar um, hvønn teir eiga
at velja. Høvuðsevnini í
valstríðnum eru trygdin,
fátækradømið og harð-
skapurin, sum framvegis
setir sín dám á gerand-
isdagin hjá nógvum af-
ghanum.
Útlendskir
eygleiðarar siga, at valið
er sera týdningarmikið,
tí úrslitið verður avger-
andi fyri framtíðina hjá
friðartilgongdini, sum
ofta hevur hingið í ein-
um klønum tráð.
Hildið verður, at Ha-
mid Karzai hevur bestu
møguleikarnar at vinna
forsetavalið, men tað
stóra talið á valevnum
vísir, hvussu spjaddir af-
ghanar eru. Eygleiðarar
siga, at tað kann væl
henda, at neyðugt verður
við einum valumfari aft-
urat. Bara ein kvinna er
ímillum tey 18 valevn-
ini.
Leita eftir hóp-
drápsmanni
Seinastu tveir mánaðar-
nar hevur løgreglan í
amerikanska
býnum
Kansas City funnið lík-
ini av seks fólkum, sum
øll vóru myrd, og tí er
illgruni um, at ein hóp-
drápsmaður er farin at
gera um seg í býnum.
Tað fyrsta líkið bleiv
funnið í juli, og tað sein-
asta bleiv funnið sein-
asta hósdag. Tey seks
vóru rúsevnismisnýtarar
og høvdu eisini sam-
band við skøkjulevnað. Í
fyrstani helt løgreglan
ikki, at nakað samband
var ímillum tey seks
morðini, men nú verður
hildið, at tað er helst
sami persónur, sum hev-
ur beint fyri øllum seks.
Tí hevur løgreglan í
Kansas City biðið sam-
veldisløgregluna
FBI
um hjálp, skrivar AP.
Tey seks líkini vórðu
funnin í tómum húsa-
grundum og húsum,
sum eingin býr í longur,
og øll vórðu funnin í
einum býarparti, sum er
kendur fyri rúsevnismis-
nýtslu og skøkjulevnað.
Løgreglan vil ikki siga,
hvussu tey seks vórðu
myrd.
Rann hálvnakin
út á vøllin
Ein kvinna, sum rann
hálvnakin inn á vøllin
undir
landsdystinum
ímillum
Letland
og
Portugal seinasta leygar-
dag, kann enda í fongsli.
54 minuttir vóru farnir
av dystinum, tá kvinnan
rann inn á vøllin, og tað
eydnaðist
henni
at
kroysta ein av spælarun-
um, áðrenn vaktarmenn-
inir fingu hana útum.
Sjálv greiddi hon frá, at
hon hevði gjørt av at
fara inn á vøllin, tí hon
visti, at fólk fóru at
fagna henni. Men løg-
reglan heldur ikki, at
tilburðurin var serliga
skemtiligur, og sambært
Aftenposten
kann
kvinnan fáa tvey ára
fongsul.
Tað stóð á jøvnum 0-0
ímillum
Letland
og
Portugal, tá kvinnan
rann inn á vøllin, men tá
dómarin floytaði dystin
av, høvdu portugisar
vunnið 2-0. Portugisiski
venjarin, Luiz Felipe
Scolari, helt fyri á
tíðindafundi
aftan
á
dystin, at tann hálv-
nakna kvinnan vendi
dystinum. Kanska var
nakað í tí. Í hvussu er
komu bæði málini beint
aftan á tilburðin.
UTTAN ÚR HEIMI
Túsundtals russar
mótmæltu í gjár yvir-
ganginum í landin-
um. Samstundis
harðna atfinningar-
nar at myndugleikun-
um
RUSSLAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Dagurin í gjár var almennur
sorgardagur í Russlandi til
minnis um tey, sum doyðu í
gíslatøkuni í Belsan. Men
hjá nógvum russum var
sorgin blandað við øði og
misnøgd, og fleiri av teim-
um russisku bløðunum fara
illa við myndugleikunum.
Blaðið Vedomosti legði í
gjár myndugleikarnar undir
at bera ósannindi um alt,
sum hevur við yvirgangin í
seinastuni at gera. Blaðið
vísti á, at myndugleikarnir
søgdu seg hava tamarhald á
støðuni í Belsan, men at tað
var ikki so. Myndugleikar-
nir søgdu eisini, at trygdar-
deildirnar vóru væl vandar
og dugdu síni ting, men tað
var heldur ikki so. Teir
lúgva, so vit vita ikki, hvat
vit skulu halda, skrivaði
blaðið.
Eitt annað blað, Vrenja
Novosti, skrivar, at trygdar-
deildirnar høvdu als ikki
eftirlit við tí, sum hendi.
Sambært blaðnum vóru tað
ikki trygdarhermenn, sum
skutu afturímóti, tá gísla-
rænararnir fóru at skjóta,
men heldur vanligir her-
menn og sivilfólk, sum
høvdu tikið vápn við sær.
Sambært blaðnum løgdu
trygdardeildirnar ikki uppí
fyrr enn ein hálvan tíma
seinni.
Blaðið
Moskovskij
Komsomolets skrivar bein-
leiðis, at tær russisku
trygdardeildirnar
eru
óbrúkiligar. Tað prógvaðu
tær í Beslan, skrivar blaðið.
Fleiri av teimum russisku
bløðunum finnast eisini at
Vladimir Putin, forseta.
Hann hevur skýrt gíslatøk-
una í Belsan altjóða yvir-
gang, men bløðini vilja
vera við, at hann bara royn-
ir at skáka sær undan kríg-
num í Kekenia, sum er tann
veruliga orsøkin. Men for-
setin hevur heldur onga
ætlan um, hvussu kreppan
har skal loysast, skriva
bløðini.
Kongurin í Swazi-
landi skal aftur gift-
ast. Frammanundan
hevur hann 12 konur
Tann 36 ára gamli kongurin
í Swazilandi, Mswati 3., er
kendur fyri at hóreiggja sær
sum eitt oyðsl, sjálvt um
land hansara er eitt tað
fátækasta í øllum Afrika.
Herfyri kunngjørdi hann, at
hann ætlar sær at byggja
teimum tólv konunum hvør
sína borg, og fyrr í ár ætlaði
hann at keypa sær eitt flog-
far fyri góðar 300 milliónir
krónur. Tann ætlanin var
kortini av ongum.
Nú hevur hann ístaðin
fyri gjørt av at fáa sær eina
konu aftur at teimum 12,
sum hann hevur. Hon er
bert 16 ára gomul og hevur
fyrr tikið lut í einari vakur-
leikakapping, skrivar The
Independent.
Men hann hevur til at
breða. Alment hevði pápi
hansara 120 konur, men tey
flestu vilja vera við, at tær
vóru væl fleiri enn tað.
Hóast altjóða mót-
mæli hevur Ísrael ikki
slept ætlanini at flyta
palestinska forsetan
burtur haðani
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelski verjumálaráðharr-
in, Shaul Mofaz, sigur nú,
at Ísrael hevur ikki slept
ætlanini at reka palestinska
forsetan, Yasser Arafat,
burtur.
Í samrøðu við útvarpið
hjá herinum segði Mofaz
mánadagin,
at
stjórnin
heldur fast um avgerðina at
reka Arafat burtur.
– Vit fara at finna tann
rætta dagin og tann rætta
háttin, segði Mofaz.
Sambært blaðnum Haa-
retz tók stjórnin avgerðina
aftan á eina røð av pale-
stinskum
sjálvmorðsat-
sóknum í fjør. Blaðið skriv-
ar, at verður avgerðin framd
í verki, kann tað annað-
hvørt hava við sær, at Ara-
fat verður fluttur av Vestara
Áarbakka, ella at hann
verður myrdur.
Arafat hevur sitið av-
byrgdur í Ramallah á Vest-
ara Áarbakka seinastu trý
árini, og altjóða samfelagið
hevur ávarað Ísrael ímóti at
reka hann burtur ella at
beina fyri honum.
Skal giftast fyri 13. ferð
Ísrael ætlar framvegis
at sleppa av við Arafat
Sorgin vend til øði
Hjá nógvum russum er sorgin vend til øði inn á myndugleikarnar
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2