Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 3 Ikki óvæntað er aftur full høll av framsýn- arum, nú Vørumess- an letur upp til ársins stevnu fyri heilsølur og innkeyparar; roknað verður við at eini 2000 fólk fara at vitja teir 40 básarnar MARKNAÐARFØRING Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Síðani 1998 hevur handils snildingurin Birgir Poulsen, umframt sítt dagliga arbeiði sum stjóri í vøruinnkeyps ketuni Merko, havt eitt aft- urvendandi árligt tiltak: Vørumessan. Tiltakið, sum við undantak av sínum fyrsta ári altíð hevur verið hildið í Ítróttarhøllini á Hálsi, er vorðið ein væl oljað marknaðar maskina sum savnar altráar heilsølur um alt landið undir ein stóran hatt. Í døgunum 10- 12. september møtast vænt- andi eini 2000 fólk í høllini fyri at síggja vørur, deala og hava tað hugnaligt. Meira enn eitt felags lokkilsi ið handilsfólk illa kunnu standa ímóti, er Messan eitt sera væl um- tókt samlingar punkt ið so at siga allar føroyskar heil- sølur taka undir við av heil- um hjarta. Tiltakið savnar bæði kappingarneytar og partnarar saman til felags áhugamál, og hevur frá fyrsta degi víst seg sum eina dundrandi suksess. At eingin føroyskur inn- keypari við virðing fyri sær sjálvum ídag kann ignorera Vørumessuna, er ein sann- roynd sum illa kann aftur- vísast, tó at fyriskiparin helst vil fyridraga ein ann- an tóna. »Hugsanin aftan fyri Vørumessuna er at gera tað lætt og lagaligt hjá handils- og skrivstovufólkum um- framt virkis- og stovnsleið- arum at gera síni innkeyp og persónliga samskifta,« segði Birgir Poulsen. »Fyrr, tá ið heilsølurnar ferðaðust kring oyggjarnar hvør í sínum lagi og hildu framsýningar, var tað held- ur strævið hjá innkeyparum at leita sær langar leiðir til eini átta tílík tiltøk undir einum ári. Eg helt at tað mátti kunna finnast ein betri loysn, og soleiðis skipaðu vit í 1998 fyri Vørumessu á Hotel Føroy- um. Undirtøkan var bara so stór at vit longu árið eftir máttu hava størri høli og Ítróttarhøllin á Hálsi tekur væl meira. Ikki tí, tað vísir seg heldur ikki at vera nóg mikið av plássi har, men vit mugu heldur royna at klára okkum við verandi gólv- vídd. Nú kanska eisini tað verður gjørt okkurt í næst- um fyri at fáa meira pláss burtur úr høllini, havi eg hoyrt okkurt um…« Íslendingar og danir við Vørumessan hýsir í ár 32 framsýnarum á 40 básum. Flest allar føroyskar heil- sølur eru umboðaðar um- framt nakrir tænastuveitar- ar og einstakir framleiðarar. Produkt nýggjheitir eru fastur táttur á Messuni og millum háljós í ár roknast introduktiónin av føroysk- um smøri. Ein annar áhuga- verdur táttur er at útlend- ingar eru farnir at sýna áhuga, so mikið so at tvær útlendskar fyritøkur taka lut sum framsýnarar við egnum bási. »Á Messuni verður altíð fitt av nýggjum vørum víst fram og eg veit til dømis um at MBM ætlar at vísa upp føroyskt framleitt smør nú… Áhugin fyri Messuni vísir seg at vaksa ár undan ári og vit eru ógvuliga glað fyri at útlendingar eisini vilja taka lut; tann íslendski góðgæta framleiðarin Móna Ehf, sum Jóhannes Guðjónsson umboðar í samstarvi við Kjølbro Heil- sølu, verður við í ár og somuleiðis tann danski veitarin Kristian Gravesen, ið heldur ikki er ókendur millum føroyingar. Annars eru sum vanligt nógvar før- oyskar heilsølur og aðrir veitarar úr øllum landinum, og talan er um so at siga allar hugsandi vørubólkar.« Í fjør vitjaðu 1800 inn- keyparar Messuna og sum skilst fingu framsýnararnir væl burturúr. Birgir Poulsen hevur drúgvar royndir innan handil og heilsølu og hevur síðani 1996 verið stjóri á innkeyps ketuni Merko. Stevna innkeyparum á ársfund Birgir Poulsen hevur drúgvar royndir í marknaðarføring innan heilsølu og detail handil. Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com C M Y K 3 2