Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 170 - 8. september 2004 Nr. 170 - 8. september 2004 5 Kappingarráðið fer at kanna, um marknað- arføringin hjá Atlantsflogi er í lagi, tá lýst verður við bíligum ferðum og síðan við smáum stavum lagt afturat, at avgreiðslu- og ferða- avgjøld koma afturat prísinum. Á Atlants- flogi kendu tey seg noydd at fylgja kapp- ingarneytanum, sigur sølustjórin MARKNAÐARFØRING Edvard Joensen Kappingarráðið fer at kanna, um marknaðarfør- ingin hjá Atlantsflogi er í tráð við galdandi reglur. Eingin skal ivast í, hvat ein vøra, tú ætlar at keypa, kostar. Tað siga reglurnar hjá Kappingarráðnum. Kortini eru fleiri, sum ivast í, um tað, tey keypa frá Atl- antsflogi, kostar tað, sum lýst verður við. Fólk hava vent sær til Kappingar-ráð- ið, sum nú fer at taka málið upp. – Kappingarneyti okkara lýsti við ókeypis ferðum. Vit vístu á, at tað var skeiv marknaðarførsla, men fingu at vita, at tað kundi eingin gera nakað við. Tí kendu vit okkum noydd at gera eina lýsingarherferð, sum hesa. Men okkum dámar ikki mátan, sigur sølustjórin hjá Atlantsflogi. Atlantsflog lýsir við stór- um uppsløgum, at ein viku- skiftisferð til Danmarkar kostar 1.490,- krónur. Við smáum stavum á somu lýs- ing stendur so, at umframt koma ferðaavgjøld og av- greiðslugjøld, sum kundin sjálvandi eisini skal gjalda. Og tað er ymiskt, alt eftir, hvar í Danmark ein ætlar at lenda. Er talan um ferð úr Vág- um tl Kastrup, eru eyka- gjøldini, sum ikki standa við stórum á lýsingini hjá Atlantsflogi, kr. 597,- ella 40,067 prosent av tí talin- um, sum sligið er stórt upp. Verður farið til Billund, er munurin upp aftur meira. Tá er eykakostnaðurin 623,- krónur, ella 41,812 prosent av teimum 1.490,- sum standa við stórum í lýsingini. Munurin stendst av ymiskum flogvallar- gjøldum í Danmark. Soleiðis verður umleið ein helvt av tí prísinum, fólk hefta seg við, tá ein skjót lýsing fer framvið, løgd aftur at tí prísinum, sum tey síggja í ferðini, og sum kanska beinleiðis fær tey til at biða um ein ferða- seðil. Undrast og argast Av ferðaskrivstovum, sum Sosialurin hevur tosað við, verður sagt, at tað er fleiri ferðir komið fyri, at fólk undrast, tá tey koma at heinta ein ferðaseðil, tey hava biðið um, og fáa at vita prísin, tey skulu gjalda. Her verður jú næstan ein helvt løgd afturat. Og hes- um hava tey ikki gáað eftir, tí tað hevur verið lýst við einum øðrum prísi, siga fólk vanliga. Summi fólk eru vorðin so ørg, at tey eru farin til Kappingarráðið og hava kært marknaðarføringina hjá Atlantsflogi, sum tey ikki halda vera í tráð við verandi reglur. Í øllum før- um halda tey, at moralurin í lýsingunum er vánaligur, sigur Heri Joensen á Kapp- ingaráðnum. Hann sigur, at tað stendur heilt greitt í reglunum hjá Kappingarráðnum, at ein vøruprísur skal lýsast so- leiðis, at viðkomandi, sum ætlar sær at keypa, ikki skal vera í iva um, hvussu nógv vøran kostar. – Vit fara nú at taka hetta málið upp og royna tað, sigur Heri Joensen. Hinvegin er eisini eitt punkt í reglugerðini, sum sigur, at um aðrar útreiðslur leggjast aftur at søluprisin- um, skal tað tilskilast ser- liga. – Tað kann vera, at tað eru hesi orðini, Atlantsflog skjýtur seg undir, sigur Heri Joensen. Tann serliga tilskilingin kann so eftir teirra meting vera tað, sum skrivað er við smáum niðri undir tí stóra prísinum. Hann nevnir dømi um, at hýruvognar koyra við lýs- ingum, har ein prísur er merktur við stórum. – Tá ein slíkur bilur fer framvið, síggja fólk tann ávísta prísin, men tey hava ongan møguleika at lesa tað, sum stendur niðanfyri. Og tað er ivasamt, um tað er nøktandi marknaðar- førsla, sigur Heri Joensen á Kappingaráðnum. Lumpa fólk – Hatta meti eg sum bein- leiðis »bóndafangarí«, sig- ur Petur í Gong, formaður í b r ú k a r a s a m t a k i n u m . (Samb. orðabókini merkir bóndafangari svik á før- oyskum. blðm.) Trupulleikin hjá okkum er, sigur Petur í Gong, at vit hava onga marknaðarfør- ingslóg, sum kann steðga slíkum. Um ein slík lóg var í Føroyum, bar til at farið eftir felagnum og steðgað hasum lýsingunum beinan- veg, sigur hann. Hann visir tó á, at hann væntar eina slíka lóg nakað skjótt, tí tað stendur í sam- gonguskjalinum, at ein slík skal gerast. Formaðurin í brúkara- samtakinum er sannførdur um, at slík maknaðarførsla er villeiðing, sum ein brúk- aralóg hevði steðgað bein- anveg. Vit eiga a sígga endaliga kostprísin beinan- veg. Og einki annað, sigur hann. Hann heldur slíkar lýsingar vera sera ringan handilsmoral. Men sum støðan er í løt- uni, kann Brúkarasamtakið ikki gera annað enn tala at og bíða eftir eini føroyskari lóggávu á økinum. Kroystir Sølustjórin á Atlantsflogi, Kent Christensen, sigur, at teimum dámar heldur ikki slíkar lýsingarherferðir. Men Atlantsflog er kroyst til at gera so, hóast leiðslan heldur tað vera skeivt. – Vit vóru uppi í móti einum kappingarneyta, sum lýsti við, at til bar at ferðast ókeypis við tí felagnum. Men einki varð í lýsingun- um sagt um, at fyri at fáa ein ókeypis ferðaseðil, skuldi tú fyrst hava ferðast fimm ferðir millum Føroy- ar og Danmark fyri fullan prís, sigur hann. Atlantsflog vísti á yvir fyri Kappingrráðnum, at felagið helt hetta vera heilt við síðuna av at lýsa soleið- is. Vit vístu til handilsmoral og -sið, men fingu at vita, at har kundi einki gerast við. Tískil valdu vit at fara undir hesa lýsingarherferð- ina, sum okkum ikki dámar. Men eftir fyrsta november, fara vit afur at lýsa við teimum prísum, sum fólk skulu gjalda, tá tey keypa ferðaseðil, sigur Kent Christensen. Eisini hava fólk fýlst á, at lýst verður við sera bíligum ferðaseðlum til Reykjavík- ar og London. Men tað verður bara lýst við prísi annan veg, og tað halda summi vera skeiva lýsing. Umframt koma so tey av- gjøldini, sum løgd verða afturat. – Har er einki galið við tí, sigur Kent Christensen, tí vit lýsa við einvegis ferða- seðlum. Vikuskiftisferðirn- ar til Danmarkar eru aftur og fram, og tískil verður tann stóri prísmunurin, vís- ir hann á. Kent Christensen, sølu- stjóri hjá Atlantsflogi, vísir annars til stjóran, Magna Arge, sum er tann, ið hevur havt samskiftið við Kapp- ingarráðið um hendur. Magni Arge var ikki at hitta, áðrenn blaðið fór til prentingar, og fekst tískil eingin viðmerking frá hon- um til málið. Fara at kanna lýsing hjá Atlantsflog – Vit kendu okkum kroyst at fara undir eina slíka herferð, tí vit kappaðust við eitt felag, sum lýsti við órealistiskum prísum, sum Kappingaráðið ikki steðgaði. Men okkum dámar hetta ikki, og vit gevast eisini við tí eftir1. november, sigur Kent Christensen, sølustjóri hjá Atlantsflogi Mynd: Edvard Joensen Atlantsflog lýsir við vikuskiftisferðum til Danmarkar fyri 1.490,- krónur. Men tá kundin skal rinda ferðaseðilin, verður næstan helvtin av lýsta prísinum løgd afturat Tað er eitt sindur ørkymlandi, at Sumba og Tvøroyri skulu leggja saman, sigur Jógvan við Keldu landsstýris- maður í kommunu- málum SAMANLEGGING Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg dugi ikki rættiliga at síggja meiningina við at leggja Tvøroyri og Sumba saman í eina kommunu. Tað sigur landsstýris- maðurin í kommunumál- um, Jógvan við Keldu. Tvøroyri og Sumba við- gera í løtuni møguleikan fyri at leggja báðar komm- unurnar saman. Men semjast tær báðar kommunurnar um saman- legging, verður tað lands- stýrismaðurin í kommunu- málum, sum skal geva endaliga loyvi til saman- leggingina. Men hóast hann ikki dug- ir at síggja meiningina við hesi samanleggingin, legg- ur hann stóran dent á, at hann hevur ikki tikið støðu til málið. – Vit hava ikki fingið nakra umsókn um saman- legging og tessvegna hava vit heldur ikki tikið støðu, sigur Jógvan við Keldu. Men hann heldur, at tað virkar ógvuliga ørkyml- andi, at Sumba, sum er í syðru helvt í oynni og Tvør- oyri, sum er í norðaru helvt, skulu leggja saman. – Kunnu vit so vænta, at tað næsta verður, at Vágur og Hvalba leggja saman, spyr hann. – Hetta kundi kanska svara til, at Strendur og Tórshavn leggja saman, sum tað einaferð var talan um, ella at Klaksvík og Toftir leggja saman. Jógvan við Keldu vísur á, at tað er heldur ikki í sam- svari við Kommunuálitið, at Sumba og Tvøroyri leggja saman. – Eftir Kommunuálitin- um eru tveir møguleikar fyri kommunusamanlegg- ing í Suðuroynni. Annar møguleikin er, at øll Suður- oyggin verður ein komm- una, sum eg haldi er tað einasta rætta. Hin møgu- leikin er, at oyggin verður tvær kommuna, har komm- unurnar í syðru helvt leggja saman í eina kommunu og kommunurnar í norðaru helvt leggja saman í eina kommunu. – Tann møguleikin, sum nú er upp á tal, at ávísar kommunur í norðaru helvt og ávísar kommunur í syðru helvt leggja saman, er ikki nevndur í komm- unuálitinum, sigur lands- stýrismaðurin í kommunu- málum. – Einasta meining, eg síggi við hesum, er, at tað kann kanska skunda undir, at fleiri kommunur í Suð- uroynni fara at tosa um samanlegging, leggur hann afturat. Skal vera ein styrki Jógvan við Keldu vísur á, at skulu kommunur í einum øki leggja saman, skal tað vera tí, at tað verður ein styrki fyri alt økið, sum verður lagt saman. – Tað skal vera ein styrki, tí tað skal gera alt økið betri ført fyri at leggja alt tað virksemi til rættis, sum skal vera í økinum og allar út- byggingar, sum skulu vera í økinum. – Talan er bæði um at leggja til til rættis, hvar skúlar, aðrir almennir stovnar, umsiting, havnir og lendingar o.s.fr., skulu vera, so at vit fáa eitt saml- að samfelag í tí økinum, sum verður lagt saman. Jógvan við keldu sigur, at hann hevur boðað øðrum pørtum í landinum frá, at hetta er endamálið við sam- anlegging. Landsstýrismaðurin ásannar, at Suðuroyggin kemur at liggja avskorin í nógv ár afturat. – Tí meini eg framvegis, at Suðuroyggin eigur at verða ein kommuna, sigur hann. – Hevði Suðuroyggin verið ein kommuna, og hevði hon staðið sum ein maður úteftir, hevði tað verið ein stór styrki fyri oynna og fyri allar Føroyar, sigur landsstýrismaðurin. Hann sigur, at hann hevur fleiri ferðir hoyrt tingmenn úr Suðuroynni tosað um at gera oynna til ein kraftmið- depil. – Tað er eitt langt lop frá at liggja í andaleypi til at gerast ein kraftmiðdepil. Men skal Suðuroyggin nak- rantíð verða ein kraftmið- depil, verður tað neyðugt, at suðuroyingar leggja sam- an í eina kommunu, so at teir kunnu tosa við við ein- ari rødd, tá ið teirra áhuga- mál skulu røkjast og ikki við fleiri raddum, sum nú. Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevði givið suðuroyingum nógv bestan møguleikan til at lagt til rættist á fíggjarliga skila- besta hátt og tað hevði giv- ið teimum bestan møgu- leika at fingið oynni sømd- ir. Ongin styrki at leggja Sumba og Tvøroyri saman – Tjóðskaparkenslan vigaði tungt, tá ið Smyril Line havnaði einum tilboði frá Eimskip um at yvir- taka farmadeildina hjá føroyska felagnum FARMAFLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki-@sosialurin.fo – Tað hevði verið beiskt at slept endanum. Óli Hammer, stjóri í Smyril Line, sigur, at tað var avgjørt eisini av tjóð- skaparligum kenslum, at Smyril Line havnaði einum tilboði frá íslendska felagn- um Eimskip um at yvirtaka farmadeildina hjá føroyska felagnum, sum hevur verið umrøtt seinastu dagfarnar. Men hann viðgongur kortini, at tað var ikki bara tað tjóðskaparliga, sum gjørdi munin. – Tilboðið frá Eimskip var heldur ikki so gott, sum vit vildu hava. Tað spældi eisini inn, tað skal ikki dyljast, tí vit hava eisini partaeigarar, sum vit skulu røkja áhugamálini hjá. – Men tað var heilt av- gjørt, at tað tjóðskaparligi parturin av tí, vigaði eisini ógvuliga tungt. Óli Hammer sigur, at upprunaliga var farma- flutningurin ikki grundar- lagið undir Smyril Line. – Men nú er tað vorðið ein reiðiliga týðandi partur av virkseminum og tað vilja vit gera nógv fyri at varðveita á føroyskum hondum. – Peningur er ikki alt her í verðini, tó at tað allar- mesta er til sølu fyri rætta prísin. Men vit halda, at tað hevur alstóran týdning at føroyingar varðveita flutn- ingin á egnum hondum. – Bert við at varðveita flutningin ímillum Føroyar og umheimin á egnum hondum, fáa vit skipa hann eftir okkara egna tørvi. Lata vit hann upp í hend- urnar á øðrum, er tað ikki vist, at hann hevði verið skipaður, sum vit vilja hava hann og tað er ein vansi í einum samfelagi, sum er so bundið av millumlanda flutningi, sum Føroyar eru. Hann sigur, at í sambandi við tilboðið frá Eimskip, kom Smyril Line sostatt í eina rættiliga tvístøðu. -– Vit hugsaðu eisini um tað tvístøðu, sum føroyskir innflytarar og útflytarar høvdu komið í, høvdu vit selt til Eimskip, tí so hevði at kalla allur farmaflutning- urin farið á útlendskar hendur. – Kappingin um farma- flutningin hevði meststum horvið, tí Eimskip hevði fingið at kalla einkarrætt upp á farmaflutningin til og úr Føroyum og tað hevði ikki tænt okkara áhugamál- um, sum føroyingum. Hann sigur, at tað er so- leiðis í flestu londum, at tey royna at varðveita millum- landaflutningin á egnum hondum fyri at kunna skipa hann so, at hann tænir landsins áhugamálum mest møguligt. – Vit hava eisini hesi seinastu árini megnað at fingið bæði flutning av ferðafólki og av farmi á føroyskar hendur, bæði á sjónum og í luftini. – Tá ið vit settu Smyril Line á stovn, var tað tí, at vit hildu, at støðan var ikki tann besta fyri okkum føroyingar. – Síðani er støðan batnað alla tíðina og tað vildi verið spell at avhenda farma- flutningin aftur- og tað har- afturat á tær somu útl- endsku hendur. Óli Hammer sigur, at Smyril Line hevur havt framgongd og hann hevur rættiliga góðar vónir um, at klára tað líka væl einsa- mallir og tí gjørdu vit av at varðveita farmaflutningin á føroyskum hondum. Hann vísir eisini á, at talan er um reiðiliga nógv arbeiðspláss og tað hevur eisini stóran týdning í føroyska samfelagnum. Høvdu vit mist flutning- in, høvdu vit eisini mist virðismikla vitan av landin- um. Óli Hammer ásannar eis- ini, at íslendskt vinnulív førir seg rættiliga ágang- andi fram í Føroyum í hes- um døgum og teir leggja stóra orku í at keypa før- oyskt vinnulív. Hetta er ikki ein gongd, sum hóvar stjóranum í Smyril Line. – Nógvum føroyingum dámar ikki at hoyra undir Danmark. Tað mátti heldur ikki smakkað væl at gjørt okkum sjálvi til húskallar hjá íslendingum í egnum landi, heldur hann fyri og tað gongur sjón fyri søgn, at íslendingar keypa nógv vinnulív í Føroyum. Óli Hammer: Hevði verið beiskt at slept endanum – Eg dugi ikki at síggja mein- ingina við at leggja Sumba og Tvøroyri saman í eina kommunu, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í kommunumálum. Hann heldur framvegis at tað ein- asta rætta er at leggja alla Suðuroy í eina kommunu C M Y K 5 4