mikudagur 8. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
5
Poul Michelsen
6/173 s/h
PDF
Góðgæti frá tí ís-
lendska framleiðar-
anum ‘Móna Ehf’ er
við at koma fyri seg
millum sjokolatu
svangar føroyingar
Tað sigst at føroyingar eta
fýra ferðir so nógva sjoko-
latu sum sviar; enn hava vit
ikki eftirkannað hesar upp-
lýsingar, men okkurt bendir
á at sjokolata er nakað sum
veruliga gongur í handlum
og kioskum á Klettunum.
Tað kann væl vera at ís-
lendingar hava hoyrt um
tann føroyska smakkin fyri
góðgæti. Í øllum førum
hevur
vælsmakkandi
‘Móna’ sjokolata fingið al-
samt fleiri føroyingar til at
hugsa íslendskt tá tað um
søtmeti ræður.
»Vit fingu nakrar prøvar
frá Jóhannes Guðjónsson
sum umboðar Mónu í Før-
oyum,« upplýsir Magnus
Joensen frá Kjølbro Heil-
sølu. »Hetta vísti seg at
vera ógvuliga góð produkt,
so vit avgjørdu at royna tey.
Marknaðurin hevur tikið
sera væl ímóti produktun-
um og sølan hevur verið
hareftir bæði í handlum og
kioskum. Produktini klára
dygdina væl og virðiliga og
prísurin er á góðari leið.«
Millum stór hitt frá
Mónu teljast ‘Grænjazz’ og
aðrir variantar av sjokolata
barrum, umframt eini 15
variantar av leysum góð-
gæti íroknað djóra figurar,
og ikki minst ‘Lottokúlur’
ið eru eitt slag av lakres
bommum við sjokolatu
uttaná. Sum skilst verða
Móna páskaregg introdu-
serað í næstum.
Saknaði íslendskt
Íslendingurin
Jóhannes
Guðjónsson kom uppruna-
liga til Føroya fyri umleið
10 árum síðani, um tað
mundið Bónus hevði hópin
av íslendskum matvørum at
bjóða. Tá hann í 2001, aftan
á at hava verið í Íslandi í
eitt tíðarskeið, kom aftur til
Føroya, var alt broytt. Tá
vóru allar hesar vørur sum
blástar av hillunum.
Men
vónbrotið
varð
skjótt vent til íblástur og
nýtt fyritaksemi.
»Eg helt tað líktist svarta
ongum at tað ikki skuldi
bera til at fáa íslendskar
matvørur
í
Føroyum,«
minnist Jóhannes Guðjóns-
son.
»Tað tók sína tíð at koma
í gongd, men eg setti mær
fyri at gera nakað við
hendan trupulleika og fór í
holt við at kanna møguleik-
arnar fyri at fáa onkra um-
boðan. Móna var eitt tað
fyrsta eg hugsaði um, tí tað
er eitt kent merki millum
íslendingar… Tað eydnað-
ist mær at fáa umboð í
Føroyum fyri allar vørur
sum Móna Ehf framleiðir;
eg fekk eisini samstarv við
Kjølbro Heilsølu ið átók
sær at marknaðarføra og
distribuera Móna góðgæti
her. Síðani hevur tað bara
gingið betur og betur við
hesum virksemi.«
Jóhannes Guðjónsson er
giftur í Sandavági, har hann
og konan eiga og reka
Heimabakaríið.
Harum-
framt fæst hann við at um-
boða íslendskar matvørur í
Føroyum.
Íslendskt góðgæti
gongur sum heitt breyð
C
M
Y
K
5
4