Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 170 - 8. september 2004 Nr. 170 - 8. september 2004 7 Jónhild Johannesen og Randi Vang skipa annað árið á rað fyri handverksstevnuni Gluggaglæmu. Hetta er ein framsýning/- sølustevna/verkstaður, har fólk kunnu møta listhandverkarum. Hesuferð er eisini ein kapping við nýskap- andi sjalum á skránni GLUGGAGLÆMA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Gluggaglæma er at kalla eitt framhald av tiltakinum Hendur og Hugflog, sum plagdi vera í ítróttarhøllini á Hálsi. Tað vóru eisini tær báðar Jónhild Johannesen og Randi Vang, ið stóðu fyri tí tiltakinum. – Gluggaglæma er ein sjálvstøðug verkætlan, ein avloysari fyri Hendur og Hugflog. Men hetta er nak- að øðrvísi, greiðir Randi Vang frá. Jónhild tekur um endan, og sigur, at tá tiltakið var á Hálsi, vóru allir luttakarar inni í stóru høllini í tríggjar dagar og vístu ymisku vør- una fram. – Gluggaglæma verður hildin her í Müllers Pakk- húsi, og her er nógv minni pláss enn tað er í høllini. Tí hava vit nú tvey hold. Ann- að var frá leygardegi til týs- dag og hitt verður frá hós- degi til sunnudag. So fáa bæði holdini eitt vikuskift- ið í part, sigur Jónhild. Hon sigur, at ein stórur munur er eisini , at tað á Gluggaglæmu ikki bert eru framsýningar, men at tað eru verkstøð. Á tann hátt kunnu fólk koma inn, og hyggja hvussu teir ymsu framsýnararnir arbeiða seg fram til úrslitið. Kappingar Í fjør høvdu tær skipað fyri eini kapping, har tann vakr- asti handvirkaði vætturin skuldi finnast. Vinnarin var vætturin Álvur, sum tær so skrivaðu eina søgu um. Í ár hava tær valt at út- skriva eina kapping í bundnaturrikløðum og sjalum. Kappingin var út- skrivað í januar og freistin var úti um hálvan august. – Hetta er eitt evni, sum bæði er modernað og søgu- ligt, og sum nógv spenn- andi kann koma burturúr, sigur Randi. Tær hava fingið trýssj ymisk sjal inn. – Vit hugs- aðu áðrenn, at um vit fingu eini fimtan-tjúgu sjal inn, so høvdu vit verið ógvuliga nøgdar. Og so komu tað ikki færri enn trýssj, so tað var ógvuliga gleðiligt. Tær hava sett tríggjar dómarar at døma i kapping- ini. Tær eru Katrin í Gong- ini, eigari av Klivanum í SMS, Lis Helgadóttir, sum er listahandverkari og Hannelisa Falck, sum er gift til Svøríkis og sum eisini er listahandverkari. – Tað eru nøkur rættiliga strong kriteriir. Tað skal vera nýskapandi, men sam- stundis við íblástri frá tí gamla. Tilfarið skal vera føroyskt, og hugt verður at, hvussu tilfarið er brúkt, hvussu væl tær hava fingið burturúr tilfarinum. Og síð- ani verður hugt at hegni og handverksdygd, greiðir Jónhild frá. Vinnarin verður funnin síðsta dagin á stevnuni, sum er sunnudagin 12 sep- tember Endamálið Tær báðar siga, at enda- málið við Gluggaglæmuni avgjørt er at geva framvís- arunum mót uppá at halda fram við handverkinum. – Vit vilja, at hetta er nakað sum skal grógva og gerast størri. Vit vilja geva teimum mót uppá, at gera ítrivið til eina hjávinnu. Við tiltøkum sum Glugga- glæmu, fáa tey ein møgu- leika at møta kundunum, og at síggja hvussu stórur áhugi er fyri tí, tey gera. Eisini um tey sjálvi hava nakran áhuga í at skapa sær ein vinnuveg av handverkinum. Við hes- um fáa tey ein lítlan for- smakk, sigur Randi. Jónhild leggur afturat, at handvirkaða vøran er nógv meiri persónlig enn hóp- framleidda vøran er. – Tey kunnu øll siga tær eina søgu um verkini tey hava at selja. Tú fært eina frágreiðing um hvussu hon bleiv til, tá tú keypir vør- una, tí hetta er alt unika- vørur. Áhugin fyri at vera við er eisini rættiliga stórur. Í Müllers Pakkhúsi rúmast 12 básar inn í senn, og í onkrum bási eru tvey lista- fólk. Sum áður nevnt er stevnan býtt í tvey, so alt í alt eru nøkur og tredivu fólk við. – Tað er ógvuliga ymiskt hvat tað eru fyri fólk, ið lut- taka. Onkur hevur undirvíst á kvøldskúla í fleiri ár, meðan onkur júst er byrjað- ur. Onkur kanska hevur hugsað um at lata upp ein handil, og vil tí royna seg her fyrst, greiðir Jónhild frá. Møguleiki er at keypa framsýndu vøruna, men hon verður ikki latin keyp- aranum fyrr enn síðsta dagin av Gluggaglæmu. – Tey, ið koma seinasta dagin, skulu helst eisini hava okkurt at hyggja at, sigur Jónhild. Gluggaglæma verður sera væl vitjað. Á stevnuni higartil, hava tað verið eini trýhundrað fólk um dagin. Í fjør svingaði talið heilt frá tveyhundrað til omanfyri sekshundrað. Men tað eru ikki bert básarnir, ið draga fólk. Á Gluggaglæmu verður nevniliga eisini skipað fyri ymiskum tiltøkum. Bæði mótaframsýningar, dansur og café, har alt er heima- gjørt eru eisini á skránni í Müllers Pakkhúsi í hesum døgum. Handverkslist í Müllers Pakkhúsi Básarnir eru ikki bert til framsýningar, tí allir framsýnararnir hava eisini ein verkstað í básunum, so til ber hjá fólki at síggja, hvussu vøran verður til. Her síggjast básarnir hjá Virkni, við Hildur Hermansen, sum arbeiðir við leiri og Leif Erik Niclasen, gullsmiði Mynd: Magnus Gunnarsson Randi Vang og Jónhild Johannesen fyrireikarar. – Áhugin fyri Gluggaglæmu er sera stórur, bæði fyri at luttaka á básunum og vera við í sjalskappingini. Og tey vitjandi hava higartil verið eini trýhundrað dagliga Mynd: Magnus Gunnarsson Umframt básarnar eru bæði mótaframsýningar, dansur og ein bindikapping við evninum »føroysk sjal og bundnaturrikløð« á skránni. Her síggjast dansararnir Jóna, Bjørt og Durita í nøkrum av sjalunum, sum eru við í kappingini Mynd: Magnus Gunnarsson Í Føroyum er tað so- leiðis, at nøkur forløg fáa stuðul á Løgtings- ins fíggjarlóg til út- gávur, meðan onnur fáa tað ikki. Hetta heldur Felagið Før- oysk Bókaforløg vera serstakliga kapp- ingaravlagandi, og hevur felagið tískil sent Fíggjarmála- ráðnum og Menta- málaráðnum eitt skriv, har víst verður á hesi viðurskiftini BÓKAÚTGÁVUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Á løgtingins fíggjarlóg er stuðul játtaður til tvey for- løg, meðan onnur ikki eru nevnd. Tað er kappingar- avlagandi, tá ið tað sum skuldi verðið grundarlagið fyri allari kapping – nevni- liga tað, at víðvøllurin er líka hjá øllum – ikki er galdandi, sigur Zakarias Wang. Hann heldur fram, at tað jú sigur seg sjálvt, at tey, ið fáa stuðul, eru betur fyri enn hini. Eitt av limafeløgunum í Felagnum Føroysk Bóka- forløg hevur vent sær til Kappingarráðið og klagað um verandi støðu. Svarið, sum felagið fekk, var, at kappingarráðið helt ikki, at tað kundi blanda seg upp í dispositiónir, sum Føroya Løgting ger. – Um tað er rætt, veit eg ikki, men tá Løgtingið kemur við játtanum, skuldi ein trúð, at hetta var sam- bært galdandi lóggávu ann- ars, heldur Zakarias Wang. Hann vísir á, at í kapp- ingarlógini stendur, at øll kapping skal vera jøvn, men tað ivast hann stórliga í, um hon er á bókaútgávu- økinum, tá nøkur forløg frá pengar framíhjá frá tí al- menna. Góðar vónir Zakarias Wang sigur, at orsøkin til, at felagið hevur sent skriv til myndugleik- arnar er, at felagið vil gera vart við hendan mismun. Og hann heldur, at tað var so líka til at venda sær til teirra, ið eru við til at gera fíggjarlógina. Vónirnar hjá felagnum um, at brævið verður tikið til eftirtektar, eru góðar, sambært Zakariasi. Brævið varð sent teimum limum í Felagnum Føroysk bókaforløg, sum eru nevnd á Løgtingsins fíggjarlóg, men tey søgdu seg ikki vera samd í brævinum. Hvat tað var, sum tey ikki vóru samd í, fekst sambært Zakariasi ongantíð at vita. Stuðul til øll Zakarias sigur, at við stuðuli frá tí almenna er ongin ivi um, at tað koma nógvar føroyskar útgávur á marknaðin. Hann sigur, at um løgtingið vil hava nógv- ar føroyskar útgávur, so skal stuðul til, men á ein ikki kappingaravlagandi hátt. Zakarias er ikki í iva í, at um almenni stuðulin til bókaútgávur, verður latin til øll útgávuforløg, at so verða tað nógv fleiri før- oyskar bøkur. – Eg dugi ikki at síggja nakað til hindurs fyri, at vit kundu sæð upp til dupult so nógvar útgávur á føroysk- um, sigur hann. – Privatu forløgini geva sum er nógvar bøkur út, so tað er ikki torført at ímynda sær ein munandi vøkstur í útgávutalinum við einum ikki kappingaravlagandi stuðli, leggur hann afturat. Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunnin- um, heldur, at tað er ein sera óheppin gongd, um tekin um, at privat og almenn forløg eru kappingar- neytar byrja at koma fram. Sjónarmiðið um kappingaravlag- andi stuðul heldur ikki, tí økið hjá Skúlabókagrunninum er fyri tað mesta skúlabøkur BÓKAÚTGÁVUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo – Sjónarmiðið um, at stuð- ulin, sum vit fáa, er kapp- ingaravlagandi, heldur ikki, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúla- bókagrunninum. Hon vísir á, at tey flestu vita, at stuðulin til skúla- bøkur fer til tilfar, sum alla- tíðina skal bróta upp úr nýggjum. – Vit skulu sjálvi evna eitt fakmál til og innihaldið í bókunum skal samsvara við undirvísingarpolitikkin her í landinum, sigur hon. Harafturat eru ongir rithøv- undar, sum burturav liva av at gera undirvísingartilfar, og tí kann tað vera ein lang- ur vegur at fáa eina heila bókarøð út við føroyskum undirvísingartilfari. Kontinuitet Helena vísir á, at tá talan er um undirvísingartilfar, er neyðugt, at ein ávísur kontinuitetur er. Sum dømi nevnir hon støddfrøðisbókarøðina, sum tað hevur tikið grunn- inum 20 ár at fáa til vega til allar árgangirnar í fólka- skúlanum. – Hvørji privat forløg høvdu sett seg før fyri tí, spyr hon og vísis samstun- dis á, at bæði í Danmark og Íslandi verður tosað um, at skúlabókamarknaðurin er ov lítil fyri tey privatu for- løgini. – Ongin forðar teimum í at koma inn á hetta økið, men spurningurin er bara, um vit so høvdu kunnað tryggjað tøkt tilfar, um nú øll forløg fara at kríggjast um tær somu krónurnar, sum millum annað skulu nýtast til føroyskt undirvís- ingartilfar, sigur hon. Samstarv Helena heldur tað vera sera óheppið, um tekin nú verða send út, um at klandur er millum forløgini. Ei heldur heldur hon, at tað er rætt, at Skúlabóka- grunnurin og Bókadeild Føroya Lærarafelags verða sædd sum tey, ið vilja teim- um privatu forløgunum til lívs. – Eg kann svara fyri okk- um øll her, at vit so avgjørt vilja virka fyri einum so breiðum og fjølbroyttum grundarlagi fyri bókaútgáv- um sum til ber, sigur hon. Hon leggur afturat, at um ein fer at hugsa sær, at øll skulu hava part í somu krónum, so verður tað tor- ført at tryggjað undirvís- ingartilfar, sum samvarar við galdandi reglum. Og at forløg so smátt byrja at taka grundarlagið undan hvørj- um øðrum í staðin fyri at samstarva. – Eg vænti, at allir partar missa, og at stórur skaði kann standast av hesum So hevði tað verið munandi betur at samstarva og roynt at stimbra til dømis ment- unargrunnin, heldur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum. Ábendingar eru um, at elnýtslan í Føroyum er minkað. Í august mánaði í fjør brúktu føroyingar 20.729 megawatttímar av ravmagni, men um sama mundið í ár er nýtslan 19.674 megawatttímar. Hetta er ein minking upp á fimm prosent. – Lítið er at ivast í, at tað serliga er vinnan, sum brúkar munandi minni av streymi nú enn frammanundan. Í ali- vinnuni, sum seinastu árini støðugt hevur brúkt meira streym, gongur skeiva vegin, og virk- semið innan flaka-vinn- una er eisini broytt. Hetta kennist nú í hagtølum okkara, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV. Ravmagnsnýtslan er annars væl vaksin seinnu árini. Frá 1999 til 2003 hevur vøksturin verið upp ímóti einum fjórð- ingi, 23 prosent. Men nú er streymurin vendur, og tað byrjar at ganga niður- eftir. -hkm Streymurin vendi Kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávur Felagið Føroysk Bókaforløg hevur sent Fíggjarmálaráðnum og Mentamálaráðnum bræv, har víst verður á tað, at nøkur ávís forløg fáa almennan stuðul, er kappingaravlagandi Skúlabókagrunnurin: Sjónarmiðið heldur ikki Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum, sigur, at sjónarmiðið um kappingaravlagandi stuðul til bókaútgávur heldur ikki, tí økið hjá Skúlabókagrunninum er fyri tað mesta skúlabøkur Savnsmynd C M Y K 7 6