mikudagur 8. september 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 171 - 9. september 2004
Nr. 171 - 9. september 2004
7
Um føroyskir innflyt-
arar fara at merkja
nakra broyting í
tænastuni hjá Skipa-
felagnum, nú felagið
hevur fingið nýggjan
eigara, so verður tað í
víðkaðum vøruhotelli
og fleiri farmaleiðum
enn fyrr, sigur Árni
Joensen, stjóri
LOGISTIKKUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Ein týðandi táttur fyri virkir
ið innflyta nógvar vørur, vil
altíð
snúgva
seg
um
goymslu
og
logistikk.
Spurningar um pláss og
hvussu vørugoymslan sum
best kann skipast í mun til
virksemi og viðskiftafólk
eru væl kendir. Ein nýmót-
ans metoda sum ofta loysir
trupulleikar í hesum sam-
bandi er at gera nýtslu av
vøruhotelli, og júst hetta er
nakað sum Skipafelagið
Føroyar nú fer at leggja
størri dent á enn fyrr.
»Okkara
tænasta
við
vøruhotelli kann í mongum
førum vera ein búskapar-
liga og fíggjarliga skilagóð
loysn,« segði Árni Joensen,
stjóri á Skipafelagnum
Føroyar, og vísti á tann økta
kapacitet á hesum øki
Skipafelagið hevur fingið
síðani samanleggingina við
Eimskip.
»Vøruhotellið gevur før-
oyskum innflytarum eyð-
sæddar fyrimunir: við at
gagnnýta tað sleppa teir
heilt einfalt undan høvuð-
brýggi av spurningum um
vørugoymslu. Teir kunnu
ístaðin gera nyttu av tí stóra
kapaciteti vit hava á øki-
num og leggja meira av sín-
ari arbeiðsorku í sítt egna
virksemi. Vøran stendur
trygt og væl á okkara
goymslum og tað er ómaka-
leyst at fáa út partar av
henni so hvørt sum tørvur
er á tí. Innflytarin avger
sjálvur um hetta skal fara
fram við egnari avheinting
ella útkoyring frá okkum,
beinleiðis til kundan ella til
egna goymslu.«
Tann
1500
fermetrar
stóra goymsluhøllin sum
Skipafelagið júst hevur
yvirtikið frá Eimskip, tekur
góð 1000 plattapláss. Við
hesum hevur felagið nú til-
samans yvir 8000 fermetrar
í goymsluplássi til sínar
kundar, harav góðar 5000
fermetrar í Havn og restina
í Runavík, í Klaksvík og á
Tvøroyri. Harafturat bjóðar
felagið frysti- og køli-
goymslu til útflytarar av
fiski og matvørum annars.
Leiðir fleirfaldaðar
Samstundis verður smidlig-
ari enn nakrantíð at innflyta
vørur úr øllum heimsins
heraðshornum, við tað at
beinleiðis farmaleiðir nú
ganga úr USA, Hollandi,
Týsklandi, Íslandi, Svøríki
og Norra umframt, sum í
nógv ár hevur ligið í fastari
legu, úr Danmark og Stóra
Bretlandi.
»Kundarnir skulu sum
heild ikki merkja nakað til
eigaraskiftið í Skipafelag-
num,« segði Árni Joensen,
»uttan tað at tænastan er
vorðin betri.«
»Skipafelagið
Føroyar
verður verandi sama felag
við somu leiðslu og starvs-
fólkum, og so við nøkrum
av starvsfólkunum frá Eim-
skip sum eru komin afturat.
Flutningsnetið verður mun-
andi betrað, og við ferða-
ætlanini hjá Eimskip aftur
at tí ferðaætlan vit høvdu
frammanundan, so kunnu
vit nú bjóða okkara kund-
um beinleiðis flutning til og
frá fleiri londum enn nakr-
antíð fyrr.«
Vilja leggja dent á betraða tænastu
Visiónin um Føroyar
sum miðdepil fyri
sjóvinnu fær nøkur
nýggj perspektiv, nú
Skipafelagið og
Eimskip samskipa seg
í víðfevnandi norður
atlantiskum kervi
SJÓVINNA
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Tey seinastu 10 árini hava
fleiri innan vinnulívið og
tað almenna málað upp
eina vónaríka mynd av Før-
oyum sum ein nátúrligur
miðdepil fyri sjóvinnu í
Norður Atlantshavi, við
tænastum, framleiðslum og
øðrum veitingum at bjóða
skipum og boripallum á
okkara leiðum.
Hóast myndin av mið-
deplinum lættliga hvørvur
úr hugaheimum vanligar
gerandisdagar, so tónar hon
týðiliga fram aftur í ljósin-
um av tí nýliga víðkaða
flutningsnetinum
hjá
Skipafelagnum Føroyar.
»Tað áhugaverda í okkara
støðu er at vit eru partur av
einum bólki sum hevur
bygt upp eitt umfatandi
flutningskervi í Norður At-
lantshavi við víðfevnandi
vinnuligum periferium,«
hugleiddi Tórheðin Jensen,
marknaðar- og sølustjóri á
Skipafelagnum.
Tórheðin Jensen vísti til
tær logistisku loysnir ið
longu eru tøkar í Føroyum,
við øllum frá flutningstæn-
astum,
vøruhotelli
og
frystihotelli til mekaniskar
umvælingar, frá fiskivinnu
útgerð og elektriskum in-
stallatiónum til provianter-
ing, kunningar og sam-
skiftis tøknifrøði og annað.
Men meira skal til við-
hvørt, og geografiskt eru
Føroyar partur av einari
størri norður atlantiskari
región sum eisini fevnir um
okkara næstu grannar Skot-
land, Noreg og Ísland.
»Eg kundi nevnt sum eitt
áhugavert dømi at CTG
Coldstore
& Transport
Group, ein norskur veitari
sum eigur og rekur bæði
farmaskip og frystihotell,
fyri ikki langari tíð síðani
var integrerað í bólkin…
Eitt er at vit hava slíkar
facilitetir í Føroyum, men
at vit somuleiðis kunnu
hava teir tøkar í granna-
londum, kann uttan iva
styrkja okkum í altjóða
kapping.«
»Tað stutta av tí langa er
at netið hjá Skipafelagnum
er útviklað og víðkað mun-
andi orsakað av samanlegg-
ingini við Eimskip. Hetta
ger í sínum lagi at vit nú fáa
betri møguleikar enn nakr-
antíð at menna Føroyar
sum miðdepil í Norður At-
lantinum; hetta er jú í for-
vegin eitt rættiliga fram-
komið og samstundis sjó-
vant
oyggjaland
hvørs
natúrliga styrki liggur í tí
sum hevur við sjógvin at
gera, og tá meini eg eisini
við ídnað og handil á
landi.«
Skipafelagið styrknar
í trúnni á miðdepil
í Norður Atlantshavi
Eigaraskiftið inniber ongar kollveltingar, og kundin skal ikki merkja nakað til broytingar annað enn at tænastustigið hækkar,
sigur Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum Føroyar.
Foto: Jens Chr. Vang
Starvsfólk hjá Skipafelagnum í tænastu fyri ein kunda.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com
C
M
Y
K
7
6