Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 170 - 8. september 2004 Nr. 170 - 8. september 2004 9 Ábyrgdarloysi Fyrrverandi fíggjar- málaráðharrin, Kar- sten Hansen, kallar fíggjarpolitikkin hjá ABC-samgonguni fyri ábyrgdarleysan. –Vit eru ikki komin í nakra veruliga mót- gongd enn, sum minnir um eina kreppu, og tí er tað ikki ábyrgdarfult, at samgongan aftur ætlar at hava hall á fíggjarlógini, sigur Karsten Hansen. FÍGGJARLÓGIN 2005 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Virkin fíggjarpolitikkur. Hall á slakar 200 mió. krón- ur. Skattalætti. Fleiri íløgur í Føroyum. Hesi er millum gandaorðini hjá landsstýris- manninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen, nú hann er farin undir at leggja seinastu hond á fíggjarlógaruppskot- ið fyri 2005. Í Degi og viku mána- kvøldið legði landsstýris- maðurin í fíggjarmálum dent á, at nú samfelagshjól- ini eru farin at mala seinni, er tað av alstórum týdningi, at samgongan ikki táttar í búskaparliga. Við einum skattalætta og einum virkn- um almennum íløgupolit- ikki ætlar samgongan at tryggja, at arbeiði fram- haldandi verður til allar hendur í landinum. Karsten Hansen var fíggjarmálaráðharri í hálvt sætta ár, og framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í fíggj- armálum heldur lítið um fíggjarpolitikkin hjá Bárði Nielsen og samgonguni. Eingin kreppa –Vit eru ikki komin í nakra veruliga mótgongd enn, sum minnir um eina kreppu, og tí er tað ikki ábyrgdarfult, at samgongan aftur ætlar at hava hall á fíggjarlógini. Spyrt tú meg, er hatta ikki ein góður fíggjarpolitikkur, sigur Karsten Hansen. Tjóðveldistingmaðurin úr Norðoyggjum ásannar, at krepputekin eru at hóma í ali, rækju- og flakavinnuni, men hann heldur kortini ikki tað ber til at tosa um eina djúpa kreppu. – Tað er ábyrgdarleyst at nýta pengarnar í Lands- bankanum til at fíggja eitt hall á fíggjarlógini longu nú. Hasir pengarnir skulu nýtast, tá ein verulig kreppa herjar, og tað er eftir mín- um tykki ikki nú, sigur Karsten Hansen. Hann vísir á, at hóast røddir eru frammi um, at nógvir føroyingar ganga arbeiðsleysir, er hetta ikki heilt rætt. – Hóast arbeiðsloysi er hækkað nakað seinastu mánaðirnar hava Føroyar framvegis lægsta arbeið- sloysi í Evropa. Hetta taki eg sum eitt positivt tekin, og tí er als eingin orsøk til at nýta 200-300 mió. krón- ur úr Landsbankanum í hesum tíðum til at fíggja eitt hall, heldur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Ikki skilagott Karsten Hansen tekur undir við sitandi landsstýris- manni, tá hesin sigur, at tað er neyðugt við einum virknum íløgupolitikki frá almennari síðu fyri at tryggja framhaldandi virk- semi í landinum. Bárður Nielsen vísti í Degi og viku á, at komandi fíggjarár verða slakar 100 mió. krónur fleiri til íløgur í Føroyum, tí Smyril er liðugur. Árliga játtanin til Smyril seinnu árini skal nú nýtast til íløgur í Føroyum, og hesum tekur Karsten Hansen fult undir við. Kortini heldur tjóðveldis- tingmaðurin lítið um ætl- aða skattalættan hjá sam- gonguni. – Eg haldi ikki tað er skilagott við einum skatta- lætta nú, tí hetta fer at minka um inntøkurnar hjá landskassanum, og tað hongur ikki saman við, at útreiðslurnar halda á við at hækka. Eg beri eisini ótta fyri, at skattalættin í størst- an mun verður nýttur til hægri forbrúk til innfluttar vørur, sigur Karsten Han- sen. Óvist Undan framløguni av fíggj- arlógaruppskotinum fyri 2004 hjá samgonguni í vár, legði Tjóðveldisflokkurin fram sítt egna fíggjarlógar- uppskot. Spurdur, um Tjóð- veldisflokkurin ætlar at hava sítt egna fíggjarlógarupp- skot fyri 2005, svarar fram- søgumaðurin hjá Tjóðveld- isflokkinum í fíggjarmálum, at tað er eingin endalig støða tikin til tað enn. Karsten Hansen sigur, at Tjóðveldisflokkurin ætlar at vísa á ábyrgdarfullar loysnir í samband við fíggjarpolitikkin. – Vit ætla okkum ikki at yvirbjóða samgonguna, sum vanligir andstøðu- flokkar plaga at gera, men vit ætla okkum at vísa á, hvat vit halda er rætt. Hetta skal millum annað gerast í fíggjarnevndini, sigur Karsten Hansen. – Eg haldi ikki tað er skila- gott við einum skattalætta nú, tí hetta fer at minka um inntøkurnar hjá landskass- anum, og tað hongur ikki saman við, at útreiðslurnar halda á við at hækka. Eg beri eisini ótta fyri, at skattalætt- in í størstan mun verður nýttur til hægri forbrúk til innfluttar vørur, sigur Karsten Hansen Mynd: Savnsmynd Borgarstjórin í Nóls- oy, Jógvan Thomsen, hevur framvegis ikki tikið støðu um hann stillar upp til komm- unuvalið í november. Borgarstjórin í Kirkjubøar komm- unu, Anfinn Brekk- stein stillar upp fyri Sambandsflokkin BÝRÁÐSVAL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Kommunusamanleggingar nar kring landið fara at seta sín serliga dám á komm- unuvalið seinni í heyst. Í miðstaðarøkinum skulu fólk úr Nólsoy, Hesti, Velbastað og Kirkjubø fyri fyrstu ferð velja í Tórs- havnar kommunu. Hjá flestu veljarum verð- ur kommunuvalið fyrsta smakkiroyndin av einum floksbýttum kommunuvali. Í Nólsoy, Hesti, Velbastað og Kirkjubø er óivað spenn- ingur um, hvørjir bygda- ráðslimir ætla at royna seg í valstríðnum í heyst, og ikki minst hvørjar flokkar hesi ætla at umboða. Nógv tilboð – Eg haldi, at eg næstan havi fingið áheitanir úr øllum flokkum og tað er tað er bara stuttligt, men eg havi ikki tikið støðu um eg fari at stilla upp. Borgarstjórin í Nólsoy seinastu fýra árini, Jógvan Thomsen, hevur framvegis ikki gjørt av um hann verður millum valevnini til kommunuvalið í november. Hann ætlar sær at taka støðu í næstum. Brekkstein stillar upp Síðan 1992 hevur borgar- stjórin í Kirkjubøar komm- unu, Annfinn Brekkstein, sitið í kommuni. Á tveimum teimum seinastu løgtings- valunum hevur Annfinn verið uppstillaður fyri Sam- bandsflokkin í Suður- streymi, og borgarstjórin í Kirkjubøar kommunu ætlar sær eisini at tørna út fyri Sambandsflokkin á komm- unuvalinum í heyst. Vit royndu fyrrapartin at fáa fatur á borgarstjóranum í Hesti, Eyðfinni Lenvig, men tað eydnaðist okkum ikki, og tí vita vit av góðum grundum ikki um hann ætlar at stilla upp til komm- unuvalið. Jógvan í bíðistøðu Mítt Føroyar á flat- londum Nú letur nýggj ferða- skrivstova upp í Keyp- mannahavn. Tann 20. september opnar My Faroe í sama bygningi, har Føroyahúsið í Keyp- mannahavn heldur til. – Eg eri sera fegin um, at lívsdreymur mín um at stovna egna ferða- skrivstovu, har høvuðs- dentur verður lagdur á at selja Føroyar sum ferða- mál, nú er veruleiki, sigur stjórin í My Faroe, Therese Turidardóttir Kreutzmann. – Hetta samarbeiðið tryggjar, at vit kunnu bjóða pakkaferðir til danska marknaðin, har góðskan altíð er í há- sæti. Eg eri eisini sam- førd um, at við øllum tí Føroyar og føroyingar hava at bjóða, kunnu vit røkka enn fleiri, enn vit gera í dag. Eg meti tað eisini vera ein fyrimun fyri hetta arbeiðið, at skrivstovan er knýtt at Føroyahúsinum í Keyp- mannahavn, sigur Ther- ese Turidardottir Kre- utzmann. -hkm – Eg haldi, at eg næstan havi fingið áheitanir úr øllum flokkum og tað er tað er bara stuttligt, men eg havi ikki tikið støðu um eg fari at stilla upp Síðan John’s Restau- rant læt aftur fyrr í ár, hevur einki aktivt skeinkiloyvi verið í Runavíkar kommunu - og nú Runa-víkar Sjómansheim læt aft- ur herfyri, hevur heldur eingin mat- stova verið í komm- ununi, sum er hin triðstørsta í landin- um MATSTOVU- VIRKSEMI Vimund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú er tó vón fyri framm- an, bæði við matstovu og skeinking afturvið mati. Á býráðsfundi í gjár skuldi Runavíkar býráð taka støðu til eina umsókn um skeinkiloyvi í Stokkastovuni í Sal- tangará, sum seinastu árini hevur verið karmur um John’s Resturant. Uppgávan hjá býráð- num í slíkum føri er at gera sítt ummæli av um- sóknini, og síðan er tað Loyvisnevndin, sum eigur avgerðina, um loyvi skal gevast ella ikki. Harmast og fegnast Rodmundur Nielsen, borgarstjóri, vildi týs- dagin ikki upplýsa, hvør hevur søkt um hetta loyvi, men hann segði seg fegnast um, at bý- ráðið nú enn einaferð sleppur at taka støðu í einum slíkum máli. Samstundis segði hann seg harmast um, at alt matstovuvirksemi í kommununi liggur lam- ið í løtuni. – Eg haldi, at teir, sum nú hava søkt um skeinkiloyvi til mat- stovuvirksemi í Stokka- stovuni, eru áhugaverdir persónar, sum hava hegni til at skapa røttu karmarnar um virksem- ið, sum ætlandi verður har. Borgarstjórin sigur, at býráðið fyrr í summar viðgjørdi eina aðra um- sókn um skeinkiloyvi í Stokkastovuni. – Vit vóru eisini posi- tivir fyri hesi umsókn, men hon náddi ikki undir land, tí stigtakarin slepti ætlanini. Rodmundur sigur, at hann í spenningi bíðar eftir, at gongd aftur kemur á matstovuvirk- semi í kommununi. Fara til Havnar Tað var John Arne Nilsestuen, sum átti og rak John’s Resturant, sum læt aftur 26. Apríl í ár. Tá ið hann læt aftur, segði John Arne við Sosialin, at talið av vitjandi hevði verið minkandi gjøgnum vet- urin, og serliga síðan Runavíkar býráð av- gjørdi ikki at geva Kenneth Rasmussen dansi- og skeinkiloyvi í kommununi, kom rætti- ligur stígur í. – Tað virkaði, sum um fólk fóru í protest og vildu heldur ikki vitja okkum, tá ið avgerðin í býráðnum fyrilá. John Arne vísti á, at fólk tosa um, at einki er í kommununi, men ein trupulleiki er, at nógv heldur velja at fara til Havnar at fáa sær ein bita enn at seta seg niður her í økinum. Hví so er, dugi hann ikki at siga. Fyrimyndarligt Rodmundur Nielsen sig- ur, at John Arne Nilse- stuen røkti sítt skeinki- loyvi í Stokkastovuni fyrimyndarligt, og kommunan hevði ongar sum helst trupulleikar av hesum virksemi. – Gongur alt, sum ætl- að, vænti eg, at nýggja matstovan í Stokkastov- uni letur upp seinni í heyst, sigur borgarstjór- in. Stokkastovan letur uppaftur - Sjálvandi skulu vit royna at fáa mest møguligt burtur úr tí tilfeingi, sum livir í havinum kring Før- oyar, men tað kann ikki vera rætt, at útróðrarmenn skulu troðkast burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiðihættir, heldur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýris- manni, fyrispurning GÁGGUVEIÐA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Kári P. Højgaard, løgtings- maður, hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismann í fiskivinnumálum, skriv- ligan fyrispurning um vinnuliga gágguveiði, sum nú fer fram undir Føroyum. Í fyrispurninginum sigur løgtingsmaðurin ikki, hvat skip talan er um, sum nú er á gágguveiði. Skipið er bert tað eina, og tað er nevniliga Bergunn, fyrrverandi Skansatanga, sum í fjør summar royndi eftir krabba undir Føroyum. Fleiri spurningar Løgtingsmaðurin vísir á, at útróðrarmenn hava trupult við at fáa línurnar niður á vanligari línuleið, tí "skip hevur hegnað stórt øki av við hundraðtals gággurús- um…", sum hann tekur til. Kári vil tí í fyrsta lagi hava landsstýrismannin at greiða frá, hvussu nógv loyvir eru givin til veiði eftir gággu við glúpi ella rúsum. Hann spyr, um hetta eru tíðaravmarkaði royndar- loyvir, og um nakrar av- markingar eru í talinum av rúsum. Løgtingsmaðurin vil eis- ini hava at vita, um nakrar avmarkingar eru sum siga, hvar reiðskapurin kann setast. At enda spyr hann, hvønn framtíðarpolitikk lands- stýrismaðurin hevur á hes- um øki. Trupult á somu leið Løgtingsmaður Sjálvstýris- floksins heldur, at sjálvandi eiga vit at fáa mest møgu- ligt burtur úr tí tilfeingi, sum livir í havinum kring Føroyar – á burðardyggan hátt. – Tó vita øll, sum kenna nakað til fiskivinnu, at tað kann vera trupult at royna við ymiskum fiskireiðskapi á sama øki. Kári vísir á, at ein ávís roynd hevur verið eystan- fyri, har skip í nógv ár (Norðheim, blaðm.) hevur dreggjað eftir skeljum. – Hetta hevur borið til, tí talan hevur bert verið um tað eina skipið, sum eisini hevur sýnt fyrilit, sam- stundis sum gott samskifti hevur verið millum partar- nar, ið hava roynt á hesum leiðum. Útróðrarmenn misnøgdir Kári P. Højgaard sigur, at útróðrarmenn eru misnøgd- ir við, at skip, sum eru ræð- isavmarkaði, hava lagt um til at veiða við rúsum á landleiðini. – Útróðrarmenn siga, at vandin fyri at missa reið- skap er stórur, um línan kemur niður, har stórt tal av rúsum standa. Løgtingsmaðurin heldur tað ikki vera rætt, at út- róðrarmenn skulu troðkast burtur av vanligari fiskileið til frama fyri nýggjar veiði- hættir. Fyrispurningurin hjá Kára P. Højgaard er dag- festur, 30. august, og á ting- fundi í gjár skuldi løgtingið atkvøða um, hvørt hann skal svarast ella ikki. Sosialurin fer at venda aftur til málið um vinnuliga gágguveiði, tá ið Bjørn Kalsø væntandi hevur svar- að fyrispurninginum. Útróðrarmenn argast um gágguveiði Runavíkar býráð hevur í prinsippinum givið fimleikarfelag- num Støkk byggiloyvi til eina nýggja høll sunnanfyri verandi ítróttarhøll í Runavík NÝGGJ HØLL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri, sigur, at kommun- an hevur sæð eitt skitsupro- jekt av høllini, sum sær ógvuliga áhugavert út, og væntandi fer at kosta nakrar miljónir krónur at byggja. Hann sigur, at talan er um eina spennandi byggi- ætlan, sum verður í eini kombinatión, sum hann tekur til, við verandi ítrótt- arhøll. – Vit hava gjørt eina av- talu um møguliga at yvir- taka verandi høll, sum fim- leikarfelagið eigur á Glyvr- um. Hvat kommunan kann brúka høllina til, um ætl- anin at keypa hana gerst veruleiki, sigur Rodmund- ur, at tað hevur býráðið ikki tikið støðu til enn. – Hetta liggur helst eitt sindur frammi í tíðini, sum hann tekur til. Rodmundur vísir á, at hóast gamla Støkk-høllin er gomul og krevur ábøtur, er hetta hóast alt ein bygning- ur, sum hevur nakað av virði. – Nú fara vit líka sum at lata Støkk fóta sær fyrst og soleiðis finna út av, hvussu ein tíðarætlan kemur at síggja út. Tað er greitt, at hetta er ein stór ætlan, sum krevur tíð, orku og fígging. Borgarstjórin vísir á, at við at keypa gomlu Støkk- høllina, kann Runavíkar kommuna samstundis hjálpa felagnum, sum ger eitt ógvuliga gott arbeiði, í gongd við sínar ætlanir, soleiðis felagið í framtíðini fær betri umstøður at virka undir. Nýggj Støkk-høll í Runavík Alt bendir nú á, at Stokkastovan í Saltangará letur uppaftur við matstovuvirksemi og skeinking. Á fundi í gjár skuldi Runavíkar býráð taka støðu til eina umsókn um skeinking aftur við mati Mynd: Vilmund Jacobsen - Útróðrarmenn siga, at vandin fyri at missa reiðskap er stórur, um línan kemur niður, har stórt tal av gággurúsum standa, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður Mynd: Vilmund Jacobsen Bergunn, fyrrverandi Skansatangi, fiskar gággur við rúsum undir Føroyum. Í fjør summar var skipið á krabbaveiði. Krabbin varð virkaður í Álakeri í Havn, har eini 8 fólk høvdu arbeiði í vertíðini Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8