Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 9 C M Y K 9 8 Sølu og ráðgevingar fyritøkan KBI um- boðar Castrol smyrji- olju og leverar elektrisk amboð, deilir til motorar og annað mangt, um- framt at leiga maskinur út KBI Spf er ein rættiliga nýggj fyritøka í Klaksvík sum upp á stutta tíð er komin væl inn á marknaðin fyri viðlíkahald av vinnu- ligum maskinum. Við ein- um stórum umboðs sátt- mála frá Castrol í ryggin- um, umframt einari røð av øðrum góðum umboðum, ráðgevur fyritøkan og leverar lutir og maskinur til skip og bátar, fiskarvirkir og entreprenørar. Fyritøkan vil nú venda sær til enn fleiri málbólkar. »Vit skrivaðu í fjør sátt- mála við Castrol Norge sum gevur KBI einaumboð av Castrol smyrjiolju í Før- oyum til skip,« segði Karl Birgir Isaksen, stjóri hjá KBI Spf. »Vit levera smyrjiolju til allar skipabólkar, bæði flakatrolarar, ídnaðarskip, ísfiskaskip og útróðrar- bátar. Vit umboða eisini Castrol smyrjiolju til bil- og maskinídnað.« Seinni hevur KBI fingið fleiri umboð, har ímillum Zarge stigar og stillagur, umframt Hitachi og De Walt amboð og Norgren. »Vit hava ídag amboð og tekniskar deilir til so gott sum allar vinnubólkar, og leggja okkum eftir at hava eitt breitt og dygdargott úr- val av amboðum og deilum til okkara viðskiftafólk. Eisini leggja vit okkum eftir at kunna útvega so gott sum alt ið okkara við- skiftafólk ynskir.« KBI Spf leigar eisini út maskinur, amboð og ym- iska útgerð, eitt nú lyft. »Endamálið hjá okkum er at vera ein fyritøka ið selir og ráðgevur, men hvar vit fyrr høvdu tríggjar mál- bólkar er hetta víðkað til eisini at umfata onnur, nevniliga matvøruvirkir, handverkarar og privata kundan annars.« Karl Birgir Isaksen ar- beiddi ta fyrstu tíðina einsamallur í KBI; ídag hevur hann trý onnur starvsfólk aftur at sær. Millum maskinur á sjógvi og landi Við meira enn 40 árum á baki leggur Kjølbro Heilsøla dent á at alsamt endur- nýggja sítt vøruúrval; samstundis skal tað nýggja búmerkið gera fyritøku profilin týði- ligari Alt millum pizzur, góðgæti og steintoy skal hjálpa Kjølbro Heilsølu at lokka kundar til sín bás á Vøru- messu 2004. Leiðsla og starvsfólk síggja fram til at ynskja øllum kundum, bæði verandi og nýggjum, vælkomin til Bás 19. Sýnd fram verða Big One pizzur og aðrar matvørur frá Stabburet eins væl og eitt alsamt vaksandi úrval av Malaco góðgæti, íroknað Läkerol. Kjølbro innkeyparar eru í ár farnir eitt sindur longur út í heim enn áður fyri at fáa upp eitt úrval av Arcor ‘smør-karamellum’ úr Argentina. Kaffi, sjokolata, chokko-mint og hassel- nøtur teljast millum teir munnvætandi smakkirnar ið fara at verða royndir við básin. Peter Jacob Langgaard, varastjóri, er sera fegin um Kjølbro hevur introduserað hetta nýggja merki og kennir seg vísan í at tað fer at vera sera væl umtókt og at tann núverandi sølan av tí ikki fer at minka. Hesar karamellur verða eisini við í Jólapakkum. Steintoy imponerar Eins væl og matvørur og góðgæti, fáa kundar ið vitja Bás 19 høvi at skoða út- valdar partar av Figgjo steintoyi. Kjølbro hevur verið umboð fyri hetta norska steintoy í nógv ár nú og, eins og í fjør, fer Marj- un Kalsø at vera til staðar fyri at vísa viðskiftafólki produktið og diskutera teirra fyritreytir. Nýliga var Marjun Kalsø í Suður Noreg, har ið Friggjo fabrikkin liggur, fyri at kunna seg meira um produktið. Hon var ógvu- liga imponerað av hvussu fyritøkan verður rikin og er ógvuliga stolt av at Kjølbro kann bjóða slíkar hádygdar vørur. Tey seinastu trý árini hava meira enn 50 føroysk- ar fyritøkur keypt Friggjo steintoy og fingið sítt navn og búmerki innfelt. Design arbeiðið er gjørt innanhýsis hjá Kjølbro. Í løtuni fer fram ein serlig kampagna við Figgjo krússum, sum hevur ser- stakan áhuga millum minni fyritøkur. Verða í minsta lagi 48 krúss keypt, kunnu tey fáa prentað búmerki á uttan kostnað. Fylgja við tíðini Millum broytingar í sein- astuni telist lanseringin av einum nýggjum búmerki, har vit droppa stavirnar JFK og ístaðin leggja dent á navnið Kjølbro. Sum øll vita, hevur eitt sindur av ør- kymlan gjørt seg galdandi síðani JF Kjølbro imperiið varð býtt upp í separatar vinnuligar eindir fyri nógv- um árum síðani. Avgerðin at brúka Kjølbro sum bú- merki fyri Heilsøluna varð tikin tí hetta hóskar betur við hvat ið felagið verður kallað millum fólk. Vón- andi fer tað nýggja búmerk- ið at hjálpa við at minka um nevndu ørkymlan. Fyri trimum árum síðani veitsluhelt Kjølbro sín 40 ára føðingardag men í ár hevði fyritøkan eina aðra orsøk til veitsluhald í og við at tvey starvsfólk náddu til týdningarmikil punkt í teirra starvi. Anna Mikkel- sen, ein av teimum væl- kendu móttøku og telefon- sølu fólkunum hjá Kjølbro, helt 40 ára starvsdag hjá fyritøkuni, og sølumaðurin Jóannes Mikkelsen kom upp á 25 ár. Bæði starvs- fólkini fingu gávur handað- ar og stórar tøkkir í virðis- meting av teirra longu tænastu hjá fyritøkuni. Kjølbro er ein heilsøla við nógvum árum á baki, men tann 20 fólk sterki starvsbólkurin arbeiðir hart fyri at tryggja at fyritøkan fylgir við tíðini og at úr- valið av vørum uppfyllir tann alsamt skiftandi tørvin hjá kundunum. Umboðini sum koma at vera til staðar á Bási 19 gleða seg til Vørumessu 2004 og vilja takka fyriskiparunum og kundunum ið gera hetta árliga tiltak so væl eydnað. Kjølbro Heilsøla profilerar seg við nýggjum vørum og nýggjum búmerki