Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 170 - 8. september 2004 Nr. 170 - 8. september 2004 11 Yvirgangurin stendur við og versnar. Atsóknin í Beslan, sum kostaði fleiri hundrað børnum og vaksnum lívið man vera nakað av tí ræðuligasta, ið heimurin hevur sæð í nýggjari tíð. Eingin søk kann rættvísgera eina tílíka gerð. Vit vita, at tjetjenar verða kúgaðir av russiska hervaldinum og at russiska stjórnin berjist móti loysingarrørsl- uni í Tjetjenia av øllum alvi. Sum tað so skilagott í útvarpinum herfyri varð víst á av einum av okk- ara heilt fáu Ruslandsserfrøðingum, so fer russ- iski herurin í Tjetjenia ikki fram við mýkindum. Børn í túsundatali hava latið lív orsakað av russisku hersetingini. Høvuðstaður landsins Groznji er slættaður við jørðina, so har ikki er steinur oman á steini eftir. Men hesin atburðurin hjá russisku stjórnini og russiska hervaldinum kann ongantíð gerast ein grund ella umbering fyri at týna skúlabørn í einum grannalandi til tess at leggja trýst á russisku stjórnina. Børn eru ósek og verjuleys. Børn eru fullkomu- liga bundin at teimum vaknsu og fáa illa vart seg. Tað finst eingin umbering fyri at taka børn sum gísslar og taka tey av døgum. Kortini er heims- søgan full av dømum um, hvussu børn eru vorðin offur í kríggjum og borgarakríggjum. Óneyðugt er at nevna dømi. Hetta at leggja eftir børnum og at gera børn til offur í einum hernaðarligum stríði er so ófatiligt, at tað gevur onga meining at spekulera yvir, hví slíkt hendir. Slíkur framferðar- háttur má einvíst fordømast av øllum rætthugs- andi menniskjum. Yvirgangurin stendur sum nevnt við og versnar at kalla kring allan heiminum, sum ongantíð verður hin sami eftir hin minniliga 11. september, tá tví- burðartornini í New York fóru um koll av yvir- gangsávum. Hvønn dag bera fjølmiðlar tíðindi um nýggjar tilburðir av yvirgangi - stórum sum smáum. Tað eru ikki bert desperatir og funda- mentalistiskir bólkar, sum fremja yvirgang. Eisini sterkar stjórnir standa fyri skipaðum yvirgangi. Eisini her er óneyðugt at nevna dømi. Stóri spurn- ingurin er, hvussu heimurin fær steðgað yvirgang- inum. Lítið bendir á, at hetta ræðuliga fyribrigdið kann verða steðgað við hernaðarmegi eina. Her sum í so mongum øðrum førum mugu og skula politiskar loysnir til. Politiskar loysnir eru hvørki lættar ella einfaldar. Tær krevja tol og oftast sera stórt politiskt dirvi og tær taka sera langa tíð. Men tær eru oftast einasta leiðin til varandi loysnir. DAGSINS MEINING Sosialurin Yvirgangur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Høgni Hoydal Vit hava aftur fingið stað- fest, at danska stjórnin røkir áhugamálini hjá donsku vinnuni í málinum um laksakvotur í ES. Tað er onki nýtt í hesum. Í øllum málum, har donsk áhugamál standa mótvegis føroyskum áhugamálum, vinna donsku áhugamálini. Soleiðis var, tá Føroya Løgting ynskti betri fiski- rættindi í Grønlandi. Soleiðis var, tá Føroya Løgting ynskti fiskimarkið víðkað og bretskar trolarar út av landgrunninum. Soleiðis hevur verið, tá føroyingar hava ynskt at sloppið undan tolli og lofti fyri útflutningi av rækjum og fóðuri til ES. Soleiðis hevur verið, tá føroyskir og grønlendskir myndugleikar hava ynskt at fáa síni sjónarmið fram viðvíkjandi hvalaveiði. Soleiðis hevur verið, tá eitt samt Løgting hevur ynskt sjálvstøðugan lima- skap í Norðurlandaráðnum. Og vit kunnu sjálvi seta øll hini dømini á eftir tørvi. Kunnu ikki lasta danir Men hetta er sum so onki at lasta donskum myndugleik- um fyri. Um talan var um Noreg, Ísland, Bretland ella annað land, so hevði støðan sjálvsagt verið nett tann sama. Londini og politikar- arnir røkja síni áhugamál og standa til svars fyri sín- um tingum og sínum veljar- um. Trupulleikin er hinvegin teir føroysku politikarar og politisku flokkar sum áhaldandi royna at gykla føroyingum fyri, at "nú verður alt loyst í breiðari semju". Sum støðugt royna at billa føroyingum inn, at vit liva í einum sonevndum ríkisfelagsskapi millum "javnbjóðis partar". Sum aftur og aftur seta viðurskiftini fram eins og Danmark var ein serligur hjálparfelagsskapur, ið bert hevur til endamáls at hjálpa okkum stakkals, loyalu før- oyingum. Sum ikki tora at standa við teimum einmæltu sam- tyktunuum hjá Føroya Løg- tingi. Sum ikki stuðla tí neyðuga kravi, at føroyingar mugu sjálvir taka lut á heims- pallinum og sjálvir røkja síni áhugamál í heiminum, um vit ikki skulu sita sum ein isolerað donsk kommuna í Norðurat-lantshavi. Og sum støðugt royna at misteinkiliggera kravið um føroyskt fullveldi og gera tað til eitt álop á Danmark og donsk áhugamál. Úr undirbrotligheitini Føroyskt fullveldi snýr seg um, at vit gerast myndug og fara at samstarva við Dan- mark og umheimin á jøvn- um føti. So Danmark kann røkja síni áhugamál og vit kunnu røkja okkara - uttan at tað kann setast til viks við einum pennastroki. Føroyskt fullveldi snýr seg um at koma burtur frá undirbrotligheitini og burt- ur úr hesum grulvigarðin- um, har vit skulu sita og rópa okkara tørv uppum gyrðingina og so bert vóna at onkur gevur okkum tað, vit rópa eftir. Og fyrsta treytin at koma víðari, er at vit tora at siga hart við danskar myndug- leikar, hvussu veruleikin er, og ikki ganga runt og spæla skikkilig børn, ið ikki tora at tala, meðan tey vaksnu tosa. Vit hava jú fingið stað- fest frá Løgmanni at "Rík- isfelagsskapurin hevur ongantíð havt tað betri" og "at nú er alt gott, tí vit hava slept fullveldinum". Tillukku við tí. Ríkisfelagsskapurin hevur aldri havt tað betri Erling Poulsen Eg sat við stórum áhuga og hugdi at endursendingini í sjónvarpinum um staðar- nøvn í Suðuroynni og kapp- ingini millum Petur Karl á Rana úr Trongisvági og Ditlev Hammer úr Hovi. Dómari var mín góði vin- ur Ólavur Clementsen ætt- aður heiman av Sandi. Tað man vera fáur, um tað er nakar, ið veit so væl um staðarnøvn í Føroyum sum hann, men eitt navn var við í kappingini, sum ongantíð hevur verið stað- arnavn í Vági, og tað var Skúanes. Loranstøðin var ikki á Skúanesi, men við Eggjarnar, og skalt tú vera heilt neyvur, so var støðin við niðara Eggjar. Hvar ið Ólavur hevur hetta navnið frá veit eg ikki, men eg ør- minnist um, at eingilsk- menninir komu við tí undir krígnum, tá ið teir bygdu loranstøðina. Tá ið eg í summar gav út bókina »Loranstøðin við Eggjarnar« brúkti eg tað navnið, sum vágbingar al- tíð hava brúkt. Tá ið tú lesur bókina, finnur tú ongastaðni orðið Skúanes, og tað er við beráddum huga. Onkur av teimum yngru vágbingunum hevur spurt meg, hví bókin ikki eitur »Loranstøðin á Skúa- nesi«. Svar mítt var, at tað nesið kenni eg ikki. Vág- bingar hava altíð sagt Eggj- arnar og skilti onkuntíð millum ovaru Eggjar og niðaru Eggjar. Felagsnavn- ið er av Rútarfelli og líka vestur í Nøs, sum er tann vestastu parturin við niðaru Eggjar. Hesar reglur skulu takast sum vegleiðandi og als ikki fatast sum atfinning av spurnarkappingini. Skúanes Rúni Rasmussen Tað munnu vera fleiri, sum hava koyrt fram við stóra og sjónliga bygningin, ið hava undrast á, hvat tað er fyri bygningur, sum verður bygdur í Skálabotni. Hesin bygningur er ikki ein van- ligur bygningur. Talan er ikki um goymslubygning, virkisbygning ella líknandi. Í trý ár hevur arbeiðið at byggja nýggj høli verið í gongd í Skálabotni. Sam- koman Keldan hevur hesi árini lagt nógva orku í at byggja nýggjan sal. Byggi- ætlanin er í trimum stigum. Tá ið øll ætlanin er fullførd, stendur ein nútíðar sam- komumiðdepil í Skála- botni. Hesin depil kann hýsa sera fjølbroyttum virksemi. Talan er um stór- an møtisal, matstovu, ung- dóms - og barnahøli, skúla- stovur, sovihøli, skrivstovur og onnur høli. Um viku- skiftið varð møtisalurin tikin í nýtslu. Hetta er part- ur av fyrsta byggistigi. Fríggjakvøldið 3. septemb- er varð fyrsta almenna møt- ið hildið í nýggja salinum hjá Kelduni. Tá ið ein trein inn í salin fríggjakvøldið, kundi ein ikki annað enn vera hugtikin av salinum og tí megnar arbeiði, sum sal- urin so greitt ber boð um. Tað er ómøguligt í orðum at lýsa, hvussu vakur og glæsiligur salurin er. Ljóð- ið, ljósið, liturin og sniðið er á sera høgum støði. Alt er fyrsta floks. Alt ber boð um, at ein vilji hevur verið til staðar at byggja og út- vegað bara tað besta. Eftir mínum tykki er eingin ivi um, at nýggi sal- urin, sum fólkið í Kelduni við eldhugi og ágrýtni hava bygt, er hin vakrasti í okk- ara landi. Tey, sum vóru í salinum um vikuskuftið, kunnu staðfesta hesa sann- roynd. Nógv fólk vitjaði í Kelduni hetta innvígslu- vikuskiftið. Á ungdóms- møtinum Awake leygar- kvøldið vóru fleiri enn túsund fólk komin saman. Tað eru á leið 250 fólk í Kelduni. Hesi havi bygt ein sal, sum tekur millum 800 og 1000 fólk. Byggingin er ikki fíggjað við lántøku, men við peningagávum.Á leið 7 mió. kr. eru brúktar í samband við byggingina. Hetta vísir greitt, at Keldan hevur torað at sett sær stór mál, og víst ein sannan vilja til tess at náa hesum mál- um. Nýggi salurin talar til okkara um, at vit eiga ikki at ræðast stórar dreymar og hugsjónir. Kendi evangelisturin D.L. Moody segði hesi vísdómsorð: If God be your partner, make your plans large! Tað er satt, at um Gud er okkara felagi, er tað natúrligt at hava stórar ætlanir. Ivaleyst hava tað verið løtur, har arbeiðið hevur verið so tungt og strævið, at nakað av mótloysi hevur verið millum fólkið. Men mótloysið kundi ikki sigra, tí ídnið og ágrýtnið fyri at byggja Guds hús hevur verið máttmiklari enn allar køvandi kreftir. Samanhald, offurvilji, hugsjónir og ein framskygd og fyrimyndar- lig leiðsla hava gjørt tað møguligt at gera dreymar til veruleika. Nýggi salurin er eitt ser- stakt hús; eitt Guds hús. Og tøkk fái Gud fyri allar kirkjur, missiónshús og samkomuhús í okkara landi. Guds húsini kring landið munni vera fleiri í tali enn tað eru gudloysing- ar í okkara landi. Tey eru ein signing fyri okkara land; eitt tilfeingi, sum hev- ur nógv størri virði enn alt okkara náttúrutilfeingi. Guds húsini umboða kristna siðaarvin og virðini, sum land okkara er grund- að á. Tey kristnu virðini eru ein verja móti humanism- unnar drepandi eitri. Salurin hjá Kelduni fer at vera ein signing fyri okkara land, tí har sum Guds orð verður prædikað í anda og kraft, og har skaparin verð- ur tilbiðin, verða menn- iskjalív umbroytt. Ein kelda gevur frískleika, lív og sløkkir tosta. Mín inniliga bøn til Gud er, at Hann framhaldandi, og í enn størri mun, skal gera Keld- una til eina sanna, andaliga og lívgevandi keldu, okk- ara landi og fólki til sign- ing. Gud signi nýggja og vakra salin og alt virksemið hjá Kelduni. Í 2003 var drúgt kjak í tíðarritinum Monato um skilið í Miðeystri. Orðaskiftið mest sum dovnaði burtur eftir hetta lesarabrævið í Monato, november 2003: Eskil Svane, Fraklandi (Jeffrei Henriksen týddi úr esperanto) Tann ið vissar um, at "Ísra- el einki hevur innlimað av Palestina, tí hesin státurin ongantíð hevur verið til," orðar skilaleyst høpisloysi. Loyvið mær at svara aftur, tí sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá forsetanum í Trygdar- ráðnum hjá Sameindu Tjóðum í seksdagakrígnum í juni 1967 havi eg ikki sørt kunnleika um, hvat ið hendi, og um millumtjóða- løgfrøði. So bert heilt stutt: Sam- tykt nr. 242 hjá Trygdar- ráðnum, einmælt góðtikin 22. november 1967, er og verður grundvøllurin, sum ein og hvør friðarloysn av tí endaleysa stríðnum noyðist at byggja á. Í hesi samtykt leggur ráðið dent á, at tað, at leggja landøki undir seg við hermegi ikki er loyvt, staðfestir, at rættvísur og varandi friður í Miðeystri krevur, at hesar báðar grundreglurnar verða fylgdar: (1) ísraelska her- megin verður tikin aftur av økjunum, sum vórðu her- tikin í stríðnum, sum var, og (2) virðingin fyri rættin- um at liva og fyri sjálvræði hjá øllum státum á økinum verður hildin (gevið gætur, at samtyktin ikki talar um allar verandi státir og so- statt loyvir, at møguligir nýggir státir verða stovn- aðir). Rætt er tað, at Ísrael ong- antíð hevur lagt palestinsk øki undir seg, t.e. løg- frøðiliga og formliga hevur innlimað tey í ísraelska státin (men mong hava longu gloymt, at ísraelar ikki drálaðu at innlima eystur-Jerusalem og sýr- isku økini, sum teir hava hertikið). Nei, í staðin fremur Ísrael drúgsama, stigvísa og stjalandi inn- liman við at byggja og økja "nýggjar bygdir til sínar borgarar," so sum nevnt hevur verið. Men júst hes- um bannar millumtjóða- løgfrøðin. Fjórði millum- tjóðasáttmálin í Geneve 12. august 1949 ásetur, at her- setandi státur hevur ongan rætt til at broyta støðuna munandi á fremmandum øki ella á øki, sum ósemja er um, og hevur ikki rætt til at búseta sínar borgarar har. Við øðrum orðum er al- skyns niðurseta strangliga bannað. Henda millum- tjóðasáttmála staðfesti Ísrael 6. juli 1951, og so- statt vanvirðir Ísrael greitt ikki bert almennar millum- tjóða løgfrøðiligar reglur, men eisini sína egnu góð- tiknu semju. Somuleiðis er tann nýggi múrurin ella byrgingin, sum Ísrael nú setur upp, eisini ólógligur, við tað at hann trokar inn á landøki uttan fyri Ísrael. Á ísraelska-palestinska toppfundinum í Camp David í juli 2000 skeyt Ehud Barak forsætisráð- harri upp, at ikki 98 %, men 90 % av tí landøkin- um, sum ósemja er um, skuldu palestinar hava; og av løgnari tilvild bar so á, tey seinastu 10 %, sum Ísraelar fegin vildu hava, eru tey gróðrarbestu og vatnríkastu økini. Á hin bógvin skeyt Barak frá sær alla greiniliga umrøðu um flóttafólkatrupulleikarnar, hóast tann áðurnevnda 242. samtyktin krevur rættvísa loysn eisini hesum viðvíkj- andi. Sum tað sæst, er ísra- elska uppskotið ikki av teimum gávumildastu. Terrorisma er ikki okkurt úrtøkiligt fyribrigdi; men staðbundnar umstøður nøra staðbundna terrorismu. Um Ísrael í meir enn triðings- øld, í meir enn 13000 dagar, hevur kúgað palestinar við tilvildarligari og mann- minkandi herseting, er tá so løgið, um fólk, sum ongan- tíð hava upplivað persónligt ella felags frælsi, øsast upp av ørkymlingini? Harumframt eiga vit ikki at gloyma, at tær ógvis-lig- astu og skammiligastu terroratgerðirnar á økinum hava ísraelar framt undan og eftir sjálvstýriskunn- gerðina. Til dømis sprongdu ísraelskir yvir- gangsmenn í juli 1946 Hotel David í Jerusalem í luftina og drópu næstan 100 bretskar hermenn og særdu álvarsliga sama tal á hermonnum. Í apríl 1948 lupu aðrir terroristar á palestinsku bygdina Dir- Jasin og myrdu meir enn 200 menn, konur og børn. 17. september1948 myrdi annar bólkur millumgongu- mannin hjá Sameindu tjóð- um, Folke Bernadotte greiva, eftir gjølla fyrireik- aðari ætlan. Hann var tann hægststandandi sendiharrin hjá Sameindu tjóðum, sum nakrantíð varð dripin í tænastu (Folke Bernadotte, 1895-1948, var formaður í svenska Reyðakrossi og bjargaði várið 1945 - eftir persónliga millumgongu og tingingar við Heinrich Himmler - hundraðtals donskum og norskum, eisini jødiskum fangum úr nasistiskum fangalegum. At myrða hann var sostatt serstakliga andstyggiligt). Tílíkar terroristar hevur eingin nakrantíð tikið, tvørturímóti: tveir odda- menn teirra gjørdust for- sætisráðharrar í Ísrael. VIÐMERKINGAR Frá hugsjón til veruleika Rangsnúnar viðmerkingar Egon Øregaard skúlastjóri á Tekniska Skúlanum Tórshavn Viðmerking til grein í bløðunum fríggjadagin 3. sept., skrivað av Kára Mortensen, lærara í Stu- dentaskúlanum í Hoydøl- um. Greinin nertir í stuttum við Skúladepilin við Marknagil, og er tað henda partin í greinini eg havi viðmerkingar til, og ikki til »gymnasiereformin«. Skúladepilsætlanin er ein ætlan, sum fevnir um TRÍGGJAR skúlar. - Ein av hesum er Tekniski Skúl- in Tórshavn. Á Tekniska Skúlanum Tórshavn er breið semja um, at hetta er størsta ný- hugsan innan skúlabygging í nýggjari tíð, við stórum námsfrøðiligum framtíðar- møguleikum og høgum víðsjónum. Bygging av Skúladeplin- um kemur at loysa álvars- ligar hølistrupulleikar hjá teimum trimum skúlunum við uml.1200 lærlingum og næmingum, sum eru knýtt at hesum skúlunum. Har- aftrat fáa uml. 200 starvs- fólk manssømuligar ar- beiðsumstøður. Søren Kierkegaard segði; "Livet kan kun forstås baglæns, men det må leves forlæns." Vónandi kemur stúran og afturhaldssinni, har bert verður hugt aftur um bak, ikki at forða fyri, at Føroyar framhaldandi kunnu teljast millum tjóðirnar, sum liva frammeftir, - tí hetta er eis- ini eitt val. Ein annar hugsjónarmað- ur, Hans A. Djurhuus yrkti í 1904 soleiðis. "Saman at halda var ei okkum givið Tí er so lítið burtur úr her blivið….." Í seinasta ørindinum yrkir hann: Ljós yvir landið saman- hald kann gera, tað gevur megi byrðarnar at bera; birtið tí brandin fjálga upp at loga. Væl man hann duga. Áheitan mín er; latið okk- um standa saman og ar- beiða framá og ikki, í berari stúran og ótta fyri framtíð- ini, forða fyri møguleikun- um, at skapa nakað nýtt, okkara ungu og føroysku tjóðini at gagni. Hálvavegna steðgaða projektið í Marknagili: C M Y K 11 10