Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 171 - 9. september 2004 Nr. 171 - 9. september 2004 11 Føroya Lívstrygging luttekur á vørumess- uni 2004, við eini eftirlønarskipan til starvsfólk á føroysk- um virkjum á privata arbeiðsmarknaðin- um. Tað er Virkis- eftirløn og byggir á skipanina við kapital- eftirløn VIRKISEFTIRLØN Keypiorkan hjá pensiónist- um er ikki serliga stór, um tey bara hava almenna eftir- løn at dúva uppá. Ov fá hugsa um lívið eftir ar- beiðsárini. Skalt tú tryggja tær góð livikor, tá ið tú fert um pensjónsaldur, er neyð- ugt at hugsa seg um í góð- ari tíð. Eisini hóast ellis- árini tykjast fjar, tá ið tú ert í bestu árum. Ein eftirlønartrygging er eitt trygdarnet, sum skal geva tær eina trygga tilveru eftir eitt langt og virkið lív á arbeiðsmarknaðinum. Samstundis kann ein eftir- lønartrygging verða ein fíggjarlig trygd fyri teg og tíni avvarðandi við deyða ella óarbeiðsføri áðrenn eft- irlønaraldur. Føroya Lívstrygging bjóðar eina Virkiseftirløn, sum veitir starvsfólkum á virkjum eina eftirlønarskip- an, tá ið tey fara frá fyri aldur. Her er talan um øll starvsfólkini, bæði leiðslu og onnur starvsfólk. Trygg eftirløn Virkiseftirlønin er ein kapi- taleftirløn, sum verður út- goldin í einum, tá ið tú fert frá. Hon kann tó í fyrsta lagi útgjaldast við 60 ára aldur. Hon kann eisini leggjast um at verða út- goldin mánaðarliga. Við deyða áðrenn eftir- lønaraldur verður útgoldin ein upphædd, sum í minsta lagi er tann samansparda upphæddin, alt eftir hvør avtala er gjørd. Verður tú óarbeiðsførur áðrenn eftirlønaraldur, verður tann valda veitingin útgoldin mánaðarliga eftir ávísum reglum. Virkiseftirlønin er bæði ein trygg eftirløn til tín sjálvs, tá ið tú fert frá fyri aldur, og ein trygging fyri teg og tíni avvarðandi, um illa vil til. Tað ber eisini til at hava eftirlønarskipan utt- an trygging við deyða ella óarbeiðsføri, og einans hava uppsparing til eftirløn. Valfríar veitingar Virkiseftirløn gevur tær ávísar valmøguleikar at snikka tína egnu eftirløn saman. Tá ið hon verður teknað, velur tú, hvørjar veitingarnar skulu verða við óarbeiðsføri ella deyða. Alt eftir hvønn tú metir tørvin vera, velur tú hesar upphæddir. Virkiseftirlønin kann eis- ini skipast við avmarkaðum valmøguleikum fyri hvørt einstakt starvsfólk á virkin- um, t.d. um virkið velur at hava ein ávísan eftirlønar- politikk. Skattafyrimunur Umframt trygd, so er eftir- lønin eisini ein háttur at fáa ein skattafyrimun. Eftirlønargjaldið verður vanliga avtalað millum ar- beiðsgevaran og starvs- fólkið. Eftirlønargjøld liggja ofta millum 8 og 12 prosent av lønini, men kann verða meira, í mun til hvussu góð eftirlønin skal verða. Tú sleppur undan at rinda skatt av peninginum nú, men tú rindar skatt sam- bært rentutryggingar-lóg- ini, tá ið útgoldið verður. Verður alt útgoldið í ein- um skal rindast eitt avgjald uppá 35 prosent. Mánaðar- gjøld verða skattað sum vanlig a-inntøka. Vilt tú at vita meira um Virkiseftirløn, ert tú væl- komin hjá Føroya Lívs- trygging, á bási 36 á Vøru- messuni, ella ringja á tele- fon 221312, og fáa meira at vita um hvussu tú fær eina góða eftirløn. Eftirlønarskipan til føroysk virki Fleiri føroysk virki hava Virkiseftirløn, ið tryggjar starvsfólkunum góða eftirløn, umframt trygging um illa vil til C M Y K 11 10