Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 8. september 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 170 - 8. september 2004 Nr. 170 - 8. september 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Leygarkvøldið 4. september læt ein framsýning upp í kjallaranum á Fríð- rikskirkjuni á Toftum um tónaskaldi Hans Jacob Højgaard. Komandi leygardag eru liðin 100 ár síðan hann var føddur Nógv fólk vóru komin saman í kjallaranum í Fríð- rikskirkjuni seinasta leyg- arkvøld, tá ein framsýning við myndum læt upp kl. 19.00. Á framsýningini eru m.a. myndir og avísútklipp frá konsertferðum í Føroyum og uttanlands. Kl. 20.00 hevði Ólavur Hátún áhugaverdar hug- leiðingar um tónaskaldið Hans Jacob Højgaard. Hann segði m.a. "hann er gitnasta kórleiðaranavn í Føroyum higartil. Á Toftum brúkti hann ikki ljóðføri, men sang kórinum stemmurnar inn í sál og sinni og kom soleiðis á heilt serligan hátt til at seta sín persónliga dám á framburð og tónalag. Upp- lesari var hann av teim all- arbestu og hevði hartil sannførandi sjónleikara- gávur. Tað, sum dreiv verkið, var tann persónliga útstrál- ingin, ein sinnislig megi, sum eg neyvan havi kent makan til. Hvussu tíðliga Hans J. Højgaard veruliga visti til sín sum tónaskald, dugi eg ikki at siga nakað um. Vit hava hoyrt um, at hann longu sum smádrongur spældi sær við ljóðum og rytmum. At lýsa persónin Hans Jákup Højgaard við orðum er ikki so einfalt. Hann var ein samansett natúr við nógvum og sterkum lyndi- seyðkennum. At síggja til var hann heldur illbrýntur, og onkur spurdi nú út fra myndini av honum, um hann altíð var so bítskur. Nei, tað var hann ikki, hann kundi vera bæði eymur, stuttligur og kátur. Um Hans Jacob Høj- gaard verður sagt, at hann frá barnsbeini var øðrvísi enn onnur børn, sat ofta fyri seg sjálvan og ruggaði og sang og gav gætur eftir ljóðligum viðurskiftum". Framsýningin verður opin týskvøldini 14. og 21. september frá kl. 19-21. Hans Jacob Højgaard 100 ár: Myndaframsýning og áhugaverdar hugleiðingar á Toftum Fyri fullsettum húsi hevði Ólavur Hátún nakrar sera áhugaverdar hugleiðingar um tónaskaldið Hans Jácob Højgaard Hans Jacob Højgaard (1904–1992) Kórleiðarin hjá kirkjukórinum á Toftum, Mikael Johan Heinesen, og Ólavur Hátún, kórleiðari Christian Høgagarð, bróðursonur tónaskaldið, og Mortan Højgaard, sum nú er bóndi á Regnagarðinum, haðani Hans Jacob Højgaard var ættaður Solveig Steinhólm á Toftum, bróðurdóttir, og Krista Otthamar úr Havn, abbadóttir Hans Hans Jacob Højgaard Stórur áhugi var fyri framsýningini, f.v. Karin Kastalag, sum er ein av teimum sum stendur fyri framsýningini, og Maria av Steinum úr Kollafirði NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jógvan Gregersen 45 ár Í dag, mikudagin 8. sep- tember, verður Jógvan Gregersen í Norðragøtu 45 ár. Jógvan er gøtumaður so tað stendur eftir í. Mamm- an er Berlina, sum er ættað frá Norðuri við hús í Syðrugøtu, og pápin var Per Gregersen ella Per hjá Jóan Paula, sum var úr Norðragøtu. Per doyði fyri átta árum síðani. Jógvan er nummar trý í røðini av teimum fýra børn- unum hjá Berlinu og Peri. Árni býr á Bornholm, og Sonja, Jógvan og Magnus búgva øll í Norðragøtu. Jógvan, sum bygdi ikki so langt frá barndómsheimin- um, situr við Jørðistovu- festinum. Í mong ár var Jógvan virkisleiðari á Fiskavirk-in- um í Gøtu. Síðani var hann eitt stutt skifti á Fiskasøl- uni, og fyri knøppum trim- um árum síðani gjørdist hann stjóri á Vaðhorn á Strondum. Har man lagið vera hampuliga gott, tí í fjør varð virkið kosið at vera ársins virki. Jógvan var bygdarráðs- formaður í Gøtu kommunu 1997-2000, og hann hevur í nógv ár verið nevndarlimur í Gøtu Ítróttarfelag. Síðst í níti árunum var hann for- maður eitt skifti, og nú er hann aftur formaður. Jógvan Gregersen var á GÍ unglingaliðnum, sum var føroyameistari í 1976 og í 1977. Tá var tað, at lunnar av álvara vóru lagdir undir glæsiligu fótbólts- avrikini hjá gøtumonnum. GÍ vann 2. deild í 1979, og Jógvan var eisini á liðnum, sum í 1983 vann fyrsta av higartil seks meistaraheit- um til Gøtu. Í 1976, 1977 og í 1978 var Jógvan á unglinga- landsliðnum. Jógvan royndi seg eisini tvær ferðir á landsliðnum. Tað var í heimadystum ímóti Het- landi í 1981. Jógvan Gregersen er giftur við Sigvør, sum er fødd Justinussen og ættað úr Norðragøtu. Hon er pedagogur og arbeiðir sum stovnsleiðari í høvuðsstað- num. Tey eiga trý børn: Lív, Per Martin og Bergur. Dagurin 8. september. Mariumessa um heystið. Hildin sum føðingardagur Mariu. Dagurin er dilkadagur. Tríggir dagar um heystið verða nevndir dilkadagar. Teir eru mariumessa 8. september, mikkjalsmessa 29. september og allahalgannadagur 1. november. Tá var okkurt serstakt havt til matna, helst av seyði, og dilkur var tann matur róptur, sum etin varð. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til og vístu samkenslu, tá ið høgt elskaða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Jonna Nielsen Sandavágur varð sjúk, doyði og varð jarðað. Tað gleddi hana og fløvar okkum at vita seg umgyrdan av einum so stórum vinaskara. Eingin nevndur, eingin gloymdur. Eisini takk fyri peningagávurnar til kirkjuna og meinigheitshúsið í samband við jarðarferðina. Við ynskjum um Guðs ríku signing yvir hvønn einstakan. Familjunnar vegna Heini Rannvá, Niels Marni og Marjon við familjum Tøkk Vit vilja av hjarta takka øllum fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá elskaði sonur, beiggi, svágur, pápabeiggi og mammubeiggi okkara Petur Andre Norðgerð f. 31.3.63 – d. 26.7.04 doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur og kransar. Tøkk fyri mong troystarrík orð. Tøkk fyri mangar hjálpandi hendur. Tøkk til tey, sum fylgdu honum til hansara hvíldarstað. Tøkk til øll, sum ringdu og sendu heilsanir annars. Tøkk til øll, sum vundu Merkið á stong. Vegna tey avvarðandi Selma, Kaj, Magni, Allan, Niklas Sofus, Onika og Ruth Kunngjørt verður at mín elskaði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Thomas Arge Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 6. september, 66 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin 9. september kl. 13.00. Familjunnar vegna Sólrun Hildur, Fía og Regin Í dag, mikudagin 8. september kl. 14.00, letur Eivindur í Gongini upp eina øðrvísi málningaframsýn-ing í Smiðjuni í Lítluvík. Á framsýningini er 40 oljumálningar. Myndaevnini eru øll úr India, har hann hevur búð seinastu fimm árini. Hann býr í eini lítlari bygd við Malabar strondina í Miðindia. Eivind sigur, at størsta avbjóðingin hjá honum er, at sólin altíð stendur mitt á himmalinum um dagin, har sum hann býr, tí eru eingir skuggar, mótsatt her í Føroyum. Framsýningin er opin til og við sunnudagin 12. sep- tember, allar dagar frá kl. 14-20. Eivindur í Gongini, listamaður: Indisk málningaframsýning í Smiðjuni Í dag letur Eivindur í Gongini upp eina indiska málningaframsýning í Smiðjuni Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12