Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Kynslív er ein týðandi partur av nátúruni hjá okkum menn­iskjum, og vit seta nakin­leika og neming av kyns­lutum í samband við ein heilt ser­ligan part av okkara vaksna­mannalívi. Tí, kann tað vera trupult, tá lítli Magnus er saman við mammu síni í svimjihøllini og hyggur gløandi at naknu kvinnukroppunum í skifti­ rúm­inum. Tað kann eisini kenn­ast leiðiligt, tá lítla Karin forvitin spyr pápa sín, um hon kann sleppa at nerta við, tá hann stendur og kastar sær av vatninum. Tá ein smágenta ella smá­drongur – ella tvey av sama kyni – spæla nakin og granska kropparnar hjá hvørj­um øðrum, kunnu okk­ ara ávaringar­klokkur skjótt byrja at kima. Hvat hendir nú her? Eru børnini við at menna eina atferð, sum víkir frá tí vanliga, og skal spælið steðg­ast? Nógvir spurningar kunnu yðja fram. Men, spælið er heilt nátúrligt og snýr seg bert um mátan hjá børnum at granska kroppin. – Tað er bert sýnið hjá tí vaksna um kynslív, sum kann seta hetta í samband við nakað, ið er skeivt. Tað sigur Katrine Zeuthen, sum granskar í kyns­lívi hjá børnum á Institut for Psykologi á Keyp­manna­havnar Universi­ teti. – Tá vit gerast ørkymlað og undra okkum yvir, hvat okkara børn spæla, so tulka vit ofta støðuna út frá okk­ ara vitan sum vaksin um kyns­lív. Men, børnini hugsa ikki sjálvt spælið sum nakað kyns­ligt, sigur hon. Umgangast illgruna Í 1997 varð Danmark rakt av einum umfatandi máli, sum broytti sýnið á samveruna millum vaksin og børn. Eitt hjálparfólk á einum dag­ stovni fyri børn varð dømt fyri ágang móti 20 børnum. – Síðan hevur evnið »ágang­ur móti børnum« fylt nógv, og fólk á dagstovnum hava kent seg noydd at verja seg sjálvan – og hvønn annan – móti illgitan. Tað sigur Else-Marie Buch Leander, sum granskar í skoð­anini á kynslív hjá børn­um á Institut for Kulture og Samfund á Århus Universi­teti sum partur av granskingar­bólk­inum, Paradox. Granskingarbólkurin gjørdi í 2012 eina kanning av leið­reglunum innan dag­ stovna­økið við atliti til fyri­ byrg­ing av ágangi móti børn­ um og um illgitan í hesum sam­bandi. Kanningin vísti, at fleiri enn 58 prosent av donskum dagstovnum høvdu sett í verk leiðreglur fyri samveru við børnini. – Talan var um umfatandi leiðreglur um at halda aftur við kropsligum sambandi – og at pedagogar og børn ikki skulu knýta seg ov tætt at hvørjum øðrum. Á onkrum stovni skuldu børnini sita á wc’inum við opnari hurð, og tað skuldu vera tvey til at skifta eina blæðu, sigur Else- Marie Buch Leander. Óttin fyri kynsligum sam­bandi við børn hevur eis­ini flutt seg niður í barna­ hædd, um vit so kunnu siga. Kanningin vísti nevniliga, at fleiri enn 64 prosent av dagstovnunum hava sett í verk reglur fyri tí »lækna­ spæli«, sum børnini spæla fyri at granska kroppin. – Onkrastaðni vóru av­ mark­ingar settar fyri, hvussu børn­ini kundu spæla, og aðra­staðni var forboð sett fyri ávísum spølum. Else-Marie Buch Leander sigur, at onkur foreldur kunnu gerast ørkymlað, tí barn teirra hevur kyns­hug. Fyri at umgangast mis­skilj­ ingar, eru reglur settar fyri spæli, sigur Else-Marie Buch Leander. Gransking í leiki Katrine Zeuthen, granskari í kynslívi hjá børnum, heldur, at tað er ein trupulleiki, tá reglur vera settar fyri tí óskylduga. – Tað er týdningarmikið at skilja, at kynslív hjá børn­ um ikki líkist tí hjá teimum vaksnu. Barnið er fult av kensl­um, gruna og forvitni. Tað kann uppliva lyst nógva­ staðni á kroppinum av øllum møguligum lutum. Men, barns­ins kynslív hongur ikki saman við einari fatan av kyni og virkni. Tað hendir ikki fyrr enn í kynsbúningini, sig­ur Katrine Zeuthen. Tá børn royna at skilja heim­in, spæla tey. Sama er, tá tey skulu skilja egnan kropp og kynslív. Tí eru pápi, mamma og børn – og lækna­ spøl – ein nátúrligur partur av menningini hjá børnum. – Hetta er teirra háttur at ogna sær veruleikan. Børn­ ini royna at gita sær, hvat gongur fyri seg. Fleiri kann­ ingar vísa, at børn vita ógvu­ liga lítið um kynslív, og tey hugsa ikki ymisku partarnar av kroppinum sum nakað kyns­ligt, fyrr enn tey eru á veg inn í kynsbúningina. Teirra spæl er kynsligt, men á ein meira óbevístan og naivan máta, sigur Katrine Zeuthen. Snýkjandi ótti G r a n s k i n g a r b ó l k u r i n Paradox kannaði í 2010, um dag­stovn­ar og fólk í Dan­ mark ann­ars stúra fyri ákær­ um um ágang móti børnum. 17 prosent av monnunum í kanningini søgdu, at teir hava broytt atferð, og at teir eru blivnir meira likamliga aftur­haldandi mótvegis børn­um. Ein abbi sigur í kanningini, at hann ikki torur at hjálpa sínum abbabarni, sum er ein tvey ára gamal drongur, á wc, tí miðlarnir siga, at tað ofta eru fólk í familjuni, sum fremja ágang móti børnum. Ein pápi sigur, at tá børn­ ini hjá honum hava vinir á vitjan, roynir hann at um­ gang­ast at vera einsamallur saman við teimum. Hann sigur seg uppliva, at hann sum mað­ur nóg illa torir at spæla við síni egnu børn, turka teimum eftir, at tey hava verið á wc’inum – ella hava tey í bað. Hetta er ein gongd, sum Else-Marie Buch Leander harmast um. – Tað er ólukkuligt, tá hetta meinaloysi snýkir seg inn í familjuna, har kær­ leiki, álit og hiti eiga at ráða. Misálit og ótti eru ikki hepn­ ar umstøður fyri menning barn­anna, sigur hon. Kelda: www.helse.dk Læknaspæl hjá børnum snýr seg ikki um kynslív – Tá børn royna at skilja heimin, spæla tey. Sama er, tá tey skulu skilja egnan kropp og kynslív. Tí eru pápi, mamma og børn – og læknaspøl – ein nátúrligur partur av menningini hjá børnum, sigur Katrine Zeuthen, sum granskar í kynslívi hjá børnum – Tað er ein trupulleiki, tá reglur vera settar fyri tí óskylduga, sigur Katrine Zeuthen, granskari í kynslívi hjá børnum