mikudagur 29. juni 2016síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
»Eg kundi ikki funnið uppá
at fingið mær eina útbúgving
gjøgnum annað enn eitt
universitet«, segði ein les
andi herfyri, tá ið evnið um
internet útbúgvingar varð
havt á lofti í almennu miðl
unum.
Hóast tað ikki nýtist at
vera so knívskorið, so er tað
kortini ikki tann býttasta
tummilfingurregla at hava.
Tí givið er, at viðurkend uni
versitet snýta teg so ikki.
Verri er tó við øðrum skeið
um. Her eru nakrir spurning
ar, sum øll eiga at seta sær
og kanna nærri, áðrenn farið
verður undir eina útbúgving
umvegis internetið.
1
Er útbúgvingin
viðurkend?
Hesin spurningurin er helst
tann mest umráðandi at seta
sær, áðrenn ein fer í holtur
við eina útbúgving umvegis
internetið.
Fyrst av øllum er tað um
ráðandi at gera greitt, um tað
hevur nakran týdning. Er
eitt skeið ella ein útbúgving
áhugaverd fyri teg, so kanst
tú sjálvandi taka hana, uttan
at leggja í, um tú fært tey so
kallaðu ECTS poengini fyri
hana. Ella uttan at fakið ella
útbúgvingin eru viðurkend
sum ein góðkend útbúgving
ella fak.
Ynskir tú hinvegin at
taka til dømis eitt fak ella
útbúgving, fyri at fáa betri
kvalifikatiónir til framtíðar
karrieru, so er helst umráð
andi, at útbúgving er viður
kend. Ein støða, sum tíverri
alt ov nógv hava upplivað er,
at man rindar fyri eitt fak
innan eina ávísa linju, og tá
søkjast skal á universitet á
somu linju, so góðtekur uni
versiteti ikki fakið, tí tað ikki
er viðurkent.
Óansæð um tú vilt hava
viðurkenning
fyri
fakið/
útbúgvingina, so eigur tú at
finna útav, hvussu støðan
er á hesum økinum, í júst tí,
sum tú ætlar tær at taka.
2
Hvussu er útbúgv
ingin skipað?
Hesin parturin er eisini gald
andi fyri stakar lærugreinar,
men tó mest umráðandi, tá ið
tú ætlar tær at taka eina fulla
útbúgving á netinum. Alt ov
ofta sæst, at útbúgvingarnar
á netinum verða greiddar frá
á ein ógvuliga yvirskipaðan
hátt og tað er sum oftast
tekin um, at alt ikki er sum
tað skal. Tær viðurkendu út
búgvingarnar hava aloftast
sera nógvar upplýsingar um
tað, sum fer fram á teimum
ymisku
útbúgvingunum,
og tað hevur týdning fyri
teg sum lesandi. Eru bert
yvirskipaðir
upplýsingar
at finna, so mást tú venda
tær til lærustovnin áðrenn
tú velur at fara undir lesn
aðin, og soleiðis finna út
av júst hvat fer fram á tí
útbúgvingini, sum tú ætlar
tær. Spyr eftir hvør undir
TÍN
ÚTBÚGVING
ER KANSKA
Á NETINUM
Alt tøknin broytir heimin er helst nakað, sum vit øll eru vitni til so
at siga dagliga. Og soleiðis er eisini, tá ið umræður møguleikum
fyri at nema sær útbúgving. Internetið er á tremur við góðum og
minni góðum útbúgvingum, skeiðum og fyrilestrum av ymiskum
slag. Tað eru tó nøkur ávaringartekin, sum tú mást vera vitandi
um, fert tú at leita eftir útbúgving gjøgnum internetið
ÚTBÚGVING Á NETINUM
...um tú dugir at leita