mikudagur 29. juni 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
ÚTBÚGVING Á NETINUM
vísari leggur útbúgvingina
til rættis, hvar tú kanst lesa
ummæli frá øðrum lesandi.
Hvørjar bøkur og tekstir
annars eru grundarlag undir
útbúgvingini. Hvussu nógv
ar tímar tey vænta tú setur
av til útbúgvinga um vikuna
og so framvegis. Tess meira
tú spyr, tess betur!
3
Er heitið á útbúgv
ingini eftirfarandi?
Mangan síggja vit lýsingar á
internetinum og aðrastaðni
við, har imponerandi útbúgv
ingar verða bjóðaðar fyri ein
bíligan penga. Til dømis eru
fyritøkur, sum javnan bjóða
sokallað Mini MBA útbúgv
ing út í Føroyum. Tað er
partvíst á netinum og part
víst við undirvísing.
Tað er tó umráðandi at
vita, at tey flestu útbúgv
ingarheitini eru ikki vard
heitið. Til dømis er MBA
heitið ikki vart og tí kunnu
vit øll gera eina útbúgving
við heitinum MBA og taka
pengar frá lesandi fyri tað.
Men er útbúgvingin nú á
MBA støðið? Tað kann vera
trupult at finna útav við
fyrsta eygnabrá, men ein
góður háttur er at googla
læristovnin og soleiðis finna
fram til, um nakað er skrivað
um stovnin, sum kann svara
ivamálum av ymiskum slag.
Eisini er læristovnurin ein
viðkomandi
mátistokkur.
Er tað eitt viðurkent uni
versitet, so er útbúgvingin
í lagi. Er tað hinvegin ein
privat fyritøka, sum tekur
eina minni upphædd fyri
útbúgvingina, ja so er orsøk
at kanna málið til fulnar
áðrenn farið verður undir
lesnað.
4
Havi eg rætt til
lestrarstuðul?
Tekur tú eina fulla útbúgv
ing á netinum frá einum
donskum
universiteti,
so
hevur tú rætt til fullan
lestrarstuðul umframt før
oyska ferðastuðulin á áleið
2400 um árið. Hinvegin eru
aðrar reglur galdandi, tá ið tú
lesur stakar lærugreinar ella
tekur útbúgvingar frá øðrum
stovnum. Tú kanst venda
tær til Altjóða Skrivstovuna,
undirdeild hjá Fróðskapar
setrinum, fyri at frætta
meira um lestrarstuðul.
5
Havi eg stundir
til útbúgvingina?
Ein av vanligu orsøkunum
til, at fólk velja at lesa á net
inum er, at tey ikki ynskja at
flyta úr Føroyum ella, at tey
ikki hava stundir at fylgja
einari útbúgving fulla tíð.
Tekur tú eina fulla útbúgv
ing á netinum, so er umráð
andi at finna fram til, júst
hvat læristovnurin væntar
av tær, meðan tú ert undir
lesnaði.
Hevur tú ikki møguleika
fyri at binda teg til eina fulla
útbúgving, men ynskir kort
ini at fáa eina útbúgving, so
kanst tú seta teg í samband
við tann læristovnin, sum tú
ynskir at lesa hjá, og spyrja
eftir møguleikum fyri at
taka eina lærugrein fyri og
aðra eftir, sum allar umsíðir
kunnu leggjast saman til
eina heila útbúgving. Fleiri
grannalond okkara skipa
sína skúlagongd so, at tey
lesandi kunnu taka læru
greinar og fara til próvtøkur
eftir teirra egna tempo, og
soleiðis tryggja sær, at tey
náa bæði skúla og arbeiði.
Tað er tó umráðandi at
søkja vegleiðing um tú æltar
hendan vegin, tí tað er um
ráðandi, at tær ymisku læru
greinarnar vera viðurkendar
innan somu linju, um tú
ynskir at fáa eitt fullfíggjað
prógv í framtíðini.
6
Tími eg at lesa
sjálvstøðugt?
Tað sigur seg sjálvt, at lesur
tú á netinum, so er helst ein
stórur vandi fyri, at tú ert
rímiliga
einsamøll/einsa
mallur í tínari skúlagongd.
Tú fært ikki kensluna av
samanhaldi, sum ein annars
fær í einum flokki, og tí
krevur
internetlesnaður
annað av tær enn vanligur
lesnaður. Tí er umráðandi at
spyrja seg sjálvan – tími eg at
arbeiða sjálvstøðugt við mín
ari útbúgving?
barbara@sosialurin.fo
Masterstudies.com
Hendan heimasíðan vísir tær á online útbúgvingar
frá fleiri evropeiskum londum. Tað er lætt og
ómakaleyst at leita eftir útbúgvingum og heima
síðan hevur sett tær ymsu útbúgvingarnar soleiðis
upp, at tú beinan vegin finnur fram til, júst hvussu
tín útbúgving er skipað. Samstundis kanst tú fylla
út tínar upplýsingar á heimasíðuni og síðani sendir
heimasíðan fyrispurningar til allar viðkomandi
skúlar og gevur tær samband við røttu kontaktper
sónar hjá skúlanum. Hesi svara vanliga skjótt tínum
fyrispurningum.
Fjarlestur.fo
Føroyski portalurin hevur fleiri útbúgvingar at
velja ímillum og vegleiður tær, um tú ynskir at finna
aðrar útbúgvingar enn tær, sum stovnurin hevur
samband við í dag. Her er so eisini tann fyrimunur, at
onkrar fyrilestrar vanliga verða hildnir í Føroyum av
fjarlestrardeplinum og tú fært helst nøkur onnur før
oysk lesandi knýtt at tær, meðan tú ert undir lesnaði.
Studentum.dk
Danski portalurin hevur eitt yvirlit yvir útbúgvingar
á miðnáms og bachelorstøðið, sum verða bjóðaðar
út umvegis netið. Her skalt tú tó leita eftir
»fjernundervisning« fyri at finna fram til útboðini.
Finn útbúgvingar
á netinum
FAKTA:
Hvat er ECTS?
ECTS er ein felags evropeiskt poengskipan, sum ger
tað lættari hjá útbúgvingarstovnum í teimum ymisku
londunum, at viðurkenna lesnað hjá lesandi úr øðrum
londum. ECTS poeng siga nakað um fakliga innihaldið
og tíðina, sum tann lesandi hevur brúkt uppá tey
ymisku útbúgvingarelementini.
barbara@sosialurin.fo
Barbara Holm
Í Føroyum hava vit ein
fjarlestrardepil,
sum
hjálpir við at finna fram
til
útbúgvingar,
sam
bond og læribøkur. Ann
ars kanst tú nýta aðrar
portalar,
sum
eisini
veita somu tænastu. Her
eru nakrir áhugaverdir
lestrarportalar.
At finna fram til, hvørjar út
búgvingar tú kanst taka
á netinum, er ikki altíð
tað lættasta at gera
Modellmynd