Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Álitið er skrivað og lands­ stýris­kvinnan hevur fingið tað. Næsta tunga stigið er at fáa politisku skipanina at góð­taka tær broytingarnar, sum menningarbólurin mæl­ ir til. Bert uppskotið um, at ein leiðsla eigur at vera fyri øll trý sjúkrahúsini, kann elva til eitt nýtt stríð millum mið­ staðar­økið og útjaðaran. Sjálvt um tað fleiri ferðir fyrr er havt á lofti, at rættast og best fyri eitt felags heilsu­verk hevði veirð, at ein leiðsla stóð fyri øllum trimum sjúkrahúsunum, so hevur tað higartil verið trup­ult at fáa eina semju um hend­an spurningin. Ein annar partur av álit­ inum snýr seg um, at øll akutt viðgerð eigur at fara fram á Landssjúkrahúsinum. Mælt verður beinleiðis til, at akutt tilbúgvingin í Klaksvík meira ella minni verður niðurløgd, tá ið Eysturoyartunnilin til Havnar er komin ígjøgnum. Hinvegin verður mælt til, at Suðuroyar Sjúkrahús á Tvøroyri varðveitir akutt­ mót­tøkuna. Hetta tí at fjar­ støðan til Suðuroyar er ein av­bjóðing. Bólkurin mælir til, at í Klaksvík verður skaðastova, sum skal hava opið 24 tímar um samdøgrið og kann veita neyðugar tænastur til borg­ar­ar í Norðoyggjum og Eysturoy. Mælt verður til, at hend­ an skaðastovan verður mann­að við einum lækna sum forvakt, umframt við sjúkra­røktar­frøðingum, sum kunnu taka sær av sjúk­ling­ um við einføldum og smærri snuddum. Hesi bæði til,mælini eru helst tey, sum fara at reisa størstu politisku spurn­ingar­ nar, tá ið álitið til heystar fer at vera grundarlag undir ein­um aðalorðaskifti í Løg­ tinginum. Uppskotini eru ikki nýggj og hava áður verið til við­ gerð­ar í politisku skipan­ini utt­an at hetta hevur broytt nakað serligt um støðuna. Fíggjarligi parturin Arbeiðsbólkurin hevur eisini hugt at, hvat heilsuverkið og kanska serliga sjúkra­hús­ verk­ið kostar – og hvat tað fer at kosta í framtíðini. Tølini vísa, at vit brúka færri pengar til heilsu­út­ reisðl­ur enn grann­ar okk­ara í hinum norðan­lond­unum gera. Føroyar kunnu best sam­ an berast við Ísland og Finn­ land, meðan hini londini brúka munandi meira fyri hvønn íbúgva enn vit gera. Um vit samanbera før­ oysku heilsuútreiðslurnar við útreiðslurnar hjá hin­um, so eru tær føroysku í norður­ lendskum saman­hangi í botn­inum saman við teimum finsku og teimum íslendsku – millum 20.000 og 25.000 kr. Tær donsku og svensku liggja á umleið 35.000-37.000 kr. fyri hvønn. Tær norsku liggja uppi á umleið 50.000 í 2013. Tað er vert at leggja til merkis, at 15-25 prosentav út­reiðsl­unum eru privat­ fíggj­aðar í hinum londunum, meðan henda uppgerðin ikki tekur privatfígging í Føroy­ um við, tí upplýsingar um privat­gjøld eru ikki tøkar. Viðvíkjandi alment fíggj­ aða partinum av heilsu­út­ reiðsl­unum, liggja Føroyar oman­fyri Ísland og Finnland, men niðanfyri Danmark, Noregi og Svøríki. Um vit síðani hyggja at, hvussu føroysku sjúkra­hús­ útreiðslurnar – ikki heilsu­ úteiðslurnar – eru saman­ borið við hini norðurlendsku lond­ini, so síggja vit, at før­ oysku útreiðslurnar liggja væl hægri enn hinar. Tað kemur kanska óvart á, tí vit kundu vænta, at mynstr­ið var tað sama, sum við saml­aðu heilsu­útreiðsl­ unum. Men her altso ein munur. Sjúkrahúsútreiðslurnar fyri hvønn íbúgva í Føroyum eru í 2013 komnar upp á um­ leið 15.000 kr. Tað er 2.000-3.000 kr. hægri enn í Noregi, Svøríki og Dan­mark fyri hvønn íbúgva. Arbeiðsbólkurin, sum hev­ur gjørt eina menningar­ ætlan sigur, at orsøkin til, at vit í Føroyumer, at vit brúka lutfalsliga nógv av samlaðu út­reiðslunum til heilsu í sjúkrahúsverkinum. Meðan grannalondini brúka millum 35 og 45 pro­ sent av útreiðslunum til sjúkra­hús­verkið, so brúka vit í Føroy­um millum 75 og 80 prosent av samlaðu heilsu­ útreiðslunum til sjúkra­hús­ verkið. Í tíðarskeiðnum frá 2009 til 2016 er útreiðslurnar til hækkaðar við 230 milljónum krónurm. Í dag er tað soleiðis, at saml­aðu útreiðslurnar hjá lands­kassanum til sjúkra­ hús­ini hækkaðui úr 15 pro­ sent­um í 2009 til 17 prosent av samlaðu útreiðslunum hjá lands­kassanum í 2014. arnig@sosialurin.fo EIN SJÚKRAHÚS­ LEIÐSLA OG ALT AKUTT TIL LANDS­ SJÚRAHÚSIÐ Eitt álit um eina mennignarætlan fyri heilsuverkið er latið landsstýriskvinnuni við heilsumálum, Sirið Stenberg HEILSUVERK Sirið Stenberg tók ímóti álitinum