Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 HEILSUVERK Pensjóns- arbeiðið útsett til august Aldursbroytingarnar gera heilsuverkið nógv dýrari Tíðin rann undan hjá pensjónsbólkinum og embætisfólkunum, sum gera útrokningarnar Árni Gregersen Landsstýriskvinnan við al­mannamálum, Eyðgunn Samuelsen, Javn­aðar­ flokk­urin, ætlaði, at arbeið­ið við einum pen­ sjóns­reformi skuldi vera lið­ugt áðrenn summar­frí­ tíð­ina. Men soleiðis verður ikki. – Nei, eg havi boðað lut­takarunum og floks­ for­monn­unum frá, at vit steðga við arbeiðnum nú, men taka tað uppaftur beinan­vegin í augst, sigur lands­stýriskvinnan. Pensjónsbólkurin hev­ ur havt nakrar fund­ir saman, men lands­stýris­ kvinn­an hevur eisini havt fund við flokkarnar hvør sær. – Nú veit eg væl, at het er talan um politikk, men eg haldi avgjørt, at vilji er at finna eina gongda leið, sigur hon. Ein pensjónsnýskipan er neyðug fyri at tryggja hald­føri í føroyska bú­ skap­inum frameftir. Tað vita allir flokkar og allir eru sinnaði at ger nakað við málið. Eitt sindur av ósemju er helst á ávísum økjum, men landsstýriskvinnan heldur ikki, at hesar ósemj­ur eru størri enn at tær ikki kunnu loysast. Ein av orsøkunum til, at málið er útsett nú er, at embætisfólkini eisini eru mitt í einum øðrum málið, har útroningar verða gjørd­ar í málinum um, tá ið pen­sjonistar av ymisku slag flyta til Danmark og ikki fáa pensjóna við. Flyta tey til onnur norður­lond, ber tað til. Landsstýriskvinnan við al­mannamálum, Eyðgunn Samuelsen Samansetingin av aldurbólkunum í Føroyum, gera heilsuverkið munandi dýrari Árni Gregersen Fólk sum er fylt 60 ár standa fyri helvtini av øllum inn­ leggingum á sjúkrahúsini í Føroyum. Hetta sjálvt um ikki fleiri enn 23 prosent av øll­um føroyingum eru farin um tey 60. Danskar útrokningar vísa, at heilsuútreiðslurnar fyri ein persón, sum er 65 ár, eru dupåult so høgar sum fyri ein persón, sum er 50 ár. Og útrokningarnar vísa eisini,a t heilsuútreiðslurnar fyri ein persón, sum er 80 ár eru dupult so høgar, sum fyri ein sum er 65 ár. Hesi tølini verða drig­ in fram í álitinum fyri ein­ ari menningarætlan fyri at vísa, at so hvørt aldurs­ saman­setingin í samfelag­ num broytist og vit gerast eldri, so hækka eisini heilsu­ útreiðslur­nar. Í føroyska samfelagnum er ein neilig gongd, bæði við­ víkjandi fólkatali og aldurs­ býti fram móti ár 2054, sam­ bært framrokningunum hjá Hagstovu Føroya. Fólkatalið er fallandi og broyt­ingar henda í aldurs­ být­inum. Parturin av fólki yvir 60 ár veksur nógv og er hetta sama rák, sum eisini er í okk­ ara grannalondum. Í Føroyum økist hetta rákið av, at nógv av teimum ungu flyta uttanlands at út­ búgva seg. Tað vil siga, at ein stórur partur av fólkunum frá um 20 ára aldur til ímillum 30 og 40 mangla í Føroyum. Meirilutin av teimum, sum fara uttanlands at út­ búgva seg, koma aftur til Før­oy­ar, men tað eru kortini fleiri, sum ongantíð flyta heim­aftur, og meirilutin av teim­um eru kvinnur. Hetta er ein orsøk til, at fólka­talið millum 18-69 ár fell­ur lutfallsliga nógv við tíð­ini. Ikki dýrari Sum víst á aðrastaðni, so vaksa útreiðslurnar til heilsu­verkið við ferð og tað fer tað at gera uppaftur meira, tá ið aldursbroytingin gerst upp­aftur meira tung í eldra end­anum. Sveinn Magnusson, verk­ ætlanar­leiðari, sigur við Sosial­in, at hann ikki er vísur í, at tey uppskot sum bólk­ urin kemur við fer at gera heilsu­verkið bíligari. – Hinvegin vænti eg uppá longri sikt, at vit kanska kunnu halda útreiðslurnar á sama støði, men fáa meira fyri pengarnar, sigur hann. Bólkurin ger fleiri ferðir vart við, at samanberingin av útreiðslum millum lond, skulu takst við fyrivarni, tí alt verður ikki gjørt upp á júst sama hátt. Kortini er gongdin á leið tann, sum bólurin vísir á. Ein meting av fíggjar­liga tørvinum hjá sjúkra­hús­ verkinum í Føroyum, grund­ að á fólkatals­fram­rokningar fram til 2054, vísa, at samlaðu útreiðslurnar økjast fram til 2040. Síðani minka samlaðu útreiðslurnar aftur fram til 2054 orsakað av einari vænt­ að­ari lækking í samlaða fólka­talinum í Føroyum. Fólkatals­fram­rokningar­ nar vísa eisini eina lutfalsliga minking av arbeiðsførum fólkum, samanborið við rest­ ina av fólkinum. Tað førir so við sær aðra avbjóðing, at færri skulu gjalda fyri vælferðina og tí eisini sjúkra­hús­tænastur og annað. Metingin vísir, at út­ reiðslur­nar til heilsu­tæn­ astur økjast við umleið 150 mió. kr. fram ímóti 2040. Hetta svarar til um­leið 120 mió. kr. til sjúkra­hús­tæn­ astur, um vit rokna við, at 80 pro­sent­um av útreiðslunum til heilsu­verkið fara til sjúkra­hústænastur. Hesin tørvur byggir bara á fólkafrøðiligar broyt­ingar, ikki broytingar í sjúkra­hús­ tænastum. Samstundis verður tørvur á fleiri heilsustarvsfólkum frameftir. Framtíðar tørvurin í starvsfólkatilfeingi í sjúkra­ húsverkinum í Føroyum økist væntandi við 20 pro­ sent­um fram til 2040. Met­ ing­in vísir, at tørvur er á um­leið 16 fleiri lækna­árs­ verk­um, 68 fleiri sjúkra­ røktar­frøðingaársverkum og 94 fleiri ársverkum í øðrum fak­bólkum á sjúkrahúsunum Sirið Stenberg tók ímóti álitinum og takkaði stóra bólkinum fyri tað megnar­ arbeiðið, sum bólkurin hevur gjørt. Sveinn Magnusson, verk­ ætlanarleiðari, segði, at ar­ beiðið sjálvt hevur gingið væl og so hvørt bólkurin kom nærri og meira ítøkiligt inn á ymiskar spurningar, so komu eisini meira kjak um ítøk­iligar loysnir. arnig@sosialurin.fo Sveinn Magnusson, verk­ætlanarleiðari Myndir: Álvur Haraldsen