Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 Sosialurin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum við tykkara nærveru og hjálpsemi vístu okkum samkenslu tá maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Joen Jacob Petersen f. 11.10.1920 d.12.03.2016 andaðist og varð jarðaður. Vegna tey avvarandi Dinna Davina, Katrin og Eyðun Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu tá systir, vermamma, og omma okkara Augusta Davidsen andaðist og var jarða. Takk til starvsfólki á Vesturskyn fyri umsorgan takk til Meinhard Bjartalíð prest fyri góð orð í kirkjuni, takk til Ova Brim prest fyri troystarrík orð á Vesturskyn. Takk til berarar, sangarar og kirkjutænarar. Takk til tykkum sum hjálptu til við ervinum. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Alexius Davina, Katrin og Eyðun Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá mamma, omma og langomma okkara Hendrikka Samulina Olsen f. 07. Okt. 1925 d. 08. Sept. 2015 andaðist og varð jarðað. Tøkk til prest, berarar, sangarar, orgulspælara og kirkjutænarar. Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við ervinum. Hjartans tøkk til tykkum, sum lótu gávu til Sambýlið á Skála. Til endans vilja vit takka starvsfólkunum á Sambýlinum á Skála, sum vóru um hana øll tey seinastu árini. Familjurnar vegna Olaf, Dánjal, Andras, Hans Hendrik og Julian Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara elskaða mamma, kona, dóttir og systir Herbjørg Dania Eysturdal f. 2. desember 1967 d. 1. apríl 2016 andaðist og varð jarðað. Vit takka øllum so hjartaliga, ið stuðlaðu og sýndu samkenslu, trúfesti og hjálpsemi í samband við sjúkralegu hennara. Tøkk til tykkum øll fyri dygga hjálp og stuðul, tá ið hon fór sína seinastu ferð; prestar, urgulspælarar, sangarar og kirkjutænarar. Stóra tøkk tit, ið bakaðu og riggaðu til ervið og heima við hús. Tøkk til tykkum øll, ið komu at sýna henni seinasta heiður í kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og í Christianskirkjuni. Eisini hjartans tøkk fyri minnisgávur til børnini, blómuheilsanir og heilsanir annars. Carsten, Ólavur, Cecilia, Victoria, Barbara, Sonja, foreldrini og systkini við familju NØVN Minningarorð Daniel Peter Næs f. 16. nov. 1916, d. 21. juni 2016 »Nú er hann farin, Lítli Danjal.« Soleiðis ljóðaðu tíðindini í Hvalbiar bygd um morgunin 21. juni. Hann var fjórða ættarliðið undir Lítla Hamri við navninum Daniel Peter. Hann varð nevndur Lítli Danjal frá fyrstan tíð, tí abbin við sama navni, og sum búði í sama húsi, var í góðum árum; hann fekk tá navnið Gamli Danjal. Hesi bæði nøvnini fylgdu báðum alt lívið. Abbin doyði í 1935 76 ára gamal, og Lítli Danjal, sum var á vøkstri miðal maður, hevði verið 100 ár, livdi hann fimm mánaðir aftrat. Hann hevur havt sjáldsama góða heilsu. Ongan dag ligið á sjúkrahúsi. Ongantíð havt serliga brúk fyri lækna, uttan tá ið hann mynstraði at fara til skips, og skuldi hava heilsuváttan. Eftir fólkaskúlaárini fór Lítli Danjal til skips, sum vanligt var hjá dreingjum tá á døgum. Tey fyrstu árini var hann við skiparanum Johan Mortensen á Geilini í Porkeri, sum tá var ein av »rokskiparunum« í Føroyum, tá ið hann førdi fyrst »Ørvingin« við ongum stýrihúsi og einum 40 hesta motori, og helt fram við sama skipara, tá ið hann fór at føra »Falkin«, sum var nakað størri skip enn »Ørvingurin«. Árini 1932 og 1933 var hann ikki til skips. Tá hevði hann fingið arbeiði hjá útskiftingarnevndini, sum skifti jørðina í Hvalbiar sókn, ella rættari sagt sum savnaði jørðina í Hvalbiar sókn árini 1931- 1934. Men í 1933 fór hann aftur til skips, og við sama rokskipara. Í 1941 tók hann stýrimansprógv á skiparaskúlanum í Havn. Hann var ein av teimum stýri­manna­ næmingunum, sum í skundi runnu til strandar og drógu bát á sjógv og fóru út á vágna at bjarga manningini av enska trolaranum ’Lincoln City’, sum varð bumbaður og sakk á Havnarvág undir krígnum. Eftir at hava fingið stýri­manna­ prógvið helt hann fram at sigla við ymsum skipum vandasjógv undir krígnum millum Føroyar, Ísland og Ongland – mestu tíðina sum stýri­maður. Hetta hóskaði honum best – trúligur, lítillátin, hóvligur og álítandi sum hann var í allari síni medferð. Eftir kríggið fór hann aftur við føroyskum fiskiskipum. Hann var við línuskipinum “City” í Vági og við hvalbiartrolaranum »Drátti«. Hann var við línuskipinum »Ranafossi« og trolaranum »Leivi Øssurson«. Í ávísum tíðarskeiðum arbeiddi hann í tí stóra kolarbeiðinum, sum tá var í Hvalba. Fyrst í 50-árunum fór hann at sigla við kolaskipinum í Hvalba »Skarvasteini«, sum í nógv ár førdi kol av Hvalba til bygdir kring um í Føroyum. Í 1975 – 59 ára gamal – fór hann út at sigla, sum sagt varð, og í uttan­lands­sigling sum stýrimaður var hann til í 1986, tá ið hann fylti 70 ár. Eftir síni 70 ár sum heimamaður, fór hann at arbeiða á flakavirkinum í heimbygdini. Tað helt hann fram við í nógv ár. Seinastu árini hevur hann putlast við hús og hvønn dag gingið langar túrar heim í Ellindsgerði og út á Dungan á Breyt – ofta út undir Gørðunum og upp í Innarustøð. Men fyri einum ári síðan dettur hann inni á køksgólvinum og brýtur aðra mjødnina. Tá fór Lítli Danjal á sjúkhúsið og nakað seinni á Eldraheimið í Hvalba, har hann fór at koyra í rullustóli við fullum skili til fáar dagar, áðrenn hann sovnaði burtur med alla. Danjal giftist við donsku gentuni Kirstin, sum var komin til Havnar at tæna nakað eftir kríggið. Hon er ættað frá Øster Vedsted uttan fyri Ribe í Jútlandi. Tey giftust í desember 1949 í Dómkirkjuni í Ribe, og komu heim til Føroya fyrst í januar í 1950. Tá hevði Lítli Danjal bygt teimum hús, har tey so við og við fingu fýra børn: ein son og tríggjar døtur. Sonurin doyði av sjúku 19 ára gamal, tær tríggjar genturnar eru giftar og hava stovnað egið heim. Kirstin og Danjal høvdu diamant­ brúdleyp 4. desember 2009 – bæði líka røsk tá. Kirstin fall avbera væl til í Føroyum. Tey fingu sær báði kúgv, seyð og høsn. Øll hesi húsdýr var Kirstin von við heimani frá, so tað var einki spøri hjá henni at røkja hesi dýr og fenað til lítar, tí maðurin sum sjómaður var nógv burtur. Kirstin er køn í øllum arbeiði – tað var eingin sum tók hana t.d. at binda byrðar sum føroyingar gjørdu tá. Hon hevur verið ófør at rætta eina hond sum kokkur í brúdleypum og slíkum veitslum – makaleys og røsk. Fyri nøkrum árum síðan fekk hon sær bindimaskinu, og hana hevur hon stóra gleði av. Nógv eru vit, sum hesa tíðina hava samkenslu við Kirstin, børnunum og ommubørnunum um saknin av Lítla Danjali. Og sárt er eisini hjá okkum systkina­ børnunum hjá Danjali, at hann er farin, og at eisini barna­heim hansara undir Lítla Hamri nú stendur mannleyst. Johannes