Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK Bill Justinussen Barnið: mamma, hvat fáa vit til døgverða? Mamman: tað avgeri eg Barnið: jamen, hvat fáa vit? Mamman: tað er nakað, sum eg avgeri – og bara eg. Nakað soleiðis úttalaði føroyski uttan­ríki­sráð­harrin, Poul Michel­ sen, seg um uttan­ríkis­politikk í Kringvarpinum ídag. »Tað eru vit, og bara vit, sum avgera, hvat hendir í sambandi við møguligu hernaðardubbingina«. Hví er tað so áhugavert? Nær koma vit burturúr undirlutakenslunum og trongdini til at fortelja hvørjumøðrum, at tað eru vit, sum hava allan av­gerðar­ rætt í landi okkara? Sjálvandi hava vit tað og tað burdi als ikki verið eitt tema í føroyskum politikki. Vit standa í stað og koma ikki úr stað. Alt stjórnarskipanararbeiðið fer eftir øllum at døma mest at snúgva seg um at staðfesta, at tað eru vit, sum ráða í landi okkara. Hvør skal avgera tað? Vit. Jaman, harraguð, um vit avgera tað, so merkir tað jú av sær sjálvum, at tað eru vit, sum ráða. Og hvør ivast í tí? Eg havi ongantíð ivast í, at í Føroyum ráða føroyingar. So vælsignaði Poul Michelsen og øll vit onnur: Latið okkum koma víðari og viðgera átrokandi politisku spurningarnar uttan at brúka orku og tíð uppá at steðga við byrjanina. Latið okkum heldur brúka tíð og orku upp á at semjast um, hvat vit ætla. Aftur til spurningin: Hvat ætla Poul Michelsen og landsstýrið í altjóða kappingini um Arktis? »Tað eru vit, sum ráða, og bara vit«. Tað er ikki nakað svar. Tað er ein undanførsla, tí man eftir øllum at døma ikki veit, hvat man ætlar sær. Ja, hann segði enntá, at hann onga støðu hevði til átrokandi spurningin. Tað var ikki uttanríkisráðharranum líkt. Hann plagdi at vera avgjørdur og greiður. Hann plagdi at vita av egnum ætlanum. Tí eigur hann eisini at vita, hvat vit ætla í støðu okkara millum eystur og vestur, Rusland og USA. Vit eru land í Arktis og hava tørv á heilt greiðari ætlan og skjótari støðutakan til átrokandi spurningar. Og tað er ikki nóg mikið at siga, at tað bara verður uttanlandsnevndin, sum sleppur at vita, og at alt fer fram undir tagnarskyldu. Vit, fólkið í Føroyum, eiga at vita, hvør okkara framtíð er sum áhugavert øki hjá risatjóðunum. Ætla vit at tekkjast bæði eystur og vestur? Ætla vit framhaldandi at hava góð viðurskifti til allar síður. Og hvussu ætla vit tað? Eg haldi, at Føroyar, Ísland og Grønland eiga at leggja eina felags ætlan fyri framtíðina í Arktis. Londini í Útnorði hava nógv felags áhugamál og gera hvørt­annað sterkt. Vit eiga fyrst av øllum at verja náttúruna og hennara tilfeingi. Vit eiga at treyta gagn­ nýtslu av arktiskum tilfeingi í mun til viðbreknu náttúruna. Og í mun til friðin og fjarløguna her á okkara leiðum. Og vit, londini í útnorði, eiga sjálvi at tryggja okkum atgongd til tilfeingið eftir okkara egnum treytum, í felag. Vit eiga í felag at sita hinumegin borðið, tá USA, Rusland, ES, Kina og onnur vilja sleppa framat okkara øki. Sum er hevur Grønland onga almenna arktiska ætlan. Ísland hevur sína, vit hava okkara og Danmark hevur sína. Tað er ikki sterkt. Tað ger okkum sárbær. Tí eiga vit at samansjóða sjónarmiðini og kunngera umheiminum, at í útnorði standa vit saman. At vit eru samd um at verja náttúruna, tilfeingið, upprunafólkið og upp­ runa­rættindini. At um onkur ger seg inn á virðini hjá einum okkara, gera tey seg inn á alt útnorður. Vit hava ikki tíð at keglast um, hvør ræður. Tað hava vit brúkt seinastu 100 árini til. Nú fara vit víðari, taka støðu og seta í verk. Komið víðari! Birgir Waag Høgnesen Vit kenna Kemi­lux, Vest­pack, Guðrun & Guðrun, Lemma­virkið í Vági, Look North í Klaks­vík, Føroya Bjór, Okkara, Kósin, Varðin, Waag, Vónin, Eik, Trygg­ing­in, Føroya Tele, PM heilsøla, Vodafone, Smyril Line, KJ Hydraulik, Frost, Leif Mohr, Elding, SMS, Reyni Service, Auto Service, Navia, Poul Hansen Heilsøla, Høvdavirkið, Tavan, Bakkafrost, Havsbrún og fleiri onnur. Hinvegin er trupult at koma í tankar um nakra nýggja fyritøku setta á stovn seinastu 10 árini. Jú, gaman í, onkur er stovnað og nakrar verkætlanir eru í gongd og arbeitt verður við oljuskiljarum, telduspølum, brenni­víns­eksperi­ mentum og onkrum øðrum. Men eina íverksetarafyritøku, sum er etablerað og hevur fingið fótin fastan, er straks verri at fáa eygað á … Og hetta hóast eitt stovns­um­ hvørvið er ment til endamálið. Í mun til fyri 10 árum síðani eru sjónligu framstigini, at eitt íverksetarahús er komið í Klaksvík, og Tórshavn hevur eisini sett á stovn eitt íverksetarahús. Somuleiðis er felag við 13 ymiskum privatum íleggjarum stovnað at reka eina granskingarlund. Tað eru nøkur ting sum eru undrunar­verd. Tað sær út fyri mær, at fyritøkur sum eru »up coming« fáa pening sum ískoyti til sjálvt hugskotið, eisini til marknaðarføring. Etableraðar fyritøkur fáa pening til marknaðarføring, men hvar eru nýggju fyritøkurnar sum skulu seta ferð á føroyska búskapin. Íverksetaraumhvørvið í Føroy­ um hevur í nógv á verið »up- coming«, kann tað blíva við at vera »up coming«? Tað er ikki nøkur framleiðsla við fleiri starvsfólkum, sum sæst aftur í okkara samfelag, har ein nyggj íverksetarafyritøka er miðpunktið – ella fari eg skeivur? Hvar eru allar verkætlanirnar? Hvar eru øll íverksetara­húsini ella íverksetara­deplarnir, sum skuldu plaserast kring alt landið í sam­starv við kommunurnar. Eru íverksetarar heilagar kýr ella, er stættin beind burtur í onkran kjallara? Hvar eru hesir kjallarar, og hvussu nógv »pengaprojekt« eru í gongd har? Vit vita væl, at ein verkætlan er fyri tað mesta loynilig, tí ikki er gott um onkur tekur hugskotið, men eru vit ikki komin hartil, at vit mugu fáa at vita, hvat vit kunnu rokna við. Eru verkætlanir á veg, sum kunnu gera sítt til at seta gongd á búskapin? Ella er bert talan um »hygguprojekt«, sum eftir lokna royndartíð skulu hava hjálp til føðingina og eftir tað eisini skulu hava hjálp at »liva«. Dastið av ætlanum, sum man hoyrir um, og helst fleiri enn tað, seta ikki og fara ikki at verða við til at seta okkara búskap í gongd, sum tað sær út nú. Eg seti mítt álit á nýggja vinnumálaráðharran – hann veit – um nakar – hvat hetta gongur út uppá, og hann hevur power og styrkina at satsa og veit, hvat tað merkir. Og ikki minst havi eg vónir til telestjóran Jan Ziskasen, ið er komin í nevndina í Íverk­setara­húsinum. Í okkara grannalondum eru íverksetarahugurin sera stórur. Har kann man máta, hvussu nógvar avleiddar krónur koma í almenn kassan av teim nýggju vinnunum. Sum eg skilji, so hava grunnar her á landi arbeitt miðvíst fyri, at mest møguligur peningur fer beinleiðis til íverksetaran. Men hvar blíva projektini av? Til ber at søkja um stuðul til íverksetararáðgeving til vinnuligar ætlanir, bæði í sambandi við byrjandi virksemi og tá ið talan er um at víðka kapitalgrundarlagið undir eini íverksetarafyritøku. Vøkur orð, men hvar eru fyritøkurnar og úrslitini? Dentur verður sum skilst lagdur á at fáa føroyskar fyritøkur út í heim at selja sínar vørur og tænastur. Stuðul er játtaður til verkætlanir við tí endamáli at styrkja um søluliðið og -arbeiðið uttan fyri Føroyar. Ein spurningur er, um tað er neyðugt at hendan fíggjarorkan verður brúkt uppá søluliðið. Danska útflutningsráðið, sum er deild undir Danska uttan­ ríkis­ráðnum, hevur umboð á øllum konsulátum og øllum sendistovum kring heimin (út við 100 í tali), so har er eitt sera sterkt sølulið, sum vit kunnu nýta. Møguliga skulu vit til at brúka pengarnar á annan hátt og geva íverksetarunum pengarnar heldur enn at »føða« hugskotið og enntá »gøða« hugskotið, tá tað liðugt. Vit kunnu í hvussu so er siga, at umstøðurnar hjá einum íverksetara í Føroyum eru góðar. Vit kunnu byrja við tí nýggjasta. Nú kunnu íverksetarar stovnað partafelag við einari krónu í byrjunarkapitali og ikki 80.000 kr., sum tað var áðrenn. Partafelagsskatturin 18%, sum er ein tann lægsti um okkara leiðir. Íverk­setara­stuðul er møguligur. Stuðul til marknaðarføring er eisini ein møguleiki. Við Fram­taks­ grunninum og øðrum grunnum fæst váða­fúsur kapitalur til nýggju fyri­tøkuna, um mett verður, at fyri­ tøkan hevur vakstrarpotentiali. Møguleikarnir er nógvir, ja heilt nógvir, men hvar bleiv føroyski íverksetarin av – er hann framvegis »up coming«? Og hvar eru úrslitini fyri pengarnar, sum vit leggja í hesa vinnu? Hvar eru tær nýggju íverksetarafyritøkurnar?