Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er Húsavík og Ung­ manna­felagið Sólarris, sum í ár eigur tørn til at skipa fyri sand­oyar­stevnu, sum verður viku­skiftið komandi, fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Fyrireikararnir hava borið blað út í hvørt hús í Sandoynni við for­vitnis­ ligum greinum og nógvum lýsingum. Forkvinna í Sólarris sein­ astu árini hevur verið Jonna Jensia J. Anthonius­sen, og hon væntar eitt brak av eini stevnu. – Vit halda, at tað er nakað heilt serligt, tá sand­oyar­ stevnan er í Húsavík. Flestu tiltøk eru í og kring ung­ manna­felagshúsið. Her er vøkur náttúra, áin, sandurin og Tumbakki, og tað er stutt at flyta seg millum ymisku tiltøkini. Hugnaligt kafékvøld Sandoyarstevnan byrjar í Húsavík fríggjakvøldið 1. juli klokkan 20 við matsølu og øðrum, og tá lata eisini tivoli, hoppiborgir, rodeotarvur og skjótibásur upp. Jonna Jensia J. Anthoni­ us­sen sigur, at fríggja­kvøld­ ið klokkan 21 verður eitt sera for­vitnisligt kafé-kvøld, sum hevur verið roynt áður á sand­oyar­stevnu í Húsavík. – Men, hesaferð verður kvøldið longri, og vit fara at halda á til umleið klokkan 02. Eins og seinast, fara Ólavur Højgaard og Niels Olsen, sum eru kendir úr Vestmonnum, at undirhalda við góðum tónleiki, og her verður eisini stevnuspurnarkapping. Hon sigur, at á kafé- kvøldinum verður alt gott aftur við kaffi, og her verður eisini søla av øli. – Vit royndu hetta tiltak fyri fýra árum síðan, og tað eydnaðist stak væl, og hesaferð verður eisini høvi at fara upp á gólvið at dansa, um tað skal verða. Jonna Jensia J. Anthoni­ us­sen sigur, at tað mest eru tey tilkomnu, sum gleða seg til hetta kvøldið, men øll eru hjartaliga væl­komin. – Vit vilja gjarna hava nakað til øll á sand­oyar­ stevnu, og hetta er eitt tiltak, sum kanska meira vendir sær til tað tilkomnað fólkið, leggur hon aftrat. Joel setir stevnuna Leygardagin 2. juli klokkan 14 fer húsvíkingurin, sum er stjóri á Posta, Joel Undir Leitinum, at seta stevnuna. Eftir setanina lata eisini kaffistova, tivoli, hoppi­ borgir og annað upp. – Frá klokkan 14.30 verða fleiri tiltøk, bæði fyri børnum og vaksnum. Her verður kapping í kassastápling, sigling við jollu í ánni, túrur á vágni við kajak, og heilt frá klokkan 15 til 23 verður høvi at royna Rib 62 á vágni. Jonna Jensia J. Anthoni­ us­sen sigur, at leygar­dag­ in klokkan 15 verður ein for­vitni­slig­ur gongu­túr­ur saman við Hanusi Undir Leitin­um, fyrr­ver­andi lær­ ara, og byrjað verður at ganga við Sólarris. – Hanus hevur gingið nógvar slíkar túrar um summar­ið saman við ferða­ fólki, bæði føroyingum og útlendingum, og hetta er ein sera væl umtóktur túrur. Nógv á skránni Leygardagin verður annars nógv ymiskt á skránni, og klokkan 15 verður stór skattaveiða, sum fer fram kring um í bygdini. Hetta er eitt stuttligt og spennandi barnatiltak, har foreldrini kunnu stytta sær stundir, meðan børnini eru á skattaveiði. – Vit fáa vitjan av tveimum gomlum sjóránar­ um og øðrum, sum koma at taka sær av skatta­ veiðini, sigur Jonna Jensia J. Anthoni­ussen. Hon vísir á, at klokkan 16 leygardagin verður lista-og mynda­framsýning í gomlu lærara­húsunum, har fólk í Sandoynni fara at sýna fram list og fotomyndir. Fram­ sýningin, sum heldur fram sunnudagin, verður opin til klokkan 20 leygarkvøldið. – Klokkan 16 leygardagin verður kapping fyri vaksin á Tumbakka, har kvinnur og menn úr bygdunum í Sandoynni fara at togtogast, og her verður eisini renning við trillubøru og annað á skránni. Forkvinnan í Sólarris sigur, at klokkan 17.30 leygar­dagin verður konsert við Xperiment hjá Sigrid Sivertsen, og í tímunum millum klokkan 18 og 21 verður høvi at keypa leskiligar stevnubúffar í stóra tjaldinum. – Klokkan 19 verður kon­ sert við Døgg Nóns­gjógv, og klokkan 19.30 verður Hip Hop Workshop við Dianu Hansen, sum er eitt stuttligt barna­dansi­til­tak. Røða og dansur Leygarkvøldið á midnátt verður felagssangur og mid­ náttar­røða við Tórði Mikkel­ sen, sum ikki minst er vorðin kendur úr sendingunum hjá KvF »Við Tórða á túri«. – Leygarkvøldið endar við stórdansi, har bólkurin, Sunrise, fer at spæla, og her er sandoyingurin í Hósvík, Martin Sømark, høvuðs­ sangari. Jonna Jensia J. Anthoni­ ussen sigur, at sunnu­dag­ur­ in 3. juli verður meira friðar­ ligur í Húsa­vík, og her verður lagt fyri við gudstænastu í Húsavíkar kirkju á middegi. – Kaffistovan letur upp­ aftur klokkan 14, og klokkan 15 halda tivoli, hoppiborgir, rodeotarvur og skjótibásur fram, og tá verður eisini Bassa-føðingardagur í Húsavík. Forkvinnan í Sólarris sigur, at lista-og mynda­fram­ sýningin í gomlu lærara­ húsunum eisini verður opin sunnu­dagin í tímun­um frá klokkan 15 til 17, og sand­oyar­ stevnan í Húsavík endar við lovsongsløtu við manning úr Betania í Skopun, og hetta tiltak byrjar klokkan 17. SANDOYARSTEVNAN Í HÚSAVÍK ER SERSTØK – Vit gleða okkum til eitt brak av eini stevnu í Húsavík, har nakað verður til allar aldursbólkar, sigur forkvinnan í Ungmannafelagnum Sólarris í Húsavík