mikudagur 29. juni 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bú- og Heimatænastan
í Suðuroy
søkir
Sjúkrarøktarfrøðingi í farloyvisstarv til
heimatænastuna í Suðuroy
frá 29.august 2016 til 15.oktober 2017.
Talan er um setanarbrøk 0,75 svarandi til 30 tímar um
vikuna í dag- og kvøldvaktum og 3. hv. vikuskifti.
Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv til
heimatænastuna í Suðuroy.
frá 15. august 2016.
Talan er um setanarbrøk 0,65 svarandi til 25 tímar um
vikuna í dag- og kvøldvaktum og 3. hv vikuskifti.
Sjúkrarøktarfrøðingi til fast starv
á Suðuroyar- Ellis- og Røktarheim
frá 1.sep. 2016.
Talan er um setanarbrøk 0,7 svarandi til 28 tímar um
vikuna í skiftandi vaktum.
Um eingin sjúkrarøktarfr. søkir, kann starvið verða
fyribils sett av heilsurøktara, og verður
uppgávan tá tillagað fakbólkin
Heilsuhjálpara til fast starv á
Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi
frá 1. sept. 2016.
Talan er um setanarbrøk 0,56 svarandi
til 22,75 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.
Arbeiðsuppgávan:
Er at veita umsorgan, heilsu- og sjúkrarøkt og at stuðla
borgarunum, sum búgva heima og/ella
á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Tænastan byggir á virðing millum starvsfólk og borgara.
Førleikar:
Fyriuttan útbúgving, sum ávikavist
sjúkrarøktarfrøðingur/ heilsurøktari og heilsuhjálpari,
er tað ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan økið.
Vit vænta at tú:
• Kanst ráðgeva, samstarva og vegleiða
starvsfólki og avvarðandi
• Hevur telduførleika á brúkarastøði
• Hevur koyrikort til persónbil
Vit bjóða:
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til
at mynda og menna tænastuna í økinum
• Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
• Eitt starv har tú kanst gera tína áskoðan galdandi
• Ein fakligan og spennandi gerandisdag
Lønar- og setanartreytir:
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag.
Um tú ynskir at vita meir um starvið, ert tú vælkomin
at ringja til økisskrivstovuna, tlf. 793500 ella Anna
Djurhuus, leiðara tlf. 793501.
Umsókn:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:
Bú- og Heimatænastan
att. Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28,
900 Vágur
ella annad@bhs.fo
Umsóknarfreist 11. juli 2016
Søkt verður eftir røktar
starvsfólki til útiøkið
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa
teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað
møguliga tær vit leita eftir.
Søkt verður eftir
Einum sjúkrarøktarfrøðingi at arbeiða 32 tíma viku í
miðal í tíðarskeiðinum frá 01.09.16 til 01.09.17. Arbeitt
verður dag-, kvøld- og náttarvaktir. Í dag- og kvøldvak-
tunum verður arbeitt sum heimasjúkrarøktarfrøðingur í
økinum úti. Um náttina sum náttarvakt inni á eldrasam-
býlinum Gøtubrá og við ábyrgd fyri økinum úti.
Tveimum fólkum við útbúgving og/ella royndum sum
heilsuhjálpari ella heilsurøktari at arbeiða fulla ella niður-
setta tíð. Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og møguliga
einkultar náttarvaktir inn á eldrasambýlinum Gøtubrá.
Størvini verða at byrja 01. september 2016 ella so skjótt
sum møguligt.
Dentur verður lagdur á:
•
Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi
borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð
•
Góð tvørfaklig samstarvsevni
•
Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi
í arbeiðinum
•
At vera jalig og fleksibul
Vit kunnu bjóða
•
Eitt spennandi arbeiðspláss
•
Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
•
Gott samstarv við onnur fakfólk
Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi
fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin
at ringja til Annu Jacobsen, deildarleiðara á Miðstøðini,
á tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi 13. juli 2016.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Kulibakki 8 – 520
Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava
skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldra-
røkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið
ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið
hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er
partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið
rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina
deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”.
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR -
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
Á deildini Børn og ung
í Viðskiftadeplinum er eitt
starv sum sosialráðgevi leyst
at søkja frá 1. september ella
eftir nærri avtalu. Starvið
er í løtuni ¾ tíð. Arbeitt
verður gerandisdagar í
dagtímunum og setanar
staðurin er í Tórshavn
Setanar og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í
løtuni í Viðskiftadeplinum á deildini Børn og
ung. Tey, ið sett verða, mugu tola broytingar
í starvinum, og at hetta kann verða umskipað
til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi 22.07.2016 kl. 12.00
Sosialráðgevi til
Viðskiftadepilin
Børn og Ung
av.fo>Leys størv
Sí lýsingina á heimasíðu okkara:
INNBJÓÐING TIL ÆTTARSTEVNU
Eftirkomarar eftir Hans Paula
Johannesen á Norðtoftum og
Malenu úr Búrstovuni á Eiði hittast
í Badminton høllini í Klaksvík 22. juli
kl.17. Boðið verður øllum eftirkomarum
til og við oldurabbabørnum hjá Hans
Paula á Toftum við maka.
Tilmelding fer fram hjá Hallgerð
Akurstein við at smsa ella ringja
á 752313 ella senda teldupost
hallnsim@hotmail.com.
Uppgevast skal fult navn á øllum
luttakarunum, og hvørji grein
eftir Hans Paula tey eru frá
og eitt telefonnummmar.
Tilmeldingarfreistin er 01.juli.
Kostnaður fyri hvønn er: 480kr fyri
vaksin og 250kr fyri børn undir 12 ár.
Børn undir 2 ár, ókeypis.
Upphæddin skal flytast á kontu
9181-4957484.