mikudagur 29. juni 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74
FIMLEIKAGALLA
HEIÐRAÐU FIMLEIKARUM FYRI BESTU AVRIK
Fyrsta vikuskifti í juni varð skipað fyri ársins fimleikagalla 2016, har fimleikarar og onnur
inna hesa ítróttargrein vórðu heiðrað. Fyrireikararnir hava sent okkum hesa frásøgn
Tíðindaskriv
Kvøldið byrjar við hugna
ligum, jazzutum bakgrunds
tónleiki frá Punjab, meðan
snotiligu gestirnir koma inn
at fáa sær av fínt uppstillaðu
gløsunum við berjacider.
Tá ið Sasho Bjartason
hevur boðið vælkomin, koma
børn inn við steypunum til
ársins íðkarar, venjarar osfr.
Millum steypahandarar
vóru m. a. Heðin Mortensen,
Helena á Neystabø, Sigurd
Vang og Kári Cool, ið vit
kenna frá pipar og salt.
Heðin
Mortensen
og
Harald Joensen hildu røður.
Eftir ein góðan forrætt
og felagssang, vórðu fyrstu
handanirnar.
Fyrstu
til
nevningarnar
snúðu
seg
um dómarar, og fóru til Ara
Sakarisson og Vár B. Árting
fyri amboð. Arnfríð Poulsen
varð vald til ársins estetiska
dómara.
Ársins drakt fekk rós fyri
hart arbeiði. Sjálvir íðkarar
nir hava límað 3.500 dia
mantar á draktina, sum tók
35 tímar í alt.
– Draktin hóskar sera
væl til temaði og seriuna.
Evnið í seriuni endurspeglar
náttúruna og allar spenn
andi, krevjandi og lokkandi
eginleikar, náttúran hevur.
Soleiðis
segði
Hjørdis
Thomsen, áðrenn hon gav
Team Huldu frá Havnar
Fimleikafelag steypið.
Ársins
amboðsvenjarar
vóru Alek Ramezanpour úr
Ljósinum og Anna Margit
Dalsgaard
Thomsen
úr
Havnar Fimleikafelag. Ársins
estetisku
venjarar
vórðu
Sanna Fossdalsá og Jórun
Maria Antoniussen.
Ársins mannligi amboðs
fimleikari er Rani Allansson
Dalsgað, Havnar Fimleika
felag. Hetta steypið handaði
Kári Cool, aftaná at hann
hevði framført »Lívið er oyði
lagt, tá gentur fáa makt« fyri
fimleikarunum.
Tilnevndir
til
ársins
stjørnuskot
vóru
John
Joensen
úr
Støkk,
Silas
Gaard úr Klaksvíkar Fim
leikafelag, Silas Poulsen úr
Havnar
Fimleikafelag
og
Bjarki úr Ljósinum. Eingin
teirra var til staðar hetta
kvøldið, og fór heiðurin fyri
aðru ferð á rað til Silas Gaard.
Kvinnuligi tilnevningar
nar fóru til Sólju Fei Müller
úr Havnar Fimleikafelag,
Honnu Thomasen úr Klaks
víkar Fimleikafelag, Saru Høj
úr Støkk og Vár Rajani úr
Ljósinum. Vár vann heiðurin.
Estetiskt
vórðu
Lea
Arnfríð Jacobsen frá Havnar
Fimleikafelag, Rósa á Lógv úr
Støkk og Johanna Brimsvík
úr Ljósinum, tilnevndar.
– Út yvir at hava teknisk
og listarlig krøv, so hevur
framførslan verið hugtak
andi til kappingarnar, har
rørslur, tónleikur, bygnað
urin av seriuni og friðsæla
huglagið bleiv ein fulfíggjað
heildarmynd
av
flottum
estetiskum fimleiki.
Soleiðis varð sagt um
ársins seriu, sum fór til liðið
Hydra, unglingar í Ljósinum.
Lív
Bech
Árting
frá
Havnar Fimleikafelag vann
heiðurin sum ársins kvinnu
ligi amboðsíðkari, og síðani
var ein eyka steypahandan,
sum fór fyri ársins heiður.
Hann fór til Elin Joensen,
sum hevur verið forkvinna
í Føroya Fimleikasambandi,
og sum nú er fyrsti kvinnu
ligi forseti í ÍSF.
Eftir
borðhaldið
varð
gjørt klárt til dans, har
Punjab spældu til.
Sum rættir fimleikarar,
fóru øll upp at dansa í besta
hýri.
Matur og tænarar komu
frá Matsmiðuni hjá Ruben.
Fyriskiparar vilja fegin
takka stuðlunum, fyri eitt
gott samstarv.
Tórshavnar
Kommuna,
Runarvíkar Kommuna, Eik,
Yndi,
Okkara,
Ljóðtøkni,
Wrangler
Shop,
Voug,
Fótbúni.
post@sosialurin.fo
Myndir: Haldur Suni