Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EM-FÓTBÓLTUR FØROYINGUR MITT Í ROKANUM Í REYKJAVÍK Neli Heldarskarð Hin 20 ára gamli Jón Larsen er júst vorðin studentur, og er hann ein, sum dámar sera væl at ferðast. Hann er nú farin til Costa Rica, áðr­enn hann seinni fer til USA. Men áðrenn hann var kom­in vestur um Atlants­ havið, steðgaði hann líka ein dag í Reykjavík. Og hesin steðgurin var væl vald­ur, tí at hann júst hetta legendar­ iska kvøldið, tá ið Ísland basti Onglandi í EM-enda­ spæl­inum. – Hetta er fyrstu ferð, at eg eri í Reykjavík, og eg eri her bara í ein dag. Mín fyrsta fatan av Íslandi má sigast at vera heilt ótrúlig! Eg bílegði at­gongumerki her til fyri seks mánaðum síðani, og tað er av berari tilvild, at eg eri her júst hendan dagin, segði Jón Larsen mánakvøldið, tá ið Sosialurin fekk orðið á hann. Sum á Ólavsøku Jón helt tað vera upplagt at fara at hyggja eftir dyst­inum saman við mongu ís­lending­ unum í miðbýnum í Reykja­ vík. – Eg var og hugdi í mið­ býnum í Reykjavík, har øll savn­aðust. Eg var mitt í rok­ anum. Tað var sum á Ólav­ søku at standa ímillum allar íslendingarnar, sigur Jón Larsen glaður á málinum. Hann greiðir frá, at undan dystinum vóru íslendingar glaðir og nøgdir óansæð hvat. – Eg tosaði við fleiri ís­ lend­ingar áðrenn dystin í gjár. Teir søgdu, at um tað skuldi hent seg, at teir taptu, so vóru teir ernir kortini - tí íslend­ingar høvdu ongantíð roknað við at komið so langt í kappingini. Men teir søgdu eisini, at um teir vunnu, so fóru teir at vera í býnum alla nátt, og ongin taxasjaufførur fór at verða at fáa, tí at allir fóru at ganga fullir, sigur Jón Larsen. Kann ikki lýsast við orðum Ísland kom afturum næstan beinanvegin, men bert eitt korter seinni vóru ís­lend­ ingar á odda 2-1. Og hetta merktist á lagnum í Reykja­ vík. – Í roynd og veru var stemn­ingurin ókey ta lítlu løtuna, har Ísland var aftan­ fyri. Tá ið Ísland so kom á odda, so jublaðu teir sum svak­ir. Teir blivu m.a. við at syngja Áfram Ísland um­ framt aðrar sangir, sigur Jón, og leggur hann síðani afturat: – Eg haldi ikki, at stemn­ ing­urin kann lýsast við orð­ um, tá ið Ísland kom á odda 2-1. Ball fyri rest Eftir dystarlok fóru ongir ís­ lendingar hvør til sítt. Ístaðin fóru øll í býin, hóast tað var mánakvøld. – Eg var í einari barr har tað stóð »happy hour« frá 16-20, men eftir sigurin varð skeltið broytt til »happy hour all night«. Her eru bilar alla­staðni, og onkur syngur We are the champions o.t. Ein skuldi trúð, at teir hava vunn­ið EM! Her fyllist við fólki, og tað er fýrverkarí og tað heila. Ballið endar nokk ikki enn á sinni, segði Jón Larsen at enda. Jón Larsen fekk tó ikki fagnað sigurin við ís­lend­ ing­um alla náttina á tamb, tí at longu klokkan sjey tann næsta morgunin noyddist hann at møta á flogvøllinum. Men minniliga, fyrsta dagin í Reykja­vík fer hann nokk ongan­tíð at gloyma. neli@sosialurin.fo Av berari tilvild var 20 ára gamli Jón Larsen í Reykjavík júst hendan dagin, har Ísland og Ongland hittust í EM-endaspælinum. – Ein skuldi trúð, at teir hava vunnið EM, sigur Jón Larsen um stemningin í Reykjavík eftir minniliga sigurin Myndir: Polfoto