Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 EM-FÓTBÓLTUR GUÐMUNDUR VERÐUR AFTUR Á TRAPPUNI Neli Heldarskarð Mánakvøldið framdi ís­ lendska landsliðið enn eitt bragd, tá ið Ongland bleiv spark­að úr Evropa fyri aðru ferð upp á eina viku – hesaferð av grannatjóð okk­ ara fyri vestan. Kendi íslendingurin, Guðmundur Guðmunds­son, sum hevur búð í Føroy­um í nógv ár, er ein av mongu íslendsku fót­bólts­fjepp­ arunum, ið eru í rein­ari ekstasu í hes­um døg­um. Hann var stadd­ur í Fraklandi til fyrstu bólka­spæls­ dyst­ir­nar ímóti Portugal og Ungarn, men kundi ikki síggja triða og síðsta bólka­spæls­dystin ímóti Eysturríki, tí at son­urin fekk students­prógv og dóttirin fólkaskúlaprógv. Mána­ kvøldið var hann fram­vegis í Føroyum, tá ið Ong­land stóð fyri skotum, men hann ætl­ aði sær aftur til Frak­lands, um ís­lendingar vunnu. Men tað letur seg tíverri ikki gera. Svarta vónleyst – Tað vísir seg, at tað er svarta vónleyst at fáa at­ gongu­merki til dystin sunnu­dagin, so tað verður trappan aftur. Dysturin er jú ímóti vertstjóðini Frak­ landi, og fransar standa sjálv­ir í kø til at fáa at­ gongu­merki til dystin, sigur Guðmundur Guðmunds­son, tá ið hann týs­morg­unin varð spurdur um, um tað hevur eydnast honum at út­vegað atgongumerki til fjórðings­ finaluna sunnu­dagin, ið er ímóti Frak­landi á Stade de France. Kortini fer tað ikki at trota við íslendingum, sum fara at vera á franska tjóðar­ leikvøllinum og stuðla sínum hetjum. – Tað vera so fyrst og fremst teir, sum eru í Frak­ landi beint nú, ið fáa at­ gongu­merkini. Eg havi roynt at skaffað atgongu­ merki til dystin, men eg má tíverri droppa tað, sigur Guðmundur. Bilsin av Vágsbotni Ístaðin fyri at vera á stað­num í Fraklandi var Guðmundur ein av teim­ um mongu, sum høvdu leit­ að sær oman í Vágs­botn at stuðla íslendsku strauk­ unum. Hann dylur ikki fyri, at tað er stórur munur at vera á leikvøllunum í Frak­ landi og so heima í Føroy­um. Men føroyski stuðulin lá so ikki eftir í Vágsbotni. – Tað er sjálvandi ótrú­liga stórur munur á. Atmos­feran á leikvøllunum í Frak­landi er heilt eina­stand­andi, og hon kann næst­an ikki lýsast við orð­um. Men kortini haldi eg, at stemningurin var rætt­iliga góður niðri í Vágs­botni. Vit íslendingar vóru bilsnir av, at vit fingu so nógvar føroyingar at klappa og rópa á Ísland, tí at tað plagar at vera vón­leyst at fáa føroyingar at klappa og syngja. Men eg hugsaði, at vit máttu royna, og tað eydnaðist, sigur Guðmundur væl nøgdur á mál­inum. Saman við øðr­um væl kendum íslend­ingi í Føroyum, hondbólts­venj­ ara­num Jakob Jónsson, slóð­ aði Guðmundur fyri rópi í Vágsbotni, og tað var ein stuttlig uppliving. – Tað var ótrúliga stutt­ ligt niðri í Vágsbotni, og eg var faktiskt positivt yvir­ raskaður av stemning­inum har. At so nógvir føroyingar hugdu við og stuðlaðu kemur eisini fram í øllum ís­lendskum miðlum í dag. Stuðulin frá føroyingum er heilt fantastiskur, sigur Guðmundur Guðmunds­ son, sum nógvir føroyingar kenna frá fyrrverandi sjón­ varps­sendingini, Okkara Kokkar. Ongland ikki sterkasta mótstøðan Lagið var sjálvandi ikki tað besta, tá ið Ongland næst­an beinanvegin legði seg á odda eftir brotsspark. – Eg hugsaði, at hatta var nógv ov tíðliga. Man hevði droymt um, at vit skuldu halda stand teir fyrstu 20 minuttirnar, tí at í bretsk­ um fótbólti er tá ofta tá, at tað størsta trýstið kemur. Men longu minuttin aftaná javnaðu vit, og tað var bara ótrúligt, sigur Guðmundur. Eftir hesar óttafullu 20 min­ uttirnar var tað tó Ísland, sum var á odda 2-1. Guðmundur er eisini bilsin av, at bretar høvdu so lítið at bjóða uppá, sum teir høvdu. – Eg var bilsin av, at ong­lendingar ikki skaptu nakrar stórar kjansir. Fyri meg kendist tað sum, at hesin dysturin var nógv lætt­ari enn dystirnir ímóti t.d. Eysturríki og Ungarn. Vit blivu ongantíð trýstir á sama hátt, og tað gevur bara íslendingunum enn meira blóð á tonna áðrenn dyst­in ímóti Fraklandi. Tað ber til ímóti Fraklandi Sunnudagin er enn ein stór próvtøka fyri framman hjá íslendska landsliðnum, tá ið tað er ein av allar sterk­astu tjóðunum í EM-kapp­ingini, Frakland, sum tekur ímóti á heimavølli. Men ís­lend­ ingar trúgva, sum altíð, upp á egnan mátt og megi. – Hví skuldi tað ikki borið til? Nú hava vit jú vunn­ ið ímóti so nógvum. Tað er øgiliga stórt fyri eitt lið at hava eina heila tjóð aftan­ fyri seg. Tann tjóðin, ið fær tann størsta stuðulin frá sínum fólki, tað er Ísland! Leikararnir halda eis­ini, at tað er so stuttligt at spæla, tá ið stuðulin er so stórur, sigur Guðmundur. Hann ber ikki ótta fyri Fraklandi. – Tað er als ikki vist, at Frakland vinnur ímóti Íslandi. Teir vóru hepnir ímóti Írlandi at skora tvey mál upp á fimm min­uttir. Aftaná dystin í gjár, so sigi eg bara, at vit enda í final­ uni, hóast veg­urin fram­vegis er lang­ur, sigur Guðmundur Guðmunds­son. At enda vísir Guð­mund­ ur eisini á, at tað skal nógv til fyri at halda íslendsku leik­arunum frá vøllinum, óansæð hvørjar forðingar eru. – Liðskipari okkara, Aron Gunnarsson, er í roynd og veru rættiliga skadd­ur. Men upp á onkran undrunar­ saman máta fekk íslendska læknaliðið gjørt hann kláran til dystin. Eg havi júst lisið, at tað bara var ætlanin, at Aron skuldi spæla fyrra hálvleik, men hann spældi so allan dyst­in. Tað sigur eitt sindur um, at allir vilja vera við og taka ímóti øllum sproytum, sum teir kunnu, fyri at spæla, sigur Guðmundur Guðmunds­son at enda. Nú verður bíðað í spenn­ ingi fram til sunnu­kvøldið, tá ið Frakland og Ísland bresta saman klokkan 20. Tað er valla nakar ivi um, at enn einaferð fara før­oy­ ingar at savnast í Vágs­botni, har Guðmundur og aðrir íslendingar fara at slóða fyri góðum stemningi, rópi og sangi. neli@sosialurin.fo Bæði áðrenn og eftir dystin ímóti Onglandi segði Guðmundur Guðmundsson, at hann ætlaði sær niður aftur til Fraklands at hyggja eftir Íslandi. Hann má tó ásanna, at tað ikki letur seg gera. Kortini helt hann, at stemningurin í Vágsbotni mánakvøldið var sera góður Guðmundur Guðmunds­son