Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FYRIREIKINGIN ER LYKILIN EUROPA LEAGUE Tróndur Arge Víkingur hevur ment seg til tað føroyska felagið, ið gong­ ur á odda við Merkinum í Evropa. Serliga sigurin á Tromsø í 2014 í Europa League, tá Víkingur vann seg í triðja umfar í kappingini sum tað fyrsta føroyska liðið nakran­tíð, gav ljóð frá sær. Úrslitini hjá Víkingi eru eisini eitt úrslit av, at liðið er ótrúliga væl stillað til at spæla einstakar dystir. Víking­ur er fýrfaldur steypa­ vinnari og er aftur í steypa­ finaluni í ár. Liðið er á øðrum plássi í Effo-deildini, so nógv bendir á, at Víkingur er í góðum standi til at spæla í Evropa. Mótstøðuliðið úr Letlandi Mótstøðuliðið hjá Víkingi er Ventepils úr Letlandi. Lið­ið hevur seinnu árini staðið seg væl í heimligu kapp­ing­ini, har liðið hevur vunnið seks meistarheiti og seks steypa­ sigrar. Í 2009 kom liðið eisini víð­ ari til bólkaspælið í Europa League. – Vit hava roynt at fingið tilfar um Ventepils, men tað hevur víst seg at verið tor­ ført. Tølini vísa, at talan er um eitt topplið, sum hevur vunn­ið fleiri meistaraheiti og steypa­sigrar. Í Evropa er liðið eisini komið víðari í fleiri førum. So hatta er eitt sterkt lið vit møta, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingur. Søgan er við Víkingi Víkinugr hevur eisini víst sínar styrkir í Evropa. Tí trúgva tey í Víkingi eisini upp á, at tað ber til at knúgva Ventepils. – Góðu úrslitini hjá Víkingi í Evropa strykja okkara trúgv upp á, at vit kunnu koma víðari. Spæl­ arar­nir gleða seg til upp­gáv­ ina, og vit trúgva upp á at tað ber til at koma víðari, sigur venjarin hjá Víkingi. Hópurin væl fyri hóast nógvar dystir Fyri Víking er Hanus Jacobsen úti við fipur í bak­lær­inum, meðan Sámal Jákup Joensen hevur brotið sær hond­ina. Annað enn tað, so eru allir menn tøkir, men tað hevur sett síni spor, at Víkingur hevur spælt nógvar dyst­ir í seinastuni. – Sølvi Vatnhamar hevur trupulleikar í baklærinum. Tað eru eisini einir tveir aðrir, ið hava somu trupulleikar, eft­ir at vit hava spælt so nógv­ar dystir, sigur Sámal Erik Hentze. Víkingur lendi í Letlandi í gjár seinna partin, har lið­ið eisini hevði eina róliga venj­ ing. Fara í góðari tíð Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, hevur í kjakinum í milliónirnar frá UEFA, víst á at Víkingur leggur nógv fyri at koma víðari. Tað er ikki ókent millum føroysk feløg, at tey onkuntíð hava hugsað meiri um at spara, heldur enn at fyrireika seg á besta hátt til uppgávur í Evropa. So­leiðis er ikki í Víkingi, sum eis­ini hevur góð úrslit at vísa á. – Nevndin í felagnum hev­ur stórar ambitiónir um koma víðari, og tí verð­ur eis­ ini lagt nógv fyri í fyri­reik­ ing­unum, sigur Sámal Erik Hentze. Veddingarfyritøkurnar hava Ventepils til favoritt, har tú fær pengarnar 1,36 ferð­ir aftur fyri ein heima­ sig­ur, meðan Víkingur gevur pengar­nar sjey til níggju ferðir aftur. Víkingur fór úr Gøtu longu mánamorgunin og lendi í Letlandi í gjár. Dyst­ur­ in verður hósdagin klokk­an 15 føroyska tíð. trondur@sosialurin.fo Vikingur hevur stolta siðvenju í Evropa. Liðið hevur royndirnar og evnini at koma víðari. Tí er lykilin at fyrireikingin er góð Víkingur í Europa League dysti í fjør Myndir: Álvur Haraldsen