Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-29, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. juni 2016síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. juni 2016 · Nr. 74 FÓTBÓLTUR SKULU SPÆLA OKKARA MØGULEIKA Tað sigur Anders Gerber, venjari hjá NSÍ undan Europa League dystinum móti hvítarussiska FC Shakhtyor Soligorsk, ið verður á Svangaskarði hóskvøldið FERÐING ÓRÓGVAR Tróndur Arge Ferðalagið hjá HB fór úr Føroyum í gjára­morg­ unin, og er ikki frammi í Estlandi fyrr enn á mid­ nátt. Har í millum hevur liðið vant á tiltiknu Kløver­markini, har nógvir før­oy­ingar hava dáklað sær ÍF Føroyar klæðini. – Vit hava ikki verið hepnir við ferðingini, tí vit skulu nú flúgva um­ vegis Helsinki í Finn­ landi, áðrenn vit lenda í Estlandi, sigur Jan Christian Dam, venjari hjá HB. Hóast tað ikki hevur eydnast at finna ein lættan og einfaldan veg til Estlands, so vónar venj­arin hjá HB, at liðið sær eitt brúkiligt úrslit við aftur til Føroyar. Ikki toppurin av Evropa FC Levadia Tallinn bleiv í fjør nummar tvey í heim­ ligu kappingini. Talan er um felag, ið hevur sett sín dám á estlendskan fótbólt síðan tað sá dagsins ljós í 1998 undir navninum FC Levadia Maardu. Liðið hevur vunnið meist­ara­heitið ikki færri enn níggju ferðir, meðan steypagullið er vunnið átta ferðir. Sostatt er talan um felag, ið stendur seg væl í Estlandi. – Vit hava virðing fyri teimum, men hetta er ikki toppurin av Evropa. Vit fara ikki har fyri at tapa 5-0. Vit hava eisini spæl­arar í hópinum, sum hava roynt at spælt móti Estlandi við góðum roynd­um, sigur Jan Dam, venj­ari hjá HB. Málið er fyrst og fremst at fáa eitt gott úrs­lit á útivølli, so at HB hev­ur ein møguleika at vinna seg viðari í heima­ dyst­inum. – Vit møta einum liðið av fulltíðarspælarum, so teir eiga at vera betri enn vit. Tí fara vit heldur ikki at trýsta eins høgt og við gera í føroysku kapp­ing­ ini. So verða vit revsaðir, sigur Jan Dam og leggur afturat. – Vit verða meiri verju­ kendir og leypa millum annað ikki á við báðum bakk­unum, sum vit ann­ ars gera í Føroyum, sigur Jan Dam. Stórir og sterkir Jan Dam hevur sæð upp­ tøkur av FC Levadia Tallinn. Har hevur hann eyg­uni eftir onkrum av út­lendsku spælarunum. – Teir hava onkrar út­ lendsk­ar spælarar, og lið­ ið spælir sum so góðan fót­bólti. Teir hava fleiri spæl­arar, sum eru yvir 190 cm, og av tí sama eru teir stekrir upp á deyðbóltar, sigur Jan Dam. Luc Manga og Marcellin Gando koma úr kamerun, meðan russisku Alan Gatagov, Yevgeni Kobzar og Anton Miranchuk styrkja um liðið. Øssur og Poul úti Fyri HB kemur tað illa við, at Øssur Dalbúð og Poul Ingason eru skadd­ir. Rókur av Fløtum Jesper­ sen hevur trupul­leik­ar við lærkrikanum, men verður vónandi tøk­ur. – Liðið verður áleið tað sama sum móti B68 fara umfar í Effo-deildini. Kanska við onkrari broyt­ ing. Dysturin millum FC Levadia Tallinn og HB verð­ur hósdagin klokkan 14.00. Veddingar­fyritøkur­ nar hava FC Levadia Tallinn sum favoritt. Heima­liðið gevur pengar­ nar 1,22, meðan HB gevur peng­ar­nar heilar 9 ferðir aftur. Í HB hava tey ikki verið heppin við ferðingini, men fyri tað eru vónirnar góðar um at fáa eitt úrslit í Estlandi, sum kann brúkast Tróndur Arge NSÍ hevur fingið torførasta luta­kastið av teimum før­ oysku liðunum í Evropa í ár. NSÍ skal spæla móti FC Shakhtyor Soligorsk úr Hvíta­russland. Liðið bleiv í fjør nummar trý heimligu kapping­ini, eftir at hava verið silvurvinnari fýra ferð­ ir upp í slag. – Talan er um eitt lið við nógvum royndum spælarum, ið hava roynt eitt sindur av hvørjum. Hetta er eitt sterkt lið, ið vit møta, sigur Anders Gerber. Hevur fyrireikað seg væl Anders Gerber veit hvat hann tosar um, tí hann hevur fyri­reikað seg væl til dystin. Hann hevur sæð fleiri dystir hjá teim­um á sjónbandi og hev­ur útvegað sær grein­ ingar av hvítarussiska lið­ num. – Teir hava góðar álops­ spæl­arar. Teir hava ein góð­ an áleypara og ein góðan 10’ara, meðan teir eru raskir at spæla út á vengurnar, greið­ir Anders Gerber frá og legg­ur afturat. – Tað er torført at saman­ bera styrkina hjá teimum við okkara, fyrr enn vit standa yvirfyri teimum, men sum eg síggi tað, so talan um eitt sterkt lið eftir okkara máti­ stokki, sigur venjarin hjá NSÍ. Hann heldur somuleiðis, at NSÍ ikki er favorittur til dystirnar móti FC Shakhtyor Soligorsk. – Vit eru hvørki favorittar at vinna heimadystin ella úti­dystin – ella samanlagt, sigur Anders Gerber, ið tók ikki ætlar at tveita hand­ klæðið í ringin. – Vit skulu fyrireika okk­ um væl og lukka fyri teirra styrkjum. Somuleiðis skulu vit leypa á teirra veikleikar. Málið er at skapa eitt úrslit, ið ongin roknar við. Tað er jú so populert í dag, sigur Anders Gerber smílandi. Sum ein vanligur dystur Hóast talan er um toppin av kappingarárinum, so merkist tað ikki í hópinum hjá NSÍ. Tað er eitt gott tekn heldur Anders Gerber. – Vit fyrireika okkum sum vanligt, men hava sjálvandi meiri tíð at gera tað í. Eg hald tað er eitt gott tekn, at spælararnir takla hetta sum ein vanligan dyst, sigur venj­ arin hjá NSÍ, sum tó vil síggja meiri frá spælarunum til Europa League dystin. – Eg forlangi, at spælarar­ nir gera teirra besta. Teir skulu avrika tað besta teir kunnu – og so eitt sindur afturat. So vóna vit, at vit hava eitt úrslit at verja í Hvíta­russ­landi, sigur Anders Gerber. Veddingarfyritøkurnar hava FC Shakhtyor Soligorsk til stóran favoritt á Svanga­ skarði. Tú fær pengarnar aftur um 1,3 tríggjar ferðir fyri FC Shakhtyor Soligorsk, með­an NSÍ gevur pengarnar átta ferðir. – Tað er ikki uttan orsøk, at veddingarfyritøkurnar hava FC Shakhtyor Soligorsk sum favoritt, men vit skulu spæla okkara møguleika, sigur Anders Gerber. Dysturin verður hós­ kvøld­ið á Svangaskarði. trondur@sosialurin.fo Anders Gerber, NSÍ venjari