hósdagur 30. juni 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
14
LEIVUR THOMSEN, TÓNLEIKASERFRØÐINGUR
Yohanna
Klokkan var 15, og bólkurin
»Yohanna« við Jóhonnu Norðberg
Niclasen var fyrstur á palli. Tón
leikararnir, hon hevði við sær,
vóru Hjørtur Háberg trummur,
Kári Fossaberg bass, Kristian
Pauli Ellefsen tangentar, Árni
Jóhannesson gittar, Eivin Dam
Simonsen trompet og Matthias
Kjølbro saksofon. Teir flestu av
hesum eru at finna í bólkinum
Punjab. Kórsangarinnur vóru
Maria Heygum, Marianna Nagata
og Birita Dam. Samanlagt vóru 10
fólk á palli. Ljóðið undir konsertini
var klárt og væl definerað.
Tað fyrsta, eg beit merki í, var
sterka vokalin hjá Jóhonnu, hvørs
klangur og intonatión leiddi tank
arnar á Adele, Randy Crawford og
Aretha Franklin. Upplagt sang hon
eisini tvey tøkuløg hjá síðstnevndu
soul-divu: »Say a Little Prayer« og
»Natural Woman«. Serliga var tað
hetta seinna, sum hugtók, har
Jóhanna sang við fullari styrki.
Umframt hesi spældi bólkurin tvey
onnur tøkuløg, »If I Ain’t Got You«
hjá Alicia Keys og »Somebody Else’s
Guy« hjá Jocelyn Brown. Bólkurin
spældi eisini nøkur heimagjørd
løg: »You’ll Never Find«, »All Along«
og »Stop Thinking«. Hesin síðst
nevndi flutti tankarnar yvir á
Eve Cassidy og Norah Jones. Kon
sertin endaði við Stevie Wonder
inspireraða lagnum »Please
Forget«. Hetta lagið hevur bólk
urin áður spælt beinleiðis í út
varpssendingini Vikuskifti fyri
umleið einum mánaða síðani. Í stíli
fevndu løgini breitt – trýssara soul,
Motown funkur, fýrsara rhytm
and blues og west coast poppur.
Spurningurin er, um tað nú var
neyðugt hjá Jóhonnu at hava so
nógvar tónleikarar við, tí røddin
bar tað so mikið væl, at minni kundi
saktans gera tað. Men ongin ivi er
í, at vit hava eitt nýtt spennandi
sangtalent í Jóhonnu Niclasen.
Tað, sum hinvegin kanska liggur á
láni, er meiri tíð, bæði í venjingar
hølinum og meiri tíð við sjálvari
sangskrivingini, hetta fyri at gera
tónleikin meiri áhugaverdan og
tíðarhóskandi. Kanska er tað væl
skilligt, at tíðin ikki hevur verið til
tess, eftirsum limirnir í bólkinum
munnu hava havt úr at gera við
próvtøku í Hoydølum – teir vóru
allir ílatnir studentahúgvu á pall
inum.
Sum heild góð sangframførsla
hjá Jóhonnu. Tó er vónandi, at hon
næstu ferð syngur fleiri heima
gjørd løg á palli, og at hon arbeiðir
meiri við at finna fram til sítt egna
ljóð. Men vit gleða okkum í øllum
førum til komandi EP’ina.
Elinborg pálsdóttir
Elinborg er blivin landskend við,
at hon hevur givið stakløg út, sum
hava verðið nógv spæld í útvarp
inum. Nevnast kunnu »Candle in
the Light« og »Stars Falling«. Í mars
mánaða varð hon kosin »ársins live
einstaklingur« í tiltakinum FMA.
Elinborg Pálsdóttir er sonevnd
singer/songwriter, og spælir kassa
gittara afturvið sanginum hjá sær.
Afturat sær hevði Elinborg at kalla
somu tónleikarar sum Jóhanna, tó
nú við Ragnari Finnson á gittara.
Løgini, hon spældi, vóru øll av
EP’ini, sum hon gav út í fjør.
Bólkurin legði fyri við løgunum
»Tanki« og »Stormar« sum bæði
vóru still løg. Lagt varð upp til eina
friðarliga løtu. Mest fangandi var,
tá Elinborg í lagnum »Dreymur«
fór upp í tað høga registarið, har
tað ikki var frítt fyri, at hon hevði
lurtað eitt sindur eftir Gretu Svabo
Bech. Móti endanum gjørdist
lagið meiri dynamiskt og fór yvir
í U2 stíl. Basstrumman var hørð
og lekkur og plantaði seg beint í
kroppin.
Síðani spældi bólkurin eitt lag,
sum eitur »Litir«. Hetta lagið er ikki
komið út áður men er at finna á
Youtube.
Higartil hevði Elinborg staðið
still, sungið í mikrofonina og spælt
á gittaran. Men í lagnum »Saknur«
setti hon gittaran frá sær. Hetta
riggaði væl, tí nú kendist hon fríari
í sínari framførslu.
Tá ið lagið »Kvirran« skuldi
spælast, skuldi Ragnar Finsson
stemma gittaran. Hetta innibar
ein óvæntaðan steðg, og Elinborg
visti ikki, hvat hon skuldu siga
við áhoyrararnar. Hóskandi hevði
kanska verið við onkrari søgu ella
onkrum upplýsandi um tónleikin
fyri at fylla steðgin út. Men hetta
var hon ikki fyrireikað uppá.
Áðrenn síðsta balladan »Í mjørk
anum« skuldi spælast, presenter
aði Elinborg tónleikararnar. Tá ið
túrurin kom til Matthias Kjølbro,
sum hevði havt eina solo í lagnum
frammanundan, segði hon seg
ikki vita, hvussu instrumentið æt,
sum hann spældi uppá. Onkur av
tónleikarunum segði »saksofon«.
Um tað var skemt ella álvara, fann
eg ikki útav.
Framførslan var nakað tom,
men tað er óvist, hvussu stórar
armrørslur hesin tónleikurin
yvirhøvur leggur upp til, eftirsum
evnið í tekstunum í stóran mun er
sorg og longsil. Men ein konsert
á einum stórum útipalli krevur
kortini, at man ger nakað eyka
burturúr fyri at raka fólk, so tey
ikki bregða frá. Tað var gott, at
konsertin var tíðliga um dagin, tá
ikki so nógv fólk vóru til staðar, tí
hetta er ikki júst tónleikur, sum
túsundtals larmandi og full fólk
standa og heppa til.
Instrumenteringin hjá bólk
inum var minimal. Tað tóktist, sum
ætlanin var at endurgeva fløguna
á palli. Men fløga og konsertir eru
tvey ymisk ting – fløgan er studio
upptøka, og konsertin eigur at taka
tónleikin eitt stig víðari. Tað haldi
eg ikki ordiliga hendi. Møguliga
hevði bólkurin ikki vant so nógv,
havandi í huga studentspróvtøkur
nar hjá limunum. Eisini høvdu eitt
ella tvey up tempo løg verið kær
komin, so at konsertin ikki gjørdist
so still.
Men tá ið tað er sagt, so skal
Elinborg við bólki hava rós fyri
eina væl ljóðandi og dissiplineraða
konsert, har tað var ein reyður
tráður millum øll løgini. Elinborg
er ung, har er nógv talent at heinta,
men eisini nógv at arbeiða við,
eitt nú við live framførslunum.
Eg eri vísur í, at tað kemur, og
einasti vegurin er at fáa fleiri
royndir. Grundarlagið hjá Elinborg
Pálsdóttir við bólki er gott at
byggja víðari uppá, tí fleiri av
sangunum avdúka gott handverk
í sangskriving. Tónleikararnir eru
á høgum støði, og ræddarliga hevur
Elinborg tikið seg nógv fram uppá
stutta tíð, so har er gott í væntu.
Punjab
Punjab við Árna Jóhannesson á
odda løgdu fyri við tunga funk lag
num »Old Man’s Pipe«. Síðani varð
tempo’ið skrúvað eitt vet upp við
blues-funk lagnum »Someday«. Til
høvið høvdu Punjab fingið vitjan
av Johan Hentze, sum treiv í eina
trompetsolo við væl defineraðum
melodiskum strofum. Umframt
hann spældi Tróndur Olsen eisini
á trompet, og saman við Matthias
Kjølbro mannaðu teir eina blásara
trio, sum gjøgnum konsertina gav
bólkinum eina tætta og beinrakna
hornútseting. Hetta var partytón
leikur, og tað merktist eisini á fólki,
sum nú vóru nakað meiri upplyft
enn áður.
Triðja lagið gekk skjótari, og
umframt, at Mathias nú fekk
eina saksofonsolo, trein Robert
Bjarnason fram og vísti sínar
solistisku gittardygdir. Í honum
man finnast ein goður session
tónleikari.
Bólkurin helt rutineraður fram
við »The toilet stole my wallet« og
»Run to You«, meðan ógvisligu Co2
kanónirnar næstan blástu fólk um
koll.
Vit fingu eisini at hoyra »Old
Ladies Groove« og radiohittið
»Hairy Woman«. Væl vandu Punjab
spældu eina heilstoypta konsert
við gjøgnumarbeiddum útseting
um. Men, hvussu veik og vendi, so
megnaðu studentarnir, hóast høgt
instrumentalt støði, ikki at ganda
nakað nýtt upp úr studentahúgv
unum. Kanska tað kemur við fleiri
royndum – og tað er eisini at vóna,
tá vit hugsa um, at limirnir í Punjab
eru tað komandi ættarliðið fremst
á føroyska tónleikapallinum.
Tó skal sigast, at nakrir av lim
unum eisini eru at finna í bólkinum
Gø, sum spælir leitandi eksperi
menterandi fusiónstónleik. So
tað kann jú vera, at nýskapanin er
væl í gongd, og at Punjab tiltivað er
ein síðuverkætlan við afturlítandi
tónleiki.
Marius
Kvartettin trein á pallin, tríggir
í solbrillum og ein við hipstara
fullskeggi. Bólkurin legði fyri við
friðarliga »House of Stones«, og
Moog bassurin hjá Allani Tausen
legðist sum eitt tjúkt teppi undir
ljóðmyndini saman við marsj
trummuni hjá Brandi Jacobsen.
Lagið »Let’s Not Fall Apart« byrjaði
við programmeraðum trummum
og fór yvir í Pink Floyd huglag við
einum meditativum gittarostinati.
Mjúka falsettrøddin í Hans Marius
Ziska gav hvørjum króki í Vágs
botni friðsælu.
Í næsta lagnum høvdu Brandur
og Allan býtt um ljóðføri – Allan sat
nú við trummurnar, og Brandur við
Moogbassin. Gittaristurin Heðin
Ziska var farin at spæla klokku
spæl, meðan ddamaðurin Hans
Marius stóð við sama lag, stinnur
mitt á pallinum við sínum gamla
Gibson gittara.
Í »Aftur til jorðina« gjørdist
Moog bassurin aftur berandi. »Eitt
stig á gangin er heilt óendaligt«
Vikuskiftis Sosialurin ummælir Voxbotn
TÓNLEIKUR