Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 15 sungu Marius næstan sum eitt mantra. Í endanum av lagnum kom løtan hjá Heðini Ziska. Hann spældi eina langa og villa gittarsolo. Hann hevði so nógvar effektir á gittar­anum, at tað var yvirhøvur ringt at hoyra, hvørjar tónar hann spældi. So rendi hann omanyvir tað heila fótin á wah-pedalina, sum trongdi seg igjøgnum effektsósina og gjørdi gittaran til ein múr av físi og súsi. Sýrutari bleiv tað ikki. Men tað riggaði onkursvegna væl, tí hinir vóru rættiliga jarðbundnir í spæl­inum og hildu tónleikinum saman við sínum einfalda og greiða spæli. Tað var kaos í kosmos - og eg varð mintur á, hvussu umráðandi tað er, at tónleikarar seta okkurt í vága. Síðani fingu vit vælkenda »Nær­veran« og eftir tað eitt nýtt lag, »Runaway«, sum varð frum­ fram­ført í sendingini Vikuskifti fyri nøkrum mánaðum síðani. Marius Ziska segði sum intro­ duktión til sangin »While You Were Sleeping«, at nú fóru teir at spæla ein »barnagarðssang«. Sangurin minti í stíli um bólkin Eagles, tó at hann varð kryddaður við Hendrix- gittara. Marius helt fyri, at orsøkin til, at teir spæla so hart, er, at teir eru bangnir um at gerast gamlir. Og so er spurningurin, um bólk­urin Marius yvirhøvur spælir harð­an tónleik, havandi í huga, at hann var munandi harðari fyrr, tá bólk­ urin luttók í Global Battle Of Bands tón­leika­kappingini. Konsertin endaði við frálíka lagnum »Villingarsólin«. Í skrivandi stund er ógreitt, hvør í bólkinum skrivar sangirnar. Um tað fyri tað mesta er Hans Marius Ziska, ella um hvør limur eigur sín part, kann í og fyri seg gera tað sama. Bólkurin Marius hevur nøkur framúrskarandi góð løg, og perlu­røðin hetta kvøldið var greitt tað berandi í konsertini. Sangirnir vóru lættir at lurta eftir og góvu væl­veru og friðsælu. Tað kundi fyri tað verið nóg mikið bara at hoyrt sangara og kassagittara – tó so, at bólkurin rakti nokkso væl eitt myrkt ljóð, sum klæðir løgunum. Fyri mítt viðkomandi var hendan løtan hæddarpunktið á Voxbotn 2016. Graham Bonnett Legends of Rock er ein verkætlan, sum gittaristurin í bólkinum, Sayit Dolen, stendur fyri. Hugskotið er, at hann hevur savnað ein bólk av tónleikarum saman, og so ringir hann til sínar rokkfyrimyndir og spyr, um teir ikki kunnu koma at syngja við bólkinum. Konseptið er einir tríggir sangarar til hvørja konsert. Soleiðis hevur bólkurin havt vitjan av Bobby Kimball (Toto), Eric Martin (Mr. Big), David Reece (Accept) og Robert Hart (Manfred Mann, Bad Company). Til konsertina í Føroyum vóru tað Graham Bonnett (Rainbow), Mickey Thomas (Starship) og Eagle Eye Cherry. Bólkurin legði hart út við væl­ upp­lagda Graham Bonnet og »All Night Long« – og so varð lagt var upp til 80’ara ball. Tá man kennir man løgini í síni upprunaútgávu, og hevur havt gittarleikaran Ritchie Blackmore sum fyrimynd, so veit man, at tað skal nógv til at taka gamla rokkgubban – men gittarist­urin Sayit Dolen visti, hvussu hann skuldi handfara sín spaka. Gittarljóðið var tjúkt og klárt, um enn hann kanska kundi spart eitt sindur uppá teknisku finess­ur­nar í hvørjari solo. Hetta við skjót­leika, fingratapping og sweep picking tykist næstan vera blivið til ein tvingsilstanka hjá flestu av dagsins rokkgittaristum, og so­leiðis var tað eisini brúkt uppá gjøt undir konsertini. All Night Long koyrdi sum væntað, og 68 ára gamli Graham Bonnett kláraði merkiliga væl at raka høgu ótransponer­aðu tónarnar. Hann sang enn eitt lag frá Rainbow tíðini. Knappiliga blástu Co2 kanónir­ nar úr erva á pallinum sum aðrir jetmotorar beint niður í trunkan av fólki, og úr einum sjónliga skøkk­um Graham Bonnet brast »what the hell was that!«. Triði sangurin var »Only One Woman«, skrivaður av the Bee Gees, sum Graham Bonnet gjørdist kendur við seinast í 60’unum við duo’ini The Marbles. Seinasta lagið í hansara um­ fari var »Lost in Hollywood« av út­gávuni »Down to Earth« hjá Rainbow. Gittaristurin tappaði og sweep­aði sum aldrin fyrr, og Bonnet við bólki gjørdi sítt arbeiði, men heldur ikki nógv meira enn tað, tí fokus­punktið var jú nettupp stjørnan og hittið. Eagle Eye Cherry Tá 47 ára gamli Eagle Eye Cherry trein á pallin, gjørdist alt mun­andi bleyt­ari, hvør skuldi sagt næstan til »puddilrokk« – í øllum førum í mun til tað, sum var framman­undan. Hann legði fyri við ballad­uni »Falling in Love Again«, og kvinnur­ nar sóu út til at njóta hetta bleyta mun­andi meiri enn dreingirnir. Gittarist­urin Sayit Dolen var hin­ vegin ikki enn komin í bleytt mode eftir Bonnett – so tá hann spældi eina tíggju sekund stutta solo, less­ aði hann alt av, hann átti í sær – sweep, speed, tapping og eg skal koma eftir tær. Havandi í huga, at Eagle Eye Cherry er eitt sonevnt »one hit wonder«, har hittið hjá honum er »Save Tonight«, kendi hann seg hava tørv á at spæla eitt tøkulag mill­um tey fáu, hann borðreiddi við til kon­sert­ina, nevniliga »Atlantic City« hjá Bruce Springsteen.. Eagle Eye Cherry endaði við glaða sanginum »Are You Still Having Fun«. Og nú var veitslu­ dámur í Vágsbotni. So fór hann av pall­inum uttan at hava spælt sítt eina hitt »Save Tonight«, og fleiri stóðu spyrjandi. Men hann skuldi koma aftur. Mickey Thomas Tá gamli Jefferson Starship sang­ arin, Mickey Thomas, trein á pallin við lagnum »Jane«, tóktist ótrúligt, at nakar 66 ára gamal gubbi kundi syngja so høgt og reint – »clean as a whistle«, sum bretar plaga at taka til. Ovfarakætið fyri hesum fall nakað í lagnum »Sara«, og tá hann byrjaði »It’s Not Enough«, tók geispi­faktorurin dik á seg. Tað tókt­ist, sum løgini bara skuldu av­viklast við enn-ein-býur, enn- eitt-jobb hug­burði. Eg kundi bert taka undir við eldra manninum á pall­inum, at tað var ikki »enough«. Gittarist­urin í bólkinum bjargaði lag­num við eini frálíkari solo, og hesu­ferð leyp hann ikki framav men stóð við hvønn tóna, hann spældi. Ein fragd at hoyra. Ein av kór­sangar­innunum kom síð­ ani fram á pallin og sang lagið »Nothing’s Gonna Stop Us Now« saman við Mickey Thomas. Og so vóru knappiliga allar tríggj­ar stjørnur á pallinum saman. Graham Bonnet sang »Since You’ve Been Gone«, og Eagle Eye Cherry »Save Tonight«. Hetta síðsta vakti miklan fagnað mill­ um áhoyrararnar. Tá ið Mickey Thomas sang »We Built This City«, kom ordiligt lív í hvítu studenta­ húgvur­nar heilt har frammi við pallin, hvat eyðsýnliga prógvaði, at vit liva í einum landi, har 80’ara hits eru gerandiskostur í loftbornum miðlum. Hittini týdningarmeiri enn tónleikabólkarnir Anthems of Rock gav fólki tríggjar stjørnur í einum og sama bólki, hvørs samanspæl ein meðalgóður føroyskur bólkur kundi gjørt líka so væl. Voxbotn Allstars gav fólki allar hittsangirnar í einum og sama orkestri. Koyr fleiri stjørnur í sama bólk so fært tú hittini hjá teimum øllum fyri ein bíligari penga, enn um tú skuldi fingið upprunabólkarnar at spæla. Vansin við hesum er, at tón­ leika­bólkar gerast týdningar­leysir. Tað sást eisini aftur í skránni, sum fyri tað mesta innihelt singer- song­writers og einstaklingar við onkrum hissini tónleikarum afturat sær. Tú sást ongastaðni á skrift, hvør spældi við hvørjum bólki á Voxbotn – hvørki í skránni, á facebook­síðuni ella í blaðnum, sum kom út í sambandi við tiltakið. Tað var spell. Vágsbotnur ov trongur Otto Knows fekk veruliga Vágsbotn at kóka. Hetta segði nakað um seg­ mentið, sum kemur at lýða á slíkt, sum er tannáringar upp til um tjúgu ára aldur. Trupulleikin ta løt­ una var, at trygdin ikki var heilt í lagi. Kropsrørslurnar heilt frammi við pallin og trýstið av sama gjørd­ ist so ógvisligt, at fleiri ungar gent­ ur komu illa fyri og máttu hava hjálp frá samarittunum. Hetta hevur verið ein trupulleiki øll undan­farnu árini, og hóast gyrð­ ingar vóru settar upp á økinum í ár fyri at avmarka trýstið, er ikki enn komið á mál við trygdini. Tað er eisini hesuferð eitt undur, at ongin lá eftirá. Har var ov trongt alla­staðni í Vágsbotni, eisini á trapp­uni. Spurningurin er, um tað er ráðiligt at kroysta so nógv fólk inn á økið. Tað kundi verið, at Vaglið ella Skálatrøð kundu verðið tikin við næstu ferð. Konsertskráin var fjølbroytt, har var okkurt til einhvønn smakk, og skiftini millum konsertirnar gingu væl og professionelt fyri seg. Ljóðið var eisini sum heild í lagi. POST@SOSIALURIN.FO MYNDIR: LEIVUR THOMSEN