Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 16 Matgerð – Ein fyrsta roynd uppá eitt matstovu ummæli TJÓÐHILD PATURSSON E nn einaferð á Barbaru (Fishhouse) saman við Barbaru (vinkonuni). Vit hava verið ofta, men hetta var fyrstu ferð at ørindini á mat­stovuni vóru onnur enn bara hugni. »Ok, og hvat eru tíni kriteriir?« spurdi kokkurin gjøgnum­borðandi, tá ið hann við rætt nummar fýra skilti, at eg skuldi ummæla matin (tað var trupult at goyma, tí eg tók nokk fleiri myndir av matinum enn hvat vanligt er). »Er tað heilsa?«, HEILSA? Hugsaði eg. Hví fáa fólk altíð hasa heilsu-fanatisku ímyndina av mær? Eg, sum eti sjokoláta­køku til lunch so at siga hvønn dag! »Ehmm… nei, tað er smakkurin«, fekk eg forskrekt stamað meg fram til og angraði beinan­vegin tað, eg hevði sagt. Míni »kriteriu« Eg angraði, tí at eg kenni meg ikki føra fyri at døma smakk. Ella jú, sjálv­sagt dugi at siga nakað um hvussu MÆR dámar okkurt, men eg havi ikki førleika til at døma smakk eftir einum objektivum skala – um nakað slíkt veruliga finst? Tað var tíðliga í vár, at eg fyrstu ferð møtti tankanum um eina objektiva meting av góðum/ringum smakki. Vit vóru á kaffiskeiði í Svøríki, og skeiðs­ haldarin, ein kendur svenskur barrista, kaffi­brennari, kaffi­elskari og sommelier, segði sum var tað hitt nattúrligasta í verðini: »Rent objektivt finst ju gott och dårligt smakande kaffe«. Eg og lítlasystir sendu tá hvørjari aðrari mis­trúgvin eygna­brá. Vit hava báðar tvær lisið ov nógva sosiologi og idevísund til at duga at foreina okkum við nakað slag av objektiviteti. Ti ALT er subjektivt – uttan hetta eg júst segði, right? Men um tað ikki er (objektivur) smakkur, hvat er tað so eg dømi eftir? Fyri at fólk (kokkurin á Barbaru og tit onnur, ið lesa hetta) skulu vita hvat eg »dømi« eftir, og at tit skulu kunna »døma mína døming«, so havi eg her á síðuni nøkur orð um, hvat tað er eg hugsi út frá, tá ið eg ummæli. Les tað fyrst, og síðani restina av ummælinum. Matur sum hondverk og menniskja handan matin Eg havi skrivað uppá hetta um­ mælið í heili fýra vikur, ella eru tað møguliga fimm? Tað er okkurt óbehagiligt í at skriva hetta fyrsta matummælið. Eg geri sjálv nógvan mat, og eg veit hvussu eymt tað er. Eg veit ikki um fólk hugsa um, hvussu blottaðan man kennir seg, tá ið man serverar mat fyri fólki – at geva fólki ein døgurða, kennist fyri meg eittsindur sum skuldi eg hugt hesi fólkini djúpt inn í eyguni og sungið teimum ein eymligan kærleikssang. Ikki at tað ALTÍÐ liggur so nógvur kærleiki í mati, men tað er altíð eitt hond­verk. Matur er okkurt, ið eitt annað menniskja hevur lagt sína tíð og tankar í, og at meta um kvalitetin av úrslitinum, haldi eg er ógvuliga óbehagi­ligt. So hví gera tað? Jú, fyrst og fremst hugsaði eg at fara í holtur við hesi um­mælini fyri at vísa føroyingum á tey nógvu góðu matstøðini vit eftir hondini eiga, og møguliga hjálpa til við at leggja lunnar undir hesa nýggju ‘út at eta’-mentanina vit eru við at fáa í Føroyum. Men eisini tí, at hóast tað kann vera óbehagi­ligt, so er tað onkusvegna eisini deiligt at fáa respons uppá mat, ið man hevur lagt tíð og orku í. Barbara á danduni Mín yndisleika í barna­garðs­ garðinum var dandan (gyngan, sum summi kalla tað): Upp og niður, upp og niður. Hendan dandan hoyrir til í barna­garðin­ um, og hóskar seg ikki á eini mat­ stovu. Eg havi verið nógvar ferðir á Barbaru fyrr, og havi nógvar ferðir verið so ótrúliga væl nøgd – hetta var ein av orsøkunum til, at eg valdi júst hesa mat­stovuna sum fyrsta staðið at um­mæla. Kendist so lætt at ummæla eitt so gott matstað. Hinvegin, so havi eg eisini nakrar ferðir upplivað – ikki ofta, men ov ofta – at maturin ikki livdi upp til tað, ið eg væntaði. Og soleiðis var tíverri hetta kvøldið. Barbara Fishhouse tykist at vera sum barnið á danduni: upp og niður, upp og niður. Man veit ikki frammanundan um Barbara júst hetta kvøldið slær rumpuna hart niður í sandkassan, ella um Barbara er ovast uppi og júst hasa løtuna TÚ ert har, lyftir seg upp frá trædanduni og við kitlandi búki í eina løtu flýgur himmalhøgt (ella okkurt stað har ímillum). Tað besta hevði sjálvsagt verið, at Barbara fekk ein tungan tryggan stein at seta seg hinumegin danduna, sum kundi tryggjað, at hon altíð var ovast uppi (eg tosið enn um Barbara Fishhouse, ikki vinkonuna ið var við mær og át). Men tað hevði kraft, at steinurin ALTÍÐ var har – og tað tykist nærum ógjørligt… tí onkuntíð skulu eisini steinarnir hava frí. Hitt alternativið hevði verið at fingið perfekta javnvág á danduna - altso at sikta eftir miðuni, heldur enn at sveiggja ov nógv upp og niður. Tað hevði í øllum førum gjørt, at vit, ið hava verið á Barbaru fleiri ferðir, ikki høvdu upplivað hetta hendinga skuffilsi… Hinvegin so hava summar av matupplivingunum eg havi havt á Barbaru fyrr verið so fantastiska góðar, og eru upplivingar eg ikki vildi verið uttan. Nei, far nú ikki í holt við at royna at loysa trupuleikarmnar fyri tey Tjóðhild! Tað stutta av tí langa. Upplivingin tú sum kundi fært á Barbaru varierar ov nógv, og tað er spell. Maturin - og tað sum var spell Fyrst fingu vit roykta laksin, og hann er ALTÍÐ góður. Afturvið er ordiliga gott breyð. Súrrómin undir laksinum er so deiiga kremuttur og grasleykurin gevur eitt perfekt sting. Einfalt og gott. Eftir laksin byrjaði at ganga omaneftir bakka. Vit fingu fyrst saltfisk, sum ikki smakkaði av serliga nógvum… hann var serstakliga ósaltur, nú eg hugsi um tað. Kanska hevði hjálpt at koyrt eitt sindur av salti á. Romanesco­ sósin afturvið var ordiliga góð – so mikið góð, at tað hevði verið betur at servera hana uttan fiskin. Fiskurin var bara ífylla. Vínið afturvið hesum rættinum var heilt MATSKRÁIN Vit fingu 6 rættaðu matskránna. Eg haldi, at skipanin hjá teimum er broytt í seinastu viku, og prísurin somuleiðis. Men maturin er hin sami. Royktur laksur Saltfiskur Romanesco Konfitera Tomat Tunga (hetta er ein fiskur, ikki ein tunga) Fiskasúpan Omaná Prísurin við víni var um 700 kr. VIÐ BARBARU