hósdagur 30. juni 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016
SOSIALURIN 75
17
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
ótrúliga gott. Ja, vínið og sósin tóku
alt fokus frá fiskinum – kanska
tíbetur? Triðjuferð kokkurin kom
til okkara borð hevði hann við
sær tungu og eina konfiteraða
tomat (tomat baka/kókað í olju,
haldi eg?). Enn einaferð smakkaði
fiskurin ov lítið. Tomatin har
afturímóti smakkaði alt ov nógv
– av edikki. So nógv at tað sveið
í hálsinum. Tað hevur nokk verið
av óvart. Eg kendi tey við borðið
viðsíðunar av, og spurdi hvussu
teirra tomat hevði verið. Teirra
hevði verið góð, so vit hava nokk
bara verið óheppnar. Síðsti rættur
áðrenn dessertina var fiskasúpan.
Eg veit ikki um tað bara er eg, men
tað var okkurt skuffilsi í at enda
við súpan. Tað er kanska bara tí
at »hjá okkumn« plaga vit at eta
súpanina fyrst. Sum vanar kunnu
oyðileggja nógv. Fyrst legði eg
heldur einki í súpanina, og bleiv
eitt sindur kedd við tankanum um
at skriva eitt ummælið, ið ikki bleiv
so positivt, sum eg hevði vónað…
Men so koyrdi eg eitt sindur av
salti í, og SO broyttist súpanin.
Mær dámdi hana rættiliga væl,
men eg hevði ynskt, at hon kom eitt
sindur fyrr. Omaná var… hmmm…
eg minnist ikki. Tað var okkurt,
og eg minnist at mær dámdi tað.
Men tað stendur ikki nóg fast í
minnnum. Við dessertina var eg
steðgað við at skriva niður, eg veit
ikki um tað var vínið, ella skuffilsi
yvir, at Barbara ikki heilt kláraði
at halda tað støðið, sum eg so ofta
havi notið gott av á matstovuni.
Tað var serstakliga spell, at mat
urin júst hetta kvøldið ikki var SO
góður – tí eg veit at at hann kann
vera tað – tað havi eg upplivað so
ofta.
Vínið var best
Eg veit ikki heilt, um tað er gott
ella ringt, at vínið var betur enn
maturin – tað er møguliga alt
eftir hvussu tú hugsar. Tað er
so ótrúliga ofta, at vínið aftur
við matinum trekkir heildar
upplivingina niður, so ofta at
vínið ikki livir upp til matin.
Tað er møguliga mín egna
skuld, tí eg veit so lítið um
vín, at eg altíð biðði tænaran
velja okkurt fyri meg, og
møguliga, bara møguliga, veit
tænarin eins lítið um vín sum eg.
Á Barbaru hetta kvøldið upplivdi
eg tó tað mótsætta. Eg fekk 4 ymisk
vín, og nei, eg havi ikki fingið
nøvnini niður her. Trý av teimum
fýra vínunum dámdi mær heilt
væl. Dessertvínið – búsandi og
søtt – tað dámar mær altíð væl. Eg
havi roynt tað fleiri ferðir fyrr, og
gleði meg hvørjaferð. Onkuntíð fái
eg mær dessertvín fyrst, ímeðan
eg bíði eftir mínum altíð seinkaðu
vinkonum. Men serliga gott var
næsta vínið eg fekk
– hetta var
brúsandi, men ikki sum vanligt
brús, tað er torført at greiða frá
– tað prikaði, men skúmaði ikki.
Brúsið var ikki so framtraðkandi,
tað var milt, men ikki sløvt. Eg
ivaðist eina løtu í, um tað var nakað
brús í tí, tað kendist meira sum eitt
sting, heldur enn brús. Jú, hetta
vínið var veruliga hæddarpunktið
hetta kvøldið.
UM MATUMMÆLINI Í
VIKUSKIFTISSOSIALINUM
Framyvir vera av og á matummæli ella umrøða at
lesa her á mínum matsíðum í Vikuskiftissosialinum – tey
verða prentað bæði fyri tykkum, ið eta (og vilja vita hvar og
hvat tit skulu eta næst) og fyri tykkum, ið gera mat
til fólk (og vilja fáa innlit í hvussu eitt av hesum fólkunum
upplivir matin og staðið sum eru karmar um tykkara
gerandisdag og teirra hugnadag).
Eg havi ikki nakrar serligar førleikar til at ummæla eitt
matstað, og tað er tískil ikki út frá nøkrum serligum
treytum eg ummæli. Heldur kann hetta hugsast
sum umrøða - at eg sum gestur á føroysku
matstovunum greiði frá míni uppliving.
Á BARBARU
Maturin
Maturin var ikki heilt so góður
sum eg vónaði. Møguliga
væntaði eg ov nógv. Eg havi
verið ofta á Barbaru fyrr, og
tað hevur oftast verið betur enn
hesuferð. Eg sett eftur við eini
kenslu av at góðskan á matinum
er ov svingandi.
Vínið var sera gott.
Umhvørvið
Umhvørvið er sera hugnaligt.
Gomlu húsini á Reyni eru
ógvuliga lág, so næstuferð má
eg minnast til ikki at fara í høgar
halir. Eg haldi tað vera nógv
hugnaligast at sita uppiá. Hølið
niðriundir er ov løgið innrætta,
og ov tætt við WC, tað kennist
sum um situr man í gongini.
Royn og fá eitt borð uppiá.
Á Barbaru eru tey eittsindur
kitsch og brúka gomul stell
á nýggjan hátt – tey brúka
ikki eitt heilt samlað stell,
men blanda ístaðin alt saman:
tallerkurin hjá tær er ikki líka
sum tallerkurin hjá persóninum
yviri av tær, og tú kanst vænta
tær ómakað kopp og undirskál…
Tað er kool. Ja. Enn. Men eg eri
bangin fyri at tað skjótt er blivið
brúkt so nógv, at tað verður
kiksa (eittsindur sum at smíða
sær borð burturúr gomlum
plattum. Tað er fari.). Skjótt,
men ikki heilt enn.
Fari eg aftur?
Ja, eg fari heilt vist aftur – tí
tá Barbara er góð, tá er hon
ordiliga góð. So er bara at vóna
at júst mín næsta vitjan rakar á
ein góðan dag.
Saman við hvørjum?
Eg fari heilt vist aftur á Barbaru
saman við Barbaru – tað er
vorðið okkara ting. Og onkuntíð
sleppur onkur onnur vinkona
við eisini.
Eg gleði meg at fara her
saman við Ýr, 4 ára gomlu
dóttrini, tí hóast tað er »fínt« á
Barbaru, so er tað fínt uppá tað
inkluderandi mátan.
… Men eg kann absolutt eisini
ímynda mær onkran, ið eg kundi
hugsað mær eina romantiska
date við á Barbaru. Ja, Barbara
rakar breitt: Vinkonur, for
elskað pør, foreldur og børn
(um tey tíma at vera á »fínari«
matstovu. Tíma tey ikki – et so
heldur heima ;) ).