Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 18 HEILSUVERKIÐ Menningarætlan ÁRNI GREGERSEN U mráðandi er, at allir sjúk­lingar sum eru løst­aðir ella eru vorðn­ir knappliga sjúkir, hava tað best, jú skjótari teir koma undir ser­lækna­viðgerð á Lands­sjúkra­ hús­inum. Verkætlanarbólkurin, sum fyri Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu við heilsumálum, hevur gjørt eina menningarætlan fyri heilsuverkið, ivast ikki í, at hetta er nógv tað besta fyri sjúklingin. Førleikarnir eru teir bestu á Lands­sjúkrahúsinum og ser­liga eftir at tunnilinb millum Eysturoy og Streymoy letur upp, so er far­ leiðin úr Norðoyggjum og Eysturoy mun­andi styttri enn í dag. Ein stórur partur av ser­frøð­ inga­bólkinum hevði ta áskoðan, at akuttviðgerðin eigur at vera á Lands­sjúkrahúsinum, soleiðis at allir akuttir sjúklingar skjótast gjør­ligt koma til serlæknar, sum kunnu fullfíggja viðgerðina. Eftir at sjúklingurin hevur fingið neyðugu akuttviðgerðina, kann sjúklingurin verða fluttur til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til framhaldandi viðgerð. Bólkurin var sum heild eisini samdur um, at neyðugt er framvegis við einari akutttilbúgving á Suður­ oyar sjúkrahúsi. Hetta orsakað av fjarstøðuni til Havnar. Bólkurin mælir tó til, at sjúk­ lingar­nir helst skulu flytast til Lands­sjúkrahúsið skjótast gjørligt eftir at hava fingið eina innleiðandi við­gerð á Tvøroyri. Viðvíkjandi bráðmóttøkuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi vóru fólk meira ósamd. Nøkur meta, at tørv­ur er á einari akuttmóttøku í Klaks­vík til ávísar viðgerðir, uttan at hetta verður lýst meira ítøkiligt í til­mæl­inum. Prehospital viðgerð Tá ið verkætlanarbólkurin held­ur, at tað er nóg mikið við ein­ari full­ari bráðmóttøku á Lands­sjúkra­hús­ inum, so setir hann kortini krøv til onnur viðurskifti. Bólkurin vil hava eina pre­ hospitala tilbúgving. Prehospital til­búgv­ing er tann tilbúgving sum er uttan­fyri sjúkrahús og har tað kann veitast hjálp til sjúklingar áðr­enn teir koma á sjúkrahúsið. T.d. er sjúkraflutningstænastan partur av tí prehospitalu tilbúgvingini. Hendan tænastan er ment sein­ astu árini og hevur ein leiðandi lið­ lækna, sum er settur í starv fyri alt tað føroyska sjúkrahúsverkið. Verkætlanarbólkurin mælir til, at hesin parturin av heilsu­verk­ inum verður mentur enn mera. Til dømis eiga fleiri paramedsinarar at útbúgvast. Bólkurin heldur, at hetta ber til at gera við einari bachelor­út­búgv­ ing í paramedisini á Fróð­skapar­ setr­inum. Bólkurin mælir eisini til, at tey sum koma fyrst út til eitt van­ lukku­stað, eisini verða knýtt at nýggju talgildu heilsuskipanini. Verkætlanarbólkurin sigur eisini: »Tosa vit um sjúklingatrygd, kann tað vera betri at hava eina góða prehospitala tilbúgving við betraðum flutningsmøguleikum, held­ur enn at varðveita eina iva­ sama akuttfunktión á sjúkra­hús­ inum. Tað er alsamt truplari at fáa ser­ læknar við so breiðum før­leik­um, at teir einsamallir kunnu átaka sær at viðgera sjúk og løstað við ymisk­ um og torgreiddum trupul­leikum. Hetta ger seg galdandi bæði innan medisinska og kirurgiska økið. Ein onnur grundleggjandi hugs­ an er, at jú oftari tú gert okkurt, jú betri dugir tú tað, t.v.s. at ein saman­hangur er millum nøgd, roynd­ir og dygd.« ARNIG@SOSIALURIN.FO Fakliga ivast ongin í, at tað er best fyri sjúklingar, sum hava fingið skaða ella eru vorðnir knappliga sjúkir, at teir koma á Landssjúkrahúsið YNSKJA STÓRAR BROYTINGAR Viðgerðin á bráðdeildunum TILMÆLI Øll akuttviðgerð skal fremjast á Landssjúkrahúsinum Verkætlanarbólkurin mælir tí til, at tá ið talan er um torgreiddar medisinskar og kirurgiskar sjúkur ella løstir, skal øll akuttviðgerð fremjast á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at akuttir ella løstaðir sjúklingar verða møttir av einum breiðum hópi av serlæknum og heilsufakligum førleikum umframt serútgerð. Tá ið akuttviðgerðin er liðug kunnu sjúkligar verða fluttir til Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús til framhaldandi viðgerð av útvaldum sjúkum. TILMÆLI Dagføring av akutt tilbúgvingini á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur í 2019 eigur akuttilbúgvingin á Klaksvíkar sjúkrahúsi at verða dagførd. Framhaldandi verður eitt tilboð í nærumhvørvinum í Norðoyggjum og Eysturoy, men at hetta verður av­ markað til eina skaðastova, sum er opin 24 tímar um sam­døgrið. TILMÆLI Akutt tilbúgving á Suðuroyar sjúkrahúsið Mælt verður til, at Suðuroyar sjúkrahús, við síni serstøðu sum útjaðarasjúkrahús eisini framyvir skal hava eina akuttmóttøku, sum kann viðgera akuttar sjúkur og ymiskar løstir. Álvarsliga sjúk og illa løstaði verða flutt á Lands­sjúkra­ húsið eftir innleiðandi viðgerð, júst sum í dag. Sveinn Magnasson úr Íslandi hevur staðið á odda fyri at gera mennignarætlanina