Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. juni 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. JULI 2016 SOSIALURIN 75 19 Serfrøðin sigur tað sama Læknarnir vilja hava eina leiðslu ÁRNI GREGERSEN Ein av stóru trupulleikunum í før­ oyska heilsuverkinum er at fáa ser­ læknar hendan vegin. Meðan onnur lond leggja saman og hava serviðgerðir á ein­um stað, so hava føroyingar meira miðspjatt enn miðsavnað. Fyrisitingarliga at miðsavna heilsuverkið fer at hjálpa uppá hendan trupulleikan, men ein mið­ savn­an av hesum slag eigur at vera grundað á eitt endamál, heldur Jákup Petersen, yvirlækni. Hann mælir til, at ein óheftur heilsufrøðiligir myndugleiki má gerast, sum hevur eftirlit og myndug­leika við viðgerðunum á føroysku sjúkrahúsunum. – Hesin stovnur skal tilmæla, hvussu vit innrætta okkum, hav­ andi dygd og trygd hjá sjúk­ling­ unum sum fyrstu raðfesting, sigur Jákup Petersen, yvirlækni. Á fundi í Læknafelag Føroya var spurningurin um eina felags leiðslu fyri øll trý sjúkrahúsini við­gjørdur. Tann eini bólkurin raðfesti allar hægst, at tey trý sjúkrahúsini koma undir eina leiðslu. Hann mælti eis­ ini til, at læknar verða settir í starv hjá Sjúkrahúsverki Føroya og ikki á einstøku sjúkrahúsunum. Ein annar bólkur var uppaftur meira avgjørdur og sló fast, at tað als ikki er pláss fyri meira enn ein­ um sjúkrahúsi í Føroyum. Sostatt er eisini bert pláss fyri einari leiðslu av føroyska sjúkra­ hús­verkinum. Tilmælini frá læknunum í Lækna­felag Føroya eru tí á somu kós, sum tað verkætlanarbólurin, sum gjørdi eina menningarætlan fyri Heilsu­verkið kom við. Verkætlanarbólkurin skrivar soleiðis: »Í hesi frágreiðing verður mælt til at skipa verður ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini. Ein av aðal­uppgávunum hjá tvør­gang­ andi leiðsluni verður at fremja eitt greitt uppgávubýti mill­um tey trý sjúkrahúsini í einum sam­starv­andi sjúkrahúsverki, har sjúkra­hús­ini hvør sær hava týð­andi sam­skip­ aðar leiklutir.« ARNIG@SOSIALURIN.FO Tað loysir ikki allar trupulleikar, men ein felags leiðsla fyri øll trý sjúkrahúsini er eitt stig á leiðini Tað var av neyð, at ein bólkur var settur at gera menningar­ætlan fyri heilsuverkið – vilja politikararnir gera broytingarnar? ÁRNI GREGERSEN Ó teljandi eru ávar­ing­ ar­nar um, at føroyska heilsu­verkið dragnar í dyg í mun til heilsu­ verkini í grannalondum okkara. Tvær álvarsligar avbjóðingar eru. Tann fyrra er, at okkara heilsu­verk er dýrt og flestu pengar­nir verða brúktir í sjúkra­ hús­verk­inum. Hin avbjóðingin er, at vit eru so fá, at tað er torført at fáa ser­ lækn­ar at støðast í Føroyum. Í flestu førum er tað soleiðis, at teir hava ov lítið at gera á ser­ økjnum, tí vit eru so fá. Verkætlanarbólkurin skuldi gera ítøkilig tilmælir um: ■ At gera tilmæli um hvørjar grund­leggjandi viðgerðir/tæn­ astur skulu vera í føroyska sjúkra­hús­verk­inum. Í hesum sam­bandi skal eisini gerast til­mæli um hvørjar viðgerðir/ tæn­astur skulu verða á hvørjum sjúkra­húsi, og hvussu hesar skulu samskipast millum sjúkra­húsini. ■ At gera eina ætlan fyri, hvussu læknar og onnur heilsu­ starvsfólk kunnu útvegast og mennast til føroyska sjúkra­ hús­verkið. ■ At gera meting av fíggjar­ liga tørvinum fyri alt sjúkra­hús­ verkið, sum gevur neyðugt rása­ rúm til at veita heilsu­tæn­astur á fremsta støði, og neyð­ugu starvsorkuna til tess. Eis­ini skal bólkurin koma við boði uppá, hvørji amboð kunnu nýtast til at handfara økta fíggjartørvin, sum verður í sjúkra­hús­verk­ inum í framtíðini. Í lógini stendur, at vit hava trý sjúkrahús í Føroyum. Hetta er ein staðfestinbg, sum verk­ ætlanar­bólkurin skuldi arbeiða útfrá. Álitið er lagt fram. Í høvuðs­ heitum víkir tað ikki serliga nógv frá tí, sum vit fyrr hava sæð í álitum, sum nú liggja í skuff­um í heilsumálaráðnum. Sirið Stenberg, lands­stýris­ kvinna við heilsumálum, hev­ur sagt,a t álitið verður grundar­ lag­ið undir einum aðalorðaskifti um heilsuverkið í heyst. Sum skilst hevur menn­ingar­ ætlanin ikki broytt so nógv í politisku skipanini. Hóast tungar avbjóðingar og dýrar loysnir, so sita politikar­ arnir enn í hvør sínum horni og melda út, hvat er rættst at gera – ella ikki at gera. Skipanin hevur biðið um svar frá einum verkætlanarbólki, sum so síðani spurdi ein ser­ frøð­inga­bólk. Tilmælini eru ikki nýtt latín, men nú eru tey enn einaferð sett fram. Støðan í serliga sjúkra­hús­ verk­inum er ikki góð. Tí noyðist politiska skipanin at taka støðu. Um tað verður út frá hesum tilmælinum ella onkrum øðrum, er enn ikki til at vita. Men støðan skal takast, áðr­ enn alt heilsuverkið krake­lerar. »Tosa vit um sjúklingatrygd, kann tað vera betri at hava eina góða prehospitala tilbúgving við betraðum flutningsmøguleikum, heldur enn at varðveita eina ivasama akuttfunktión á sjúkrahúsinum« MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN Pál Weihe, yvirlækni, er formaður í Læknafelag Føroya. Felagið viðgjørdi líknandi spurningar í vetur og kom stórt sæð til somu niðurstøður, sum verkætlanarbólkuri